Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 9 Heilin hjá flestum okkara er í roynd og veru á autopilot í gerandisdegnum, og hugsanirnar eru aloftast onkra aðra­ staðni, enn í teirri verandi løtuni Kabat-Zinn. Hansara gransking hevur knýtt aldargamlar meditatiónshættir saman við modernaðari sálarfrøði og læknavísind við úrslitum ið kunnu saman­ber­ast við tey hjá Herbert Benson – eitt nú við sjúklingum við psoriasis, ið sýndu sjónligan bata aftaná eina røð av medita­tións­venj­ ingum. Men mindfulness er eisini ein filo­sofisk uppgerð við modernaðu fatan­ina av tíð. Ráðandi normurin í okk­ara tíð er, at tað ræður um, at fáa sum mest burturúr tíðini. Og tað ræður um, at hava so nógv ítøkilig úrslit at vísa á sum til ber. Hesa tíðar­ fatan roynir Jon Kabat-Zinn at gera upp við. Í einum fyrilestri hjá stóru fyritøkuni Google, ið er kend fyri at skapa ovurstór úrslit, bjóðaði hann áhoyrarum av við at spyrja, um tað nyttar nakað at avrika nógv, um tann sum avrikar, í roynd og veru ikki er til staðar hóast alt. Heilin hjá flestum okkara er í roynd og veru á autopilot í gerandisdegnum, og hugsanirnar eru aloftast onkra aðra­staðni, enn í teirri verandi løtuni. Í dag hugsar tú um vikuskifti, í viku­ skift­inum hugsar tú um næstu ferð­ina og tá tú fert at ferðast, hugsar tú um næsta karrieruskifti – og so fram­vegis. Spurningurin er tí, um vit nakran­tíð veru­liga eru tilstaðar. So hvørt tíðin gongur, førka vit okkum í okk­ara hugsan longur fram í tíðina. Størsti part­urin av tíðini fer sostatt annað­ hvørt við at hugsa um framtíðina ella for­tíðina. Men í roynd og veru er ver­ andi løtan tað einasta tú hevur, og ert tú ongan­tíð tilstaðar í henni, fer sjálvt lív­ið framvið. Men »mindfulness«, tað at vera til staðar, at vera tilvitaður um verandi løtuna, krevir venjing. Jon Kabat- Zinn vísti í sama Google fyrilestri á, at sinni nátúrliga er torført at stýra, og hevur í síni nátúr hug til at vera allastaðni enn í verandi løtu. Men við medatión ber til at fanga og gagnnýta verandi løtuna og gerandisdegnum, er boðskapurin frá honum. Sostatt tykjast ímyndin av medita­ tións­venjingum – av at vera eitt alterna­tivt popputt fyribrigdi, fyri nøkur fá, ið hava mist sambandi við veru­leikan – at vera broytt til eitt heilsu­fremjandi alternativ fyri ið kann bjarga tær verandi løtuna. Eitt »spirituelt« alternativ til tey, ið ann­ ars ikki eru serliga spirituell. Niðurstøðan í einari kanning var, at hjá fólki sum høvdu meditera leingi var meiri gráur substansur í frontala cortex í heilanum, eins og í heilabarkinum. Við øðrum orðum var slóðbrótandi niðurstøðan, at meditatión hevði sett fysisk spor í heilanum