fríggjadagur 17. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkafundur fyri
vanliga fólkið
FÓLKAFUNDUR Vikuskiftið 21. og 22. september verður skipað fyri einum fólkafundi í Hoyvík, har vanligi
føroyingurin skal sleppa til orðanna. Tað eru Jóhannes Miðskarð og Ólavur í Geil Guttesen, ið skipa fyri eftir
gomlum svenskum sniði
Leo Poulsen
Nú skal tað verða møguligt
hjá vanliga føroyinginum at
taka lut í fólkaræðinum.
Tað hendir vikuskiftið 21.
og 22. september, tá Jóhannes
Miðskarð og Ólavur í Geil
Guttesen skipa fyri einum
fólkafundi, sum er nakað út
yvir tað vanliga.
– Hugskotið stavar frá
fólkafundum, ið hava verið
hildnir á Bornholm í fjør og
í ár. Teir hava verið ógvuliga
væl vitjaðir, tí í 2011 tóku
11.000 fólk lut og í ár var
talið heilt uppi á 27.000, siga
fyrireikararnir.
Men hugskotið um hetta
slagi av fólkafundum er nógv
eldri enn so.
– Tað byrjaði í 1968, tá
Olof Palme á fyrsta sinni fór
til Gotlands at halda talu, og
hetta helt fram líka til 1982,
tá svenski javnaðarflokkurin
skipaði fyri hesum slagi av
fólkafundi á fyrsta sinni,
sigur Jóhannes Miðskarð.
Tað gingu ikki nógv ár, so
vóru allir flokkar í Svøríki
við til hendan fólkafundin
á Gotlandi, sum nú hevur
oman fyri 20 ár á baki.
– Tátturin varð so tikin upp
á Bornholm í fjør, har tiltakið
eydnaðist sera væl. Ikki minst
tí at miðladekningurin var so
góður, sigur Jóhannes Mið
skarð.
Stór luttøka
Talan verður um ein politisk
an fólkafund, men tó verður
ikki bert politikkur á skránni.
– Vit hava fingið ógvuliga
góðar afturmeldingar frá
feløgum og stovnum, sum
vit hava vent okkum til.
Allir teir politisku flokkarnir
verða við, summir meira
involveraðir enn aðrir. Men
hartil verða eisini fakfeløg,
stovnar og áhugafeløg so
sum Gigni, Verjið børnini og
líknandi, sigur Ólavur í Geil
Guttesen.
Hvør fær sín bás í ítrótta
høllini í Hoyvík ella eina
skúlastovu í skúlanum, alt
eftir hvørjar aktivitetir tey
ynskja.
– Hetta er eitt gott høvi
hjá smáum feløgumm at gera
vart við seg, og kanska fáa
nýggjar limir, sigur Ólavur í
Geil Guttesen.
Fyritøkur verða eisini við
á stevnuni, og høvi verður hjá
fólki at keypa sær ein bita at
eta eisini.
– Ætlanin er at gera til
takið so fólksligt sum gjørligt.
Talan verður um tiltøk fyri
børnini, so foreldur í friði og
náum kunnu luttaka í teim
um tiltøkum, sum annars eru
hesar báðar dagarnar, sigur
Ólavur í Geil Guttesen.
Politisk innlegg
Upprunaliga var hetta slagið
av fólkafundi fyriskipað av
politisku flokkunum, og tað
verður eisini ein reyður tráð
ur gjøgnum dagarnar.
– Allir teir politisku flokk
arnir verða umboðaðir, sum
mir við einstøkum polit
ikarum, aðrir við bæði flokki
og ungdómsfelag. Skipað
verður fyri einum »formans
tingi«, har floksformenninir
koma at hava eitt innlegg, og
eisini fara at velja ein sang,
sigur Jóhannes Miðskarð.
Tað er við lutakasti av
gjørt, at fríggjakvøldið 21.
september klokkan 21 verða
tað Kaj Leo Holm Johanne
sen, formaður í Sambands
flokkinum, Aksel V. Johanne
sen úr Javnaðarflokkinum
og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi.
Leygarkvøldið 22. verða tað
so Poul Michelsen úr Fram
sókn, Jenis av Rana úr Mið
flokkinum, Kári P. Højgaard
úr Sjálvstýrisflokkinum og
Jørgen Niclasen úr Fólka
flokkinum, sum eiga tørn.
Byrjað verður eisini leygar
kvøldið klokkan 21.
– Eitt av endamálunum
við hesum slagi av fólka
fundum er jú at vekja pol
itiska áhugan hjá fólki, uttan
tó at knýta tey til nakran
ávísan flokk, sigur Jóhannes
Miðskarð.
Alting
Alt verður tó ikki politikkur
og álvari á stevnuni.
– Vit fara at skipa fyri
ymsum øðrum tiltøkum, eitt
nú kondi-bingo og vedding.
Veddingin gongur fyri seg á
tann hátt, at fólk kunnu
vedda – ella gita – um ávíst,
til dømis um hall verður á
fíggjarlógini fram til komandi
fund í næsta ár, ella vit fáa
eina nýggja samgongu. Hetta
verður ætlandi fyrsti fundur
av sínum slag, men vit hugsa
okkum hetta sum eitt aftur
vendandi tiltak, og tí verður
veddað
í
tíðarskeiðinum
fram til fundin komandi ár,
sigur Jóhannes Miðskarð.
Eitt annað, sum verður
skipað fyri á fólkafundinum,
eru sonevnd alting.
- Hetta eru pallborðsfundir,
har øll tey sleppa framat,
sum annars ikki hava høvi at
luttaka í einum kjaki. Tað
verður skipað soleiðis fyri, at
fólkini fáa eina grundleggj
andi vegleiðing í, hvussu eitt
kjak verður ført, og evnini
eru eftir vild, sigur Jóhannes
Miðskarð.
Talan kann eitt nú verða
um útbúgving, og hvussu
vanligi maðurin á gøtuni
upplivir sína egnu útbúgv
ing.
– Tiltøkini verða mong og
vit hava eina kenslu av, at
fólk fara at taka væl ímóti
hesum fólkafundinum. Fólk
kenna hetta slag av fundi frá
Bornholm, og gongur sum
ætla, verður hetta fyrsti fólka
fundurin av einum aftur
vendandi tiltaki, siga teir
báðir fyriskipararnir, Jóhan
nes Miðskarð og Ólavur í Geil
Guttesen.
Vit hava fingið ógvuliga
góðar afturmeldingar frá
feløgum og stovnum, sum
vit hava vent okkum til
Eitt av endamálunum við fólkafundinum er at vekja politiska áhugan hjá fólki,
uttan tó at knýta tey at einum ávísum politiskum flokki
Mynd: Leo Poulsen