fríggjadagur 17. august 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
U21-landsliðið
Pætur Albinus
Tað var sum vera man ein sera fegin
U21-landsliðvenjari, sum vit fingu
orðið á eftir 1-1-javnleikin ímóti
Danmark mikukvøldið.
U21-landsliðsvenjaraparið,
Bill McLeod Jacobsen og Heðin
Askham, vænta sær altíð nógv at
sínum leikarum og einki undantak
var heldur hesaferð.
– Vit fóru 100% eftir trimum
stigum, sum vit altíð gera. Serliga
á heimavølli. At vit so kunnu liva
við og verða nøgdir við ein javnleik
sum leikur fer, er so ein onnur sak.
Vit spenna álopsbogan høgt við 3½
áleypara í byrjunaruppstillingini,
royna at trýsta fyrsta korterið har
vit koma til fleiri møguleikar, sigur
Bill um taktikkin áðrenn Danmark
ressaðist.
– Síðani seta danskararnir ferð
ina upp og vit renna aftaná til
hálvleiks. Tað vil siga at teir koyra
í superligatempo í 30 min, har vit
nærum ikki eru við, og hetta gevur
teimum eisini úrslit, sigur Bill um
1-0-málið hjá Danmark stutt undan
hálvleiki.
Men hvat søgdu venjararnir
so við leikarar sínar í hálvleik-
inum?
– í hálvleikinum tosa vit um at
dekka fyri kantspælinum og flyta
okkara vengur longri inn. Vit tosa
um at vit mugu tora at spæla og
flyta bóltin, tí tað er lættari enn at
renna aftaná. Og at vit vita, at vit
kunnu, sigur Bill.
– Og so eisini at vit skulu brúka
meiri tíð til deyðbóltsstøðurnar,
gera okkum betri ómak og ikki
skunda okkum, leggur hann aftur
at og heldur, at leikararnir lurtaðu
væl eftir boðunum.
– Eg haldi sjálvur, at vit komu
fram til fleiri vandamiklar støður
og vit koma so inn aftur í dystin
ordiliga seinastu 20 minuttirnir,
har vit skora og enntá kundu havt
vunnið dystin, sigur ein væl nøgdur
Bill.
– Eitt stig kom als ikki óvart á,
men hetta er eitt sera flott úrslit
ímóti einum sera sterkum liði.
Árið er liðugt
Undankappingin hjá U21-landslið
num er nú komin at enda, og endaði
tað við, at teir endaðu á aftasta
plássi við trimum stigum. Bill
McLeod Jacobsen og hinir í leguni
kunnu nú líta aftur á árið.
– Sum eg segði hin dagin, so vildu
vit fegin havt nakrar venjingardystir
áðrenn undankappingina, soleiðis
at vit betur kundu havt fyrireikað
okkum. Vit byrjaðu væl við javnleiki
ímóti norðurúrum, har vit áttu
at havt vunnið. Síðani taptu vit
greitt ímóti teimum í Belfast, ímóti
Serbia úti og ímóti Danmark úti.
Men vit kundu gott havt fingið
javnt móti Makedonia úti, har vit
taptu 0-1. Síðani spæla vit javnt
móti Makedonia heima, har vit
kundu havt vunnið og eisini kundu
vit havt fingið javnt móti Serbia
heima, so vit spæla upp til hini
liðini, men mangla ta síðsta. Í fjør
summar vóru eisini fleiri profilar,
sum ikki vóru í toppformi, og tað
sæst, heldur Bill.
– Eitt nú brendu vit tvey brots
spørk og hava ikki tikið av opnum
málmøguleikum. Tað noyðist tú
at gera tá ið landsdystur er, sigur
hann.
Hesa undankappingina fekk før
oyska U21-landsliðið trý stig í mun
til 11 stig seinastu undankapping.
Høvuðsorsøkin er helst, at vit
hesaferð spældu átta heldur enn 10
dystir og ímóti sterkaru liðum.
– Í seinastu kapping høvdu eitt
lið í sama seedingslagi sum vit. Tað
var Andorra og har áttu seks stig at
verið heintað, hóast vit bert fungu
tey fýra. Tað vil siga, at vit í síðstu
kapping leiktu 10 dystir og nú átta
tí bert fimm lið eru í bólkinum, vísir
Bill á.
U21 er klekingarmaskina
Tað er ikki til at fara skeivur av, at
nógvir á U21-landsliðnum koma at
mynda A-landsliðið í framtíðini, og
longu sum kappingarárið leið vóru
tað fleiri, sum Lars Olsen, A-lands
liðsvenjari, tók av U21-landsliðnum
og upp á besta landsliðið. Hetta er
kanska ein missur hjá U21-lands
liðnum í somu løtu, men hetta gevur
profilunum møguleika at royna seg
á hægsta landsliðsstøði og gevur
samstundis pláss til aðrar leikarar
at royna seg á U21-landsliðnum.
Tað er ein kensla ímillum føroy
ingar, at teir eru sera erpnir av
U21-landsliði okkara sum ein góð
klekingarmaskina, og Bill McLeod
Jacobsen er tað eisini.
– Ja, heilt klárt. Ein kann nevna,
at 12 av teimum 19, sum vóru í
Íslandi nú við A-landsliðnum, hava
eina fortíð á U21 og av teimum, sum
leiktu við U21 mikukvøldið, hava
tríggir verið við A-landsliðnum.
Erling
D.
Jacobsen,
Klæmint
Andrasson Olsen og Viljormur
Davidsen, vísir hann á.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur U21-landsliðið okkara gongur á odda í føroyskum landsliðsfótbólti. Ein orsøk er,
at venjararnir trúgva fult og fast upp á egin evni og fara eftir trimum stigum í øllum dystum.
Tískil kom eina stigið eiheldur óvart á annan landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen
Eitt stig kom als ikki óvart á
Bill McLeod Jacobsen:
– Vit fóru 100% eftir trimum stigum, sum vit altíð gera. Serliga á heimavølli. At vit so kunnu liva við
og verða nøgdir við ein javnleik sum leikur fer, er so ein onnur sak, sigur Bill McLeod Jacobsen