fríggjadagur 17. august 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið
Heldur ikki hesa ferð
Fótbóltur Hagtølini ímóti íslendingum siga tað mesta, men dysturin mikukvøldið var ein av teimum, har
tey bæði málini á muni vóru í meira lagi – og har tað kundi gingið nógv betri, um alt bara lagaði seg nóg væl
Hilmar Jan Hansen
Fyri at koma til sakina beinanvegin,
so var eitt tað besta við føroyska
A-landsliðnum í Reykjavík miku
kvøldið, at menn vóru ikki yvir
imponeraðir, men fóru í holt við
uppgávuna, sum var hon ímóti
javnlíkum og ikki nakrari yvir
makt. Tað í sjálvum sær var nokk
so stuttligt, tí hetta var altso fyrstu
ferð síðani teir báðar EM-undan
kappingardystirnar í 2003, at Ísland
stillaði upp ímóti okkum við síni
sterkastu uppstilling.
Tað gekk væl hjá føroyingunum
at gera vart við seg fyrstu løtuna,
og burtursæð frá sera keðiliga mál
inum eftir hálvan tíma, ið legði
Ísland á odda 1-0, var fyrri hálv
leikur slett ikki so galin. Menn
tordu at bjóða av og at spæla bóltin,
og ferð eftir ferð eydnast at bróta
íslendingar av, áðrenn teir av álvara
fingu bygt álopini upp.
– Tað gekk fínt, og hóast teir fingu
eitt keðiligt mál í fyrra hálvleiki,
fingu vit spælt eitt sindur. Eg haldi,
at serliga ímóti endanum á seinna
hálvleiki gekk væl hjá okkum, sigur
Pól Jóhannus Justinussen, sum
heilt ímóti endanum bleiv sendur
fram í álopið, og tá so íslendingar
ta einu ferðina settu ferð á, endaði
tað við 2-0, heldur enn kanska 1-1,
sum føroyska vónin var tað síðsta
korterið.
Við øðrum orðum, so vunnu
íslendingar eisini dyst nummar
24 ímóti føroyingum, eins og teir
hava gjørt tað 22 ferðir áður. Eina
ferð hava vit vunnið og eina ferð
spælt javnt, men hóast munurin á
vøllinum ikki altíð hevur verið so
stórur, hevur ikki ligið so væl fyri
at koppa grannunum við sjálvum
úrslitinum.
Fyrra málið keðiligt
Sjálvandi er altíð keðiligt at fáa mál
ímóti sær, og serliga tað fyrra var
øgiliga keðiligt, tí tað var fullkomu
liga óneyðugt. Føroyska verjan
mestsum svav, tá Jóhann Berg
Guðmundsson bleiv taklaður, so
innleggið fór upp í loft og datt niður
í føroyska brotsteigin, har Kolbeinn
Sigþórsson slapp at standa púra
leysur og ótarnaður við einum hálv
um sparki fekk prikað bóltin í mál.
Seinna málið kom í seinasta
minuttinum, tá Pól Jóhannus ikki
longur var afturi á bakkinum, men
sendur longur fram at leggja trýst
á. Íslendingar gjørdu skjótt av og
sendu Grétar Rafn Sigurðsson av
stað í síni høgru síðu, sum legði flatt
innfyri, har Kolbeinn Sigþórsson
enn eina ferð var á rætta staðnum
og skoraði sítt seinna mál.
– Eg vil ikki siga, at 2-0 lýsir dystin
serliga væl, tí sjálvt um íslendingar
kanska høvdu bóltin meira, høvdu
vit eisini stórar kjansir. Tað kendist
væl at spæla, tí vit royndu at halda
bóltin á vøllinum og spæla hann
runt, og tað var bara positivt, at
vit vóru væl við. Við eitt sindur
av hepni kundu vit saktans fingið
ein javnleik, sigur Jóan Símun
Edmundsson, ið sjálvur átti eina
ta næskastu føroysku royndina, tá
hann sendi á stongina.
– Ein góður bóltur kom frá Pól
Jóhannusi, og eg royndi so at takla
meg fram til bóltin, men tíverri fór
hann á innarsíðuna av stongini og
til málmannin, í staðin fyri at fara
í málið.
Aðrir kjansir vóru eisini í
dystinum, og avloysarin hjá Jóan
Símuni, Finnur Justinussen, átti
nokk tann størsta avbrennaran av
øllum, tá Jónas Þór Næs legði ein
av sínum mongu góðu sendingum
innfyri, men Finnur onkursvegna
ikki fekk sett bóltin í málið. Eisini
endaði eitt gott føroyskt álop við,
at Bogi Løkin vann bóltin frá ís
lendska málmanninum, men tað
bleiv ov spískt og endaði við horna
sparki.
