Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Vónirnar undan seinasta um­far­ inum í hesari U21-undankappingini vóru góðar, og høvdu 948 áskoð­arar funnið sær vegin oman í mjørka­ fylta Gundadal mikukvøldið, tá ið slagið skuldi standa ímillum lítla- og stórabeiggja, Føroyar og Dan­ mark. Føroyar leyp á Undan dystarbyrjan hevði før­ oyska venjaraparið longu boðað frá, at taktikkurin var at fyrstu løt­una leypa á við øllum, sum teir áttu, og at á tann hátt royna at taka Danmark á bóli fyrstu løtuna. Hetta mátti sigast at eydnast til fulnar. Longu í fyrsta minutti spældu Føroyar seg fram til danska mál­ feltið, har Karl Løkin royndi seg við skoti, sum varð avrættað til at fara inn í feltið sum innlegg, men síðani floytað fyri rangstøðu. Um danir ikki longu vóru ávar­ aðir tá, so vórðu teir tað so sann­ iliga tveir minuttir seinni. Dánjal Rói Olsen, sum spældi ein frá­líkan fyrsta dyst fyri føroyska U21-lands­ liðið, fann Páll A. Klettskarð frían í vinstru síðu, haðani hann sendi eitt flatt innlegg til Gilla Sørensen, sum stóð væl fyri í feltinum. Hann tamdi bóltin við høgra beini og royndi seg við vinstra, men bólturin kom ov mitt á málmannin og fekk hann bjargað skotinum til horna. Eftir hetta høvdu teir føroysku leikararnir trupult við at varðveita trýstið, og í 6. minutti var Danmark um at leggja seg á odda, tá ið ein skotroynd teirra endaði á stongini. Hetta var byrjanin upp á eina løtu við trýsti frá Danmark. Hesa løtuna sást veruliga hví flestu leikarar teirra spæla í Superliguni og ein eis­ini í týsku Bundesliguni. Serliga longu sendingarnar sótu væl, men eisini skjóta smáspælið niðri á váta vøllinum var nakað, sum fekk verju­ skipanina hjá Føroyum at standa á skeiva beininum inn ímill­um. Hetta gav nakrar stórar málmøguleikar til Danmark, men í meiri enn einum føri fingu føroyingar ruddað burtur av málstrikuni. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mátti Klæmint Andrasson Olsen skiftast út vegna skaða. Í hansara stað kom Dánjal á Lakjuni, sum gjørdi tað gott, men í løtum var alt ov seinur at sleppa sær av við bóltin. Uppspølini hjá Danmark sóu meiri og meiri vandamiklari út, og tríggjar minuttir fyri hálvleik helt ikki longu hjá Føroyingum. Horna­ sparksinnlegg hjá Danmark gongur høvd av høvdi í brotsteiginum, og endar tað við, at Simon Makienok stútar Danmark á odda 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Róaldur tryggjaði eitt stig Í seinna hálvleiki var tað Danmark, sum hevði tamarhald á støðuni, men teir spældu sær ikki til teir heilt stóru málmøguleikarnar og føroyska verjan stóð stinn fyri at verja burt alt tað, ið kundi verið vanda­mikið. Í onkrari støðu varð tó aftur neyðugt at rudda burtur av málstrikuni, men vóru hetta ikki skot við dundurferð, sum í grund­ ini hóttu føroyingar við at koma afturúr 0-2. Sum dysturin leið sá troyttleikin út til at gera seg galdandi hjá danska lið­num, sum áhaldandi brúkti nógvar mans í álopspartinum og sum fráleið hevði færri og færri mans at renna heim við at verja. Hetta gav Føroyum onkran U21-landsliðið Føroyskt megnaravrik spilti spælið hjá Danmark Fótbóltur Við enn einum sannførandi avriki fekk U21-landslið okkara eitt stig umvegis 1-1-javnleik ímóti Danmark. Stóribeiggi misti týðandi fet í stríðnum at koma víðari til endaspælið Mál! Við einum ískøldum innarusíðusparkið leggur Róaldur Jacobsen bóltin eftir jørð við handaru málstong og javnaði til 1-1 fyri Føroyar Mynd: Rakul Hansen Hans Jørgensen, Páll Klettskarð, Erling Jacobsen, Dánjal Rói Olsen, Klæmint A. Olsen, Rógvi Holm, Bárður Hansen, Karl Løkin, Gilli Sørensen, Viljormur Davidsen og Róaldur Jakobsen