Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 12 VIKUSKIFTI KOLTUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Rætt skal vera rætt, og best er at siga tað beinanvegin. Orðini í yvirskriftini eru ikki míni. Koltur tur/retur. Hetta er heitið á einum lag hjá Holger Laumann, ið er á plátuni Mosaik. Holger Laumann var føroyavinur og tónleikari og spældi á mongum føroyskum útgávum. Heitið hóskar tó sera væl til ferð­ir­ nar, sum Norðlýsið ger hvønn hósdag út í Koltur. Farið verður úr Vágsbotni klokkan 13:00, og so verður siglt út í Koltur. Har kunnu ferðandi so hyggja seg um í nakrar tímar, alt eftir hvat stund­ir eru til, innan leiðin gongur heim aftur. Talan er um eina ferð við passaligum steðgi. Aftur og fram. Tur/retur. Huglagið Fyri viku síðani legði Norðlýsið aftur út á bylgjuna bláu, við kós móti Koltri, eins og gjørt verður hvørja viku. Hóast hvítt í støðum, so var kenslan góð, tá bláa skútan stevndi móti Glyvursnesi. Birgir Enni, navnframi og karis­ matiski skiparin, ið júst var afturkomin av ferð við seglbáti í Hetlandi, heilsaði ferða­fólkunum við gerandispráti, meðan hann eisini greiddi frá frá trygd­ ini umborð. Skipari og góða manningin fingu góða huglagið fram, og hóast veðrið hendan hósdagin var serføroyskt, so sást Koltur í eygsjón, og spenningurin vaks um­borð. Ferðandi hendan dagin vóru bæði útlendsk ferðafólk, men eis­ini før­oy­ingar, ið ferðast í egnum landi. Bjørn sigur frá Koltur var einaferð stórt pláss, tí fyrr kravdist nógv fólk, um landbrúk og van­ligi føroyski gernadisdagurin við djórum, velting og hoyggi, skuldi rigga. Í dag býr fólk á oynni, tá festari er har úti. Bjørn Patursson hevur verið festari, bóndi, í Koltri. Hendan dagin var hann í Koltri og tók ímóti ferðafólki, og greiddi frá oynni. Ferðin er beinanvegin ein onnur, tá ein soleiðis stendur á útoyggj, og bóndin, frásøgumaðurin, hevur eisini bæði beinini á jørðini og ein kennir tað, sum sjálvt kropsrútman, pulsurin, fer niður her úti á grønu oynni við fáu hús­unum. Vit fáa at vita um søgu, hús og um navnframa bátasmiðin Niklas í Koltri. Tveir býlingar eru, Norði í Gerði og Heimi í Húsi. Húsini Norði í Gerði eru bygd í 1800 árunum og upprunaliga vóru 4 hús, men síðani er eina húsið dag­ført so við og við, og stendur í dag sum eitt nútíðar hús. Heima í Húsið er gamli býlingurin. Hann er settur í stand og stendur í dag sum hann sá út fyri nøkrum hundrað árum síðani. Tað er Maersk, ið hevur latið pening til arbeiðið. Hetta er byrjanin til eitt útisavn, ella eitt sonevnt frílandsfornminnissavn. Og væl tekur býlingutin seg út og søgan er áhugaverd. Hetta er elsta búseting á staðnum og kanska millum elstu í Føroyum. Øll hesi Við Norðlýsinum út í Koltur. Eitt stásiligt far, ið gevur ferðini heilt serligan dám, og áðrenn ein veit av, er ein komin úr býarmeldrinum, og gongur úti í Koltri. Á fannhvítum sandi. Á útoyggj, har ikki vendst aftur, fyrr enn skiparin gevur boð um, at tíð er at koma umborð aftur á bláa seglskipið Koltur tur/retur