Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 7 nú, um hon ikki møtti upp? Hvat nú um hon ikki tímdi at bíða eftir mær? – Men tað skuldi ikki verða ein trupul­leiki. Eg minnist, hvussu fan­ tastiskt tað var, tá eg sá hana. Hon stóð har við stórum smíli og hoppaði, sum eg kom ímóti henni, sigur Bergur smílandi. Hóast tey bæði ikki høvdu hitst áður, so vóru tey avklarað við, at tey vóru meira enn vinir. – Vit høvdu bæði kenslur fyri hvørj­ um øðrum, men ein kann ikki avgera at blíva par gjøgnum internetið. Men at vit skuldu blíva par, var bert ein spurn­ ingur um tíð, sigur Bergur. Eru faktiskt gift Í átta mánaðir búði Bergur í Kina. Hann búði í grannabýnum hjá Manjiao, men sóust tey so ofta, sum tilbar. Upp­ runaliga skuldi hann lesa kinesiskt, men koks kom í tað nógva papírarbeiði, sum skuldi sendast millum Kina og Føroyar og aftur, so tað endaði við, at hann undir­vísti í enskum hesa tíðina. – Aftaná eina tíð tosaðu vit aftur og fram, um vit kanska ikki skuldu royna at flyta til Føroya. Eg vildi gjarna síggja landið hjá Bergi, so til síðst avgjørdu vit at fara, sigur Manjiao. – Vit høvdu alla tíðina fyri eyga at skula giftast. Tí orðnaðu vit alt papír­ arbeiðið í Kina, áðrenn vit komu heim. Manjiao hevði visum í landinum í 45 dagar. Tá vit fingu avslag upp á endur­ nýggjanina av visuminum, avgjørdu vit at giftast, so at Manjiao ikki skuldi verða blakað av landinum. Manjiao og Begur vórðu borgarliga vígd í býráðssalinum í Havn 22. december 2010. Men tað er ikki nakað, sum tey bæði leggja nógv í. – Vit gjørdu tað einans av praktisk­ um og juridiskum áðum. Okkara plan hevur altíð verið at havt eina kirkju­ vígslu og stóra brúdleypsveitslu. Tí vóru vit bara í vanligum klæðum til ta vígsluna, og velja vit at síggja hana sum eitt trúlovilsi, sigur Manjiao. Søgan um ringin Hóast Manjiao og Bergur vórðu vórðu noydd til at giftast av juridiskum áðum, so megnaði Bergur at gera støðuna romantiska. – Á veg til Føroya úr Kina steðgaðu vit í Hollandi, har systir mín býr. Vit vóru inni í einum smykkuhandli, og Bergur peikaði á ein ring og spurdi meg, um mær dámdi hann. Jú, tað gjørdi mær, so hann spurdi, um eg vildi hava hann. Tá risti eg avvísandi við høvd­inum, tí eg vildi ikki, at hann skuldi keypa mær ein dýran ring. Men Bergur fekk so orðnað tað soleiðis, at systir mín skuldi keypa ringin fyri seg og senda hann til Føroya. Men í staðin fyri at koma til Faroe Islands, endaði hann í Falkland Islands, sigur Manjiao flenn­andi. – Ringurin kom so til Føroya í øllum góðum. Tá kom hann sendandi saman við einum kjóla, sum Manjiao hevði gloymt eftir hjá systir síni. Eg taki so ringin úr og rópi á Manjiao, at kjólin er komin fram. Meðan Manjiao so passar kjólan framman fyri míni familju, taki eg hana nervøsur í hondina, haldi eina lítla talu, taki síðan ringin fram, fari á knæ og spyrji hana, um hon vil giftast við mær. – Eg skilti ikki ordiliga, hvat Bergur var í gongd við. Ikki fyrr enn hann tók ringin fram, gongur tað upp fyri mær, hvat var við at henda. Tá varð eg ordiliga glað, sigur Manjiao smílandi. Brúdleyp við tveimum mentanum Í dag, 17. august, giftast Manjiao og Bergur – av nýggjum – í Hoyvíkar kirkju. – Brúdleypið verður nakað merkt av, at vit koma frá tveimum ymsum ment­ anum. Eitt nú fara vit at hava kinesiskt borðpynt. Báðar systrarnar hjá mær og ein vinkona úr Kina koma eisini at feira dagin við okkum, sigur Manjiao. Framtíðina hjá Manjiao og Bergi liggur í fyrsta lagi í Føroyum. Men tey velja at hava allar møguleikar opnar, og um tey eina ferð enda aftur í Kina, kemur einans tíðin at vísa. myndir: jens kristian vang – Eg minnist, hvussu fan­tastiskt tað var, tá eg sá hana. Hon stóð har við stórum smíli og hoppaði, sum eg kom ímóti henni, sigur Bergur smílandi