Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 13 aldar­gomlu húsini hava nøvn, t.d. Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Gamalt bøn­hús stendur har, og annars eru øll út­hús­ ini, sum hoyra til slíkan býling, hjallar, neyst og annað. Nógv er at síggja og nógv er at greiða frá. Men fólk sleppa eisini sjálvi at reika og kanna, og ein kennir seg fluttan ár aftur í tíð, tá ein gongur mill­um hesi flottu gróthús, og inni er alt, sum tað var í forn­ari tíð. Rokkur, grúgva og koyggj­ur og moldgólv. Fannhvít sandstrond Tað tekur 5 - 10 minuttir at ganga mill­ um býlingarnar, og tey, ið orka og hava hug, kunnu ganga sær ein túr niðan á oynna. Millum býlingarnar báðar er eitt, ið neyvan sæst aðrastaðni í Føroyum. Tað er fannhvíti sandurin og hesin ljósablái sjógvurin útfyri. Hesin liturin, ið bert sæst á strondum í suðurlondum. Ein freist­ast at siga, at tá ein sær hesa sjón, so mangla bara pálmatrø. Hetta er av sonn­um ein rár sjón í Føroyum. Um ein ivast og undrast, tá fólk siga, at tað er eksotiskt í Føroyum, so hevur ein ikki verið á fannhvita paradísinum í Koltri, og fingið sand millum tærnar, og runnið undan aldum, ið tutla á hvítum sandi. Og tað ger ikki upplivingina á hvíta sandinum verri, at útfyri liggur Norð­lýsið. Myndin er fullkomin, og hugurin reikar til caribiskar hug­ myndir, sjórænarasøgur, fyri ikki at siga vælkendar lýsingar fyri Bounty sukur­látu. Í Koltri eru tey klár at taka ímóti ferðafólki og, mótvegis mongum øðrum støðum í landinum, so er nýtt og reint wc til ferðafólk, og hetta er av sonnum nakað, ið er minstamark, um ein bjóðar seg fram. Men hevur ein hinvegin roynt Føroyar sum ferðammannaland, so veit ein av royndum, at slíkt er ongn sjálv­ fylgja í Føroyum, og tí verður slíkt virðis­mett. Lættari lív Eftir hóskandi steðg á oynni, er tíð at leita umborð aftur á Norðlýsið. Kósin verður sett aftur móti Streymoynni og nútíðini. Ein kennir, hvussu pulsurin aftur tekur við og trongdin til at greiða øðrum frá hesum paradísi á jørð ger seg galdandi. Men enn ber bert til at njóta heimferðina, meðan segl verða sett, og Norðlýsið ríður trygt og á heimasjógvi á heimleið við ferðandi, sum í huganum er tyngd við eini uppliving, ið gevur bar­last, so lívið kennist lættari. myndir: Dagfinn olsen