fríggjadagur 17. august 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
effo-deildin 20. umfar upptakt
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
19
11
5
3
31
16
+15
38
2 ÍF
19
11
3
5
40
19
+21
36
3 KÍ
19
10
4
5
38
29
+9
34
4 Víkingur
19
9
7
3
29
21
+8
34
5 HB
19
8
5
6
39
27
+12
29
6 B36
19
7
6
6
32
23
+9
27
7 NSÍ
19
6
3
10
26
32
-6
21
8 B68
19
5
5
9
17
29
-12
20
9 TB
19
4
7
8
21
34
-13
19
10 FC Suðuroy
19
0
3
16
8
51
-43
3
Effodeildin
Pætur Albinus
Mangan hava dystirnir ímillum HB
og KÍ verið tættir, og sunnudagin
verður valla nakað undantak. Bæði
liðini hava nakað at prógva.
Við tveimum greiðum tapum á
rað er KÍ fyribils sett av í avgjørda
oddanum, men teir halda framvegis
fast og við einum sigri ímóti HB
sunnudagin kunnu teir aftur av
álvara gera seg galdandi. Tað er ikki
bara eftir úrslitunum at døma, at KÍ
er í einari truplari løtu, men serliga
spælið hevur verið ivasamt og ber
ikki beinleiðis boð um, at KÍ alt fyri
eitt skal venda gongdini. Nógv má
bøtast, men í einari arvauppgerð
ímóti HB verður øll megi sett inn
og alt kann henda.
HB er í vanda fyri at missa sam
band við oddaliðini, um teir ikki
fáa ein sigur í Klaksvík. Hinvegin
kunnu teir taka av møguleikanum,
nú teir møta einum av fremstu
liðunum. Vinna teir, so hála teir
beinleiðis inn á KÍ og aftur gera seg
galdandi í stríðnum – í øllum førum
fyri fyrst – heiðursmerkini.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Fyrsti dystur í 20. umfari í
Effodeildini verður spældur
longu leygardagin kl.16, tá ið
Víkingur tekur ímóti B68.
Víkingur, sum nú hevur
fingið kanska hin týdningar
mesta leikaran á liðnum, lið
skiparan Atla Gregersen, við
aftur, stríðist við at halda
samband við oddan. Serliga 2.
plássið er í eygsjón og bara tvey
stig frá teimum. Eftir summar
steðgin hevur tó verið heldur
linligt hjá Víkingi, sum bara
hevur fingið ein sigur í teimum
fýra
dystunum
hesumeðin
summarsteðgin.
Gongdin hjá teimum skal
helst vendast nú ímóti B68,
sum í alt ár hevur bíðað eftir at
gongdin skal vendast. Úrtøkan
hjá B68 eftir summarsteðgin
hevur verið júst hin sama sum
tann hjá Víkingi: ein sigur, eitt
tap og tveir javnleikir. Skal
gongdin hjá teimum vendast
og sleppast leyst úr botninum,
so er við at vera í tøkum tíma
hjá toftamonnum at fáa trý
stig á kontuna.
B68 hevur fingið enn ein
skaða at stríðast við, nú André
Olsen gjørdist skaddur ímóti
NSÍ seinasta leygardag.
albinus@sosialurin.fo
Gongdin má
vendast hjá
báðum liðum
Fótbóltur Við bara einum sigri í
fýra dystum eftir summarsteðgin
stríðast Víkingur og B68 í hvør sínum
enda á stigatalvuni. Leygardagin seta
teir hol á 20. umfar í Sarpugerði
Ley 16.00
Víkingur - B68 . . . . . . . . . Dómari: Eiler Rasmussen
Sun 15.00
B36 - ÍF . . . . . . . . . . . . . . Dómari: Mogens Krogh (DK)
Sun 15.00
NSÍ - FC Suðuroy . . . . . . . . . . . Dómari: Petur Reinert
Sun 15.00
KÍ - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Dómari: Dagfinn Forná
Sun 15.00
EB/Streymur - TB . . . . . . . . . . . Dómari: Alex Troleis
Arvauppgerð
í Klaksvík
Fótbóltur Sunnudagin spæla KÍ og HB í Klaksvík. Heima
liðið skal ressast eftir tveir ósigrar á rað, meðan HB sær
hetta sum ein møguleika at vinna seg inn á oddaliðini