Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur U21-landsliðið góðan møguleika í mótálopunum. Einu ferðian slapp Dánjal á Lakjuni at renna einsamallur við donskum verju­leikara, og hevði hann eisini Páll A. Klettskarð við sær til vinstru. ÍF-leikarin, sum annars spældi ein góðan dyst og útinti eitt stórt renni­arbeiði, helt aftur hesaferð ov leingi upp á bóltin og fór mótálopið í tómgongd áðrenn yvirtalsstøðan varð gagnnýtt. Góðar 20 minuttir fyri leiklok fær Páll A. Klettskarð ein risa møgu­leika, tá ið Gill Sørensen eftir innkast tekur sovandi donsku verjuna á bóli og tveitir klaks­ víkingin púra leysan. Hann megn­ ar tó ikki at fáa bóltin framvið mál­ verj­anum. Innan seinastu 10 minuttirnar kundu Føroyar bæði havt økt til 2-0 og Føroyar javnað til 1-1. Góð­ur møguleiki til Danmark, har aftur varð ruddað burt tætt við mál­ strikuna, og góður stútara­møgu­ leiki til Dánjal Róa Olsen útilokaðu hesum fyri fyrst. Men so kom málið, sum fekk teir 948 áskoðararnar í Gundadali upp á kók. Tríggjar minuttir fyri leik­lok fær Føroyar hornaspark. Eftir eitt sindur av ping-pong í feltinum dettur bólturin fyri føt­ urnir á Rógva S. Holm, sum tó er væl umringaður og fær lagt bóltin til rættis fyri Róaldi Jakobsen. Við einum ískøldum innarusíðusparkið leggur hann bóltin eftir jørð við handaru málstong og javnaði til 1-1 fyri Føroyar. Nú ráddi bara um at halda tætt. Danmark lossaði nógvar bóltar fram í føroyska málfeltið, men bara í eini atløguni fekk Danmark ein mál­møguleika burturúr. Bólturin, sum datt á eitt danskt knæ við fimm-meturin, fór tó beint við síð­ una av. Føroyar hevði enntá møguleika at fáa øll trý stigini í yvirtíðini, tá ið teir aftur komu í yvirtalsstøðu í einum mótálopi. Einki spurdist burturúr hesum, men øll fegnaðust um ein 1-1-javnleik, tá ið dómari bríksl­aði av á seinasta sinni. Ganga á odda Eina stigið hjá dønum kom sera dátt við hjá teimum og munnu teir helst kalla tað fyri tap av tveimum stigum. Teir skuldu nevniliga brúka øll trý stigini fyri at hava best­ar møguleikar at spæla seg víðari til endaspælið, men er ein sigur ímóti oddaliðnum Serbia nú eitt krav í seinasta dystinum í bólka­spæl­ inum. Undir og eftir dystin sat tú sum føroyingur bara við kenslu av, at U21-landslið okkara enn eina­ferð vísir vegin í føroyskum lands­liðs­ høpi. Teir seta sær høg mál, fara á vøllin við góðum hugburði, pro­ fessionalismu og ikki minst einum stríðshuga, sum kann arga hvørt eitt mótstøðulið. Hetta var sjón fyri søgn í Gundadali, har Danmark eins væl kundi verðið sent niður aftur við ongum stigi í viðførinum. 1-1-javnleikur ímóti Danmark var sanniliga ein virðiligur endi á hesa undankappingina hjá U21-lands­ liðnum! Róaldur Jakobsen tryggjaði í mikukvøldið føroyska U21-lands­ liðnum eitt stig ímóti Danmark, tá ið hann stutt fyri leiklok javn­ aði til 1-1 við einum fløtum skoti av brotsteigarmarkinum. – Eg hugsaði, at vinkulin, sum Rógvi legði hann av til mín við, var beinur, og allir vardu Rógva og takklaðu frá somu síðu, so eg ætlaði mær at leggja bóltin und­ ir teir, sigur Róaldur. Hann heldur, at føroyski tak­ tikkurin royndist væl. – Ja, vit royndu at yvirraska teir við at trýsta teir eina løtu til vit ikki orkaðu meira. Tað orkaðu vit í einar 10 minuttir og vit fingu nakrar góðar møguleikar um­vegis vengurnar, sigur hann og heldur fram: – Men vit vóru vekk í einar 70 minuttir áðrenn vit aftur trýstu seinastu 10 minuttirnar. EM-undankappingin er nú av og hann lítir aftur á átta dystir, sum kastaðu trý stig av sær. – Tað hevur verið fínasta slag. Seinast fingu vit heili 11 stig, hesa­ferð bara trý. Mótstøðan var betri hesaferð og vit manglaðu hepni. Um vit hugsa um hini lands­liðini hjá okkum, so klára vit okkum kanska  best og spæla nakrar góðar dystir, sigur Róaldur Jakobsen at enda. Tað sigur liðskiparin hjá danska U21 landsliðnum, Mads Albæk, við bold.dk eftir javnleikin móti føroyska U21 landsliðnum. Heimasíðan skrivar, at sum væntað legði Simon Makienok Danmark á odda 1-0, men kortini eydn­aðist tað ikki danska lið­ num at fáa øll trý stigini við sær aftur til Danmarkar. – Sum roknast kundi við, høvdu vit tamarhald á dystinum. Vit skapa eisini møguleikarnar, og tí er tað eitt stót vónbrot, at vit ikki vinna. Vit undirmeta teir á ongan hátt, og tað vísa 100% møguleikarnir, ið vit skapa, eis­ ini. Men tað gjørdist tíverri til eina vánaliga uppliving, sigur Mads Albæk. Alt er ikki tapt hjá Danmark enn. Teir hava tveir dystir eftir á heimavølli, annar móti Serbia, sum í løtuni liggur á odda í bólkinum, og hin móti Norður­ írlandi. – Vit skulu »bara« vinna næsta dyst móti Serbia, so eru vit á odda í bólkinum. Alt er greið­ari nú, tí nú ber ikki til at hugsa um javnleik og eitt stig, nú skal dysturin vinnast, sigur Mads Albæk við bold.dk. albinus@sosialurin.fo virðiligur endi Sum vera man, stór gleði á føroysku leikarunum, eftir útjavnandi málið. 1-1-javnleikur ímóti Danmark var sanniliga eisini ein virðiligur endi á hesa undankappingina hjá U21-lands­liðnum. Mynd: Rakul Hansen Mads Albæk: Býtt uppliving Skotið hjá Róaldi var væl umhugsað Róaldur hevur sett innarusíðuna á og stírur bóltinum í málið Mynd: Rakul Hansen