Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur effo-deildin 20. umfar upptakt Pætur Albinus Meistaraliðið B36, sum er í trongum skóm í ár, fær sunnudagin vitjan av ÍF. Fuglfirðingar hava verið besta liðið eftir summarsteðgin og vunn­ið allar fýra dystirnar, so hjá teimum ræður um at halda fast við góðu gongdina. Nevnast kann, at ÍF eis­ini vann fyrstu fýra dystirnar í hesum kappingarárinum, men snáv­aði so í fimta dystinum. Í B36 hevur verið svingandi, men eftir summarsteðgin hava teir tó ikki tapt. Tveir javnleikir og eitt tap er tað vorðið til. B36 er framvegis uttan Høgna Eysturoy á høgra bakki, so væntast kann, at Bárður Olsen aftur røkir tað plássið. Miðvallarin Gunnar Zachariassen er eisini skaddur, með­an Jákup á Borg hevur leik­ bann. Hetta hevur skert liðið nakað og skaptu teir lítið av málmøguleikum ímóti TB seinasta leygardag. Teir mugu taka annað skinn um bak nú á heiamvølli, um teir skulu hava møguleika at vinna á ÍF, sum er flúgvandi. Ein uppgáva hjá B36 er uttan iva at halda eyga við Clayton Soares, sum er toppskjútti í Effodeildini við 15 málum og seinasta dyst skeyt hattrikk ímóti KÍ. albinus@sosialurin.fo Fótbóltur ÍF hevur verið flúgvandi eftir summarsteðgin við fýra sigrum út av fýra møguligum. Sunnudagin vitja teir meistararnir úr B36 í Gundadali ÍF skal halda fast Pætur Albinus EB/Streymur er ósigrað eftir summarsteðgin og hevur endur­vunnið sær oddasessin í Effo­deildini. Hann skulu teir royna at verja um ella styrkja um sunnu­dagin, tá ið teir fáa vitjan av TB. Arnbjørn Hansen er við at verða førur fyri at spæla fyri fullari megi aftur, og vísti hann enn sum áður síni evni sum málskjútti, tá ið hann seinasta leygardag varð inn­skiftur og við tveimum mál­ um vendi einum hóttandi tapi ímóti FC Suðuroy. Nú eru suðringar so aftur móstøðulið. Hesaferð er tað TB, sum hevur staðið seg væl betur enn oyggjafelagarnir úr Vági, men so er tað heldur ikki meiri enn tað. Í løtuni liggur TB undir niður­flytingarstrikuni, og uttan ein sigur og heili trý tap í fýra dystum efir summar­ steðgin eru teir í beinleiðis niður­flytingarvanda og ongan­ tíð ov skjótt kunnu fáa ein sigur. TB hevur verið heppið, at hini botnliðini eisini hava snáv­ að, men at dúva upp á hetta heldur neyvan nógv longri og nú er tíðin inni hjá TB. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Í botnstríðnum slepst ikki und­an at nevna, at NSÍ hetta umfarið hevur besta møgu­ leikan at vinna sær trý stig. Teir fáa nevniliga vitjan av av­gjørda botnliðnum, FC Suðuroy. Eftir ein stríðan streym av stigum við kappingarársbyrjan og nakað væl út á kappingarárið, er NSÍ dragnað og hevur ikki verið ført fyri at ríva seg leyst av botnliðunum. Hetta hóast landsliðsleikarar sum Pól Jóhannus Justinussen og Viljormur Davidsen eru komnir til, og skulu runavíkingar nú mótprógva hugtakinum »never change a winning team«. Hjá NSÍ kemur tað dátt við, at toppskjútti teirra, Klæmint Andrasson Olsen, mátti lata seg útskifta við fótskaða í U21- landsdystinum ímóti Danmark mikukvøldið. Tað er framvegis óvist, um hann gerst klárur til dystin. FC Suðuroy spældi síðsta leygardag ein góðan dyst ímóti EB/Streymi, sum teir – hóast at hava verið á odda bæði 1-0 og 2-1 – taptu 2-4. Tað burdi givið teim­um størri trúgv upp á egin evni, men hinvegin kann tað eisini tykjast troyttandi at vera somikið nær við, men ongan­tíð ella sjáldan fáa nakað burturúr. Gestirnir eru uttan Jón Krosslá Poulsen, sum er skaddur. albinus@sosialurin.fo NSÍ hevur møguleikan Fótbóltur NSÍ fær valla betri møguleika at vinna sær kærkomin sig til botnstríðið, nú teir fáa FC Suðuroy á vitjan Toppur ímóti botni í Streymnesi Fótbóltur TB hevur ikki vunnið ein dyst eftir summarsteðgin, og tann gongdin verður trupul at venda í Streymnesi sunnudagin, har oddaliðið EB/Streymur bíðar teimum Reyðu fuglfirðingarnar í einum trunka eftir nógv umtalaða útjavnandi málið í yvirtíðini móti B36 Mynd: Álvur Haraldsen