Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 6 VIKUSKIFTI BRÚDLEYP Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Øll brúdleyp eru serstøk. Summi eru tó meiri serstøk enn onnur. Tað kann man við rímiligari vissu siga um brúdleypið hjá skopuninginum, Bergur, og Manjiao úr Kina. Smuglaði Bíbliur Summarið 2009 var Bergur farin til Kina saman við 11 øðrum føroyingum við tí endamáli at smugla Bíbliur inn í landið. – Eg varð veruliga gripin av kines­ iska málinum og mentanini. Tá eg kom heim frá tí túrinum, avgjørdi eg, at eg skuldi læra meg kinesiskt, sigur Bergur. – Hetta var júst um tað mundið, at MSN, sum er eitt kjattprogram, var í hæddini. Eg leitaði so eftir eini 30 til­ vildarligum kinesarum, sum høvdu skrivað sítt navn við latínskum bók­ stavum. Um tey brúktu latínskar stavar, gekk eg bara útfrá, at tey eisini dugdu enskt, sigur Bergur, sum tó gjørdist eitt sindur skuffaður av, at tað einans vóru einir sjey kinesarar, sum svaraðu sær. – Tað vísti seg, at skrivingin við allar kinesararnar skjótt datt niðurfyri. Men so eina viku seinni var tað ein, sum svaraði mær, Miss Karen Lee. Tað vísti seg síðani at vera Manjiao. Hann sá gott út Manjiao er fødd og uppvaksin í Kina í einum landsparti mitt í Kina, sum kall­ ast Hunan. – Eg eri yngst av trimum systrum, og eru vit vaksin upp á eini teplantagu, sigur Manjiao. Enskt er ikki eitt mál, sum øll tosa í Kina, men Manjiao tosar so at siga flótandi enskt. – Eg gekk í skúla, og lærdi eg enskt á tann hátt, sigur Manjiao, sum hevur tikið útbúgving í Kina innan øko­ nomi. – Orsøkin, at eg fekk mær MSN, var, at eg kundi møta útlendingum og tí læra betur enskt. Tá eg so sá, at Bergur hevði sett seg í samband við meg, hugdi eg at myndini av honum og hugsaði við tað sama, at hann sá ordiliga gott út. Av tí orsøk valdi eg faktist at skriva aftur til hansara, sigur Manjiao flennandi. Endamálið kiksaði Bergur og Manjiao byrjaðu so at skriva aftur og fram. – Vit høvdu satt at siga sama enda­ mál. Hann vildi læra kinesiskt, og eg vildi læra enskt, sigur Manjiao. – Munurin er bara tann, at hjá henni eydnaðist tað, og hjá mær kiksaði tað, sigur Bergur flennandi. Skrivingin vant skjótt upp á seg, og vórðu samtalurnar longri og longri. – Ta fyrstu vikuna skrivaðu vit einar fýra ferðir saman, og tað var í einar tríggjar tímar hvørja ferð. Vit funnu skjótt útav, at vit vóru heilt á somu bylgju­longd og kundu hava endaleysar sam­talur, har vit bara spurdu meir og meir inn til lívið hjá hvørjum øðrum. Tosaðu í 16 tímar út í eitt Tað gekk skjótt, at tey fóru frá at skriva til at tosa yvir kamera. Sum tey komu at kenna hvønn annan betur og betur, byrjaðu kenslurnar eisini at koma. – Aftaná einar tveir mánaðir byrjaði eg at fáa kenslur fyri Bergi – og hann fyri mær. Tá tosaðu vit saman hvønn tann einasta dag, og tað vóru langar sam­røður. Eina ferð minnist eg, at tað var vorðið seint, og Bergur var um at sovna. Tá legði hann seg í songini, men læt kamera’ið vera frá, meðan eg kundi eygleiða hann sova, letur úr Manjiao. – Tað ørasta, vit gjørdu, var, tá vit tað eina vikuskifti tosaðu saman í sam­ fullar 16 tímar. Men eg var vorðin so ótrúliga góður við hana, at tað var lætt­ asta sak í verðin, sigur Bergur flenn­ andi. Møtast fyrstu ferð Nakrar mánaðir seinni avgjørdi Bergur at søkja á skúla í Kina, har hann skuldi læra seg kinesiskt. Samstundist er hetta eisini fyrstu ferð, at Manjiao og Bergur fáa høvi at hittast – uttan fyri inter­ netið. – Vit avtalaðu, at vit skuldu møtast við markið millum Hong Kong og Kina. Eg var ótrúliga spent, og tann dagin stóð eg á planlagda staðnum, og eg hugdi eftir øllum andlitunum á teimum mongu túsund, sum gingu um markið, sigur Manjiao. – Eg var sjálvandi ógvuliga spentur, men eg var samstundis eisini øgiliga ner­vøsur. Allir teir ringastu tankarnir gingu gjøgnum høvdið hjá mær. Hvat – Eg hevði ongantíð møtt henni í veruliga lívinum. Men vit prátaðu oftari og oftari gjøgnum internetið, og samtalurnar vórðu longri og longri. Ta einu ferðina tosaðu vit í 16 tímar út í eitt, sigur Bergur Jacobsson Hansen, sum í dag giftist kinesisku unnustu síni Manjiao Li. Les her, um hvussu tey bæði møttust fyrstu ferð, og hvussu Manjiao hevði kunnað blivið blakað úr landinum Møttust gjøgnum internetið Vit skulu giftast!