fríggjadagur 17. august 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 95 · 17. august 2012
8
VIKUSKIFTI
BAKGRUND
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Tey flestu munnu hava hoyrt um
mindfullness fyribrigdi, ið seinnu
árini hevur vundið rættuliga uppá seg.
Í Føroyum, eins væl og aðrastaðni í
vesturheiminum, hoyrist alsamt meiri
til skeiðir í meditatión, yoga og øðrum
sinnisvenjingum. Og tað eru ikki long
ur bert tey, ið eru serliga spirituell,
ið leita sær til hesi skeiðir, men fólk,
sum annars ikki lýsa seg sum serliga
religiøs, hava fingið stóran áhuga í
spiritualiteti – hetta hóast talan ofta
ikki er um nakran beinleiðis religiøsan
spiritualitet, men sinnisvenjingar, ið
kunnu dýrkast uttan nakað religiøst
tilknýti.
Orsøkin til rákið man vera, at vit
liva í einum sera strongdum heimi,
og eftirspurningurin eftir innara friði
hevur neyvan verið størri enn í dag.
Samstundis eru fólk vorðin meiri
heilsutilvitað enn nakrantíð áður, og
heimsbúskaparkreppan og skinklandi
álitið á materialismuna munnu eisini
gera sítt til, at fólk leita sær skjól í
nøkrum innaru virðum.
Men sálar- og læknafrøðin eru nú
farin at vísa aldargomlu meditatións
siðvenjuni, sum einamest var kend úr
fjareystri, alstóran áhuga. Og niður
støðurnar eru ikki til at misskilja.
Granskingin staðfestir, at meditatións
venjingar kunnu niðurseta strongd,
styrkja immunverjuna og sum heild
økja um lívsgóðskuna. Sum kunnugt
er strongd ein stór orsøk til álvarsamar
sjúkur í modernaða heiminum, ikki
minst høgt blóðtrýst og hjartasjúkur.
Og nógvir granskarar fegnast tí um
úrslitini.
Ber til at broyta seg sjálvan?
Tú ert tín heili, og tín heili er tú. Ein
bunki av neuronum, og koblingum
millum neuronir, ið gera teg til tann tú
ert. Og klassiska tulkingin hevur ver
ið, at aftaná at heilin var fult mentur
í vaksna lívinum bar ikki longur til
at broyta hann grundleggjandi. Men
við hugtøkunum »neuroplasticity«
og »neurogenesis« eru granskarar
farnir at gera upp við hesa fatan.
»Plasticity« sipar til, at til ber, at
broyta heilavirksemið og struktur
ígjøgnum alt lívið. Heilin broytist
støðugt, bæði í mun til upplivingar
og innlæring, eisini í vaksna lívinum,
hann er einfalt gjørdur til at tillaga
seg. »Neurogenesis« sipar til, at
nýggjar neuronir vera skaptar, eisini
ígjøgnum vaksna lívið.
Amerikanski professarin í sálar
frøði og rithøvundin at bókini
»brain lock«, Jeffrey M. Schwartz,
argumenterar fyri, at vit eru við at
fara frá, at síggja tankar sum offur
fyri einum fastløstum materiellum
heila – tvørturímóti – sigur hann,
eru hugsanirnar sjálvar við at fáa ein
meiri sjálvstøðugan leiklut í huga
heiminum hjá granskarum, boðini
eru, at hugsunnarháttur setir síni
fysisku spor í heilanum. Og boðini
frá Jeffrey M. Schwartz, eins og fleiri
øðrum granskarum er, at meditatión
júst er eitt amboð til at broyta heilan
við. Niðurstøðan er, at likam og sinni
hanga neyvt saman.
Donsku heilagranskararnir Peter
Vestergaard-Poulsen og Andreas
Roepstorff hava samanborið heilarnar
hjá fólki, sum hava mediterað leingi,
og heilarnar hjá fólki, sum ikki eru
von við at meditera, við at brúka
heilaskanningar. Niðurstøðan var,
at hjá fólki sum høvdu mediterað
leingi var meiri gráur substansur í
frontala cortex í heilanum, eins og
í heilabarkinum. Við øðrum orðum
var slóðbrótandi niðurstøðan, at
meditatión hevði sett fysisk spor í
heilanum. Frontala cortex er økið í
heilanum, har vit skipa okkara tankar,
tilvitsku og fokus. Ímeðan heila
barkurin er tann parturin, ið stýrir
eitt nú andadrátti og hjartarútmu.
Og tað er júst hetta, meditatión
skal hjálpa okkum við – við at menna
frontala cortex ber til at hava økta til
vitan og fokus, og við at ávirka heila
barkin, ber til at niðurseta strongd
og ov høgt blóðtrýst. Sostatt tykist
niðurstøðan vera, at meditatión er eitt
amboð, ið gevur okkara møguleika
fyri at ávirka okkara egnu tilveru
grundleggjandi.
Tí skulu vit meditera
Herbert Benson, hjartalækni á Harvard
Medical School, var ein av teimum
fyrstu, sum læknavísindinaliga royndi
at granska meditatión. Hansara
gransking av meditatión kring allan
heim staðfesti, at fysiologisku árinini
av meditatión vóru nøkunlunda eins
allastaðni. Sum heild mátaði Herbert
Benson, at alt frá blóðtrýsti og pulsi
til evnaskifti og andadrátt fall tá fólk
mediteraðu. Og tulking hansara var, at
hesi árin kundu skoðast sum eitt slag
av beinleiðis andsøgn til strongd.
Strongd hevur sum kunnugt júst
tað øvugtu ávirkanina, og verður í
dag mett at vera ein stór og beinleiðis
deyðsorsøk, sum styttir lívitíðina
hjá mongum í stórum pørtum av
modernaða heiminum. Men við at
finna ein náttúrligan hátt at niðurseta
strongd, kunnu nógvir heilsufrøðiligir
fyrimunir finnast, tí at strongd
hevur beinleiðis negativa ávirkan
á immunverjuna og ger fólk meiri
heilsuliga viðbrekin. Megna vit at seta
strongdina niður, styrkja vit eisini
immunverjuna og nátúrliga skjøldurin
hjá likaminum ímóti alskyns sjúkum.
Boðskapurin hjá Herbert Benson er tí,
at meditatiónsvenjingar eiga at ger
ast størri partur av siðbundnu lækna
vísindini.
Samanberandi granskingin hjá
Harvard læknanum av meditatións
háttum kring allan heim hevur av
dúkað, at hóast óteljandi meditatións
hættir eru til, so hava allir tvey
felagseyðkennir: Endurtøkur og flutt
fokus frá gerandis hugsanum yvir
aftur á endurtøkuna. Eitt nú taka
nógvir meditatiónshættir útgangsstøði
einføldum í andadráttsvenjingum,
ið eru ein einfaldur háttur at finna
eina endurtøku og støðugt fokus.
Ein onnur niðurstøða er, at tess fleiri
meditativar venjingar fólk gera, tess
betri úrslit.
Ert tú tilstaðar?
Mindfulness er ein modernað út
gáva av meditatión, ið hevur tikið
seg fram í stórum pørtum av vestur
heiminum. Upphavsmaðurin til
hendan meditatiónshátt, er MIT út
búni professarin í læknafrøði, Jon
Hvørja ávirkan hava tínar hugsanir á tína heilsu, lív og tilveru sum
heild? Hava tínar hugsanir nakra veruliga ávirkan? Slóðbrótandi
niðurstøðan frá sálarfrøðiligu granskingini er, at okkara hugsanir
kunnu broyta okkara heila og likamligu heilsu grundleggjandi
Tí skalt tú
meditera