Avrikið ikki so galið
Føroyingarnir trýstu dúgliga ímóti
endanum, og síðstu 15-20 minutt
irnar riggaði tað rættiliga væl, og
hóast manningin á íslendska liðnum
taldi stjørnur úr enskum, italskum,
hollendskum og norðurlendskum
fótbólti, so sást eingin munur á
hesa løtuna. Roynt var heilhjartað
eftir útjavnandi málinum, sam
stundis sum samanspælið í løtum
var heilt gott – og onkuntíð við
nógvum
sendingum,
uttan
at
nakar íslendingur slapp fram at
bóltinum.
– Vit fóru eftir einum avriki,
meira enn einum úrslit, og avrikið
var eisini flott, haldi eg. Úrslitið
kundi verið betri, sjálvt um tað
kanska samanumtikið var í lagi,
at teir vunnu, men vit høvdu einar
tríggjar stórar kjansir, ið skuldu
givið mál, staðfestir hjálparvenjarin,
Jóannes Jakobsen, ið helt, at henda
dystin vóru tað nógvir á føroyska
liðnum, sum leveraðu vøruna.
– Vit fáa heilt avgjørt brúkt
henda dystin, nú vit fara at fyri
reika okkum til dystin ímóti Týsk
landi. Hjá okkum ræður um at
halda fast við tað, sum var gott, og
so at royna at betra tað, sum ikki
var so gott. Vit royndu so okkara
besta, men hesa ferð lukkaðist tað
bara ikki ordiliga, sjálvt um vit
høvdu fleiri møguleikar at koma
afturíaftur, meðan tað enn var 1-0.
At vit so spentu bogan í meira lagi,
so íslendingar revsaðu okkum við
2-0 málinum, gjørdist bara ikki við,
tí vit royndu so.
Yvir 7.000 áskoðarar vóru til
dystin
á
Laugardalsvøllinum
mikukvøldið, men allíkavæl var
tað mangan tann lítla føroyska
fjøldin, ið hoyrdist best – ikki
minst við góðari hjálp frá Atlantic
Brass Quintet, ið setti sín dám á
við góðum og løttum horntónum.
So um tað kann vera nakar uggi,
endaði tað nokk við einum teprum
føroyskum sigri uttan fyri hvítu
strikurnar – og annars var avrikið
á sjálvum vøllinum slett ikki so
galið…
hilmarjan@sosialurin.fo
Pól Jóhannus Justinussen og Fróði Benjaminsen í hornatøkum við Bjarna Ólaf Eiríksson og Ragnar
Sigurðsson um ein luftbólt í íslendska brotsteiginum í dystinum á Laugardalsvøllinum mikukvøldið
Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið
Ísland - Føroyar 2-0 (1-0)
Laugardalsvøllurin, Reykjavík, mikukvøldið 15. august 2012 klokkan 20.45
1-0: Kolbeinn Sigþórsson, 30.
2-0: Kolbeinn Sigþórsson, 90.
Ísland: Gunnleifur Gunnleifsson, FH – Birkir Már Sævarsson, Brann Bergen (Grétar Rafn
Steinsson, uttan felag, 69.), Kári Árnason, Rotherdam, Ragnar Sigurðsson, FC København
(Indriði Sigurðsson, Viking, 46.), Bjarni Ólafur Eiríksson, Stabæk (Ari Freyr Skúlason, Sundsvall
IF, 69.) – Rúrik Gíslason, OB (Arnór Smárason, Esbjerg BK, 81.), Aron Einar Gunnarsson,
Cardiff (Eggert Gunnþór Jónsson, Wolverhampton, 46.), Gylfi Þór Sigurðsson, Tottenham,
Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar (Eiður Smári Guðjohnsen, uttan felag, 69.) – Birkir
Bjarnason, Pescara, Kollbein SigÞórsson, Ajax
Gult kort: Birkir Bjarnason
Venjari: Lars Lagerbäck
Føroyar: Jákup Mikkelsen, ÍF (Gunnar Nielsen, Manchester City, 46.) – Jónas Þór Næs, Valur
(René S. Joensen, Brøndby IF, 71.), Rógvi Baldvinsson, Bristol Rovers, Odmar Færø, B36, Pól
Jóhannus Justinussen, NSÍ – Fróði Benjaminsen, HB, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF,
Hallur Hansson, HB – Daniel Udsen, Helsingør (Bogi Løkin, ÍF, 80.), Jóan Símun Edmundsson,
Viking Stavanger (Finnur Justinussen, Jönköping Södra, 65.), Símun Samuelsen, HB (Pætur
Dam Jacobsen, EB/Streymur, 65.)
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Pætur Dam Jacobsen
Venjari: Lars Olsen
Dómari: Laurent Kopriwa, Luxembourg
Hjálpardómarar: Antonio De Corelis & Claudio De Carolis, Luxembourg
Fjórði dómari: Gunnar Jarl Jónsson, Ísland
Áskoðarar: 7.256