Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 14 VIKUSKIFTI Sera vónbrotnir danir lagt til rættis: Rólant Waag Dam Meðan vit í Føroyum fegnast um frálíka úrslitið, sum U21-landsliðið syrgdi fyri mikukvøldið, so eru danir ógvuliga foyir. Vit hava hugt í danskar miðlar, sum skriva soleiðis um avrikið: Bold Tveittu kostnaðarmikil stig burtur Nógv vitjaða danska heimasíðan bold.dk skrivar, at alt gekk sum ætlað, tá stóri áleyparin hjá Brøndby, Simon Makienok Christoffersen, legði Danmark á odda í 42. minutti. Men tíverri spilti Róaldur Jacobsen dønum spælið, tá hann javnaði tríggjar minuttir fyri leiklok. DR Skuffandi dystur hjá U21-landsliðnum Undir yvirskriftini »Skuffandi dystur hjá U21-landsliðnum« umrøður DR dystin sum ein, ið bara skuldi vinnast. Hetta verður millum annað grundað á, at Føroyar undan dystinum einans høvdu fingið tvey stig, meðan Danmark stríddist fyri at røkka oddasessinum í bólkinum EkstraBladet U21 var eitt stórt vónbrot Sama kvøld, sum danska A-landsliðið skuffaði við tapi fyri Slovakia, megnaði yngra ættarliðið av landsliðsleikarum ikki at birta upp vón um, at tað fer at gangast donskum fótbólti betri í framtíðini. Danska U21-landsliðið misti nevniliga tvey ógvuliga avgerandi stig mikukvøldið, skrivar EkstraBladet. Sportenkort Danskir dreingir fingu javnleik Alt bendi á, at Simon Makienok fór at verða matchvinnari. Tíverri gjørdist tað ikki soleiðis, tí Føroyar javnaðu til 1-1, skrivar sportenkort.dk. Tipsbladet U21 miseydnaðist í Føroyum Tipsbladet staðfestir, at danska A-landsliðið fall fullkomiliga til jarðar í venjingardystinum í móti Slovakia. Tíverri gekk tað lítið frægari hjá U21-landsliðnum, skrivar blaðið, ið umrøðir javnleikin sum einki minni enn eina sensatión. TV2 Danskt vónbrot í Føroyum Ætlanin hjá landsliðsvenjaranum Morten Wieghorst sá út til at halda, tá danska U21-landsliðið kom á odda stutt fyri hálvleik, men Føroyar javnaðu tríggjar minuttir fyri leiklok, staðfestir TV2 turrisliga undir sigandi yvirskriftini »U21- danskere floppede mod Færøerne«.