fríggjadagur 17. august 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
10
vikutíðindi
Fer glaður til arbeiðis
á Akstovuni hvønn dag
– Virkisvirðið hjá Akstovuni er trygd, tænasta og trivnaður. Grundleggjandi arbeiða vit
fyri størri trygd í ferðsluni, samstundis sum vit ynskja at veita eina skjóta, góða og rætta
tænastu og skapa trivnað fyri starvsfólk okkara, sigur Jákup Jacobsen, stjóri
Vilmund Jacobsen
57 ára gamli, Jákup Jacobsen, sum
hevur verið stjóri á Akstovuni síðan á
heysti í 1997, er føddur og uppvaksin
í Porkeri. Hann tók realskúlaprógv í
Vági í 1972 og fekk sína skrivstovu
útbúgving á Fútaskrivstovuni í 1975.
Men hetta er ikki einasti lærdómur,
sum hann hevur. Jákup hevur bæði út
búgvingar og drúgvar og fjølbroyttar
arbeiðsroyndir.
Í 1979 gjørdist hann útbúgvin løg
reglumaður á Politiskúlanum í Keyp
mannahavn. Hann hevur eisini tikið
merkonomskeið í virkisbúskapi og
leiðslu á Føroya Handilsskúla, eins og
hann hevur tikið grundskeið í lóg og
ríkisrætti.
Eisini í vinnuni
Vikublaðið spurdi Jákup Jacobsen, hvør
leiðin hjá honum hevur verið fram til
starvið sum stjóri á Akstovuni.
– Mín starvsleið byrjaði hjá fút
anum og løgregluni, har eg var í 10 ár.
Síðan arbeiddi eg á Føroya Fiskasølu
í eini 15 ár.
Jákup sigur, at tá fiskivinnan
miðskeiðis í nítiárunum var í stórari
kreppu, og alt var so ótrygt, byrjaði
hann at hyggja seg um eftir nýggjum
møguleikum.
– Tá høvi beyðst á heysti í 1997,
søkti eg starvið sum stjóri á Akstovuni,
sum tá bar navnið Bileftirlit Føroya.
Eg fekk starvið, og sjálvt um nógv er
at gera, og tað leikar hart á viðhvørt,
fari eg við gleði til arbeiðis hvønn dag
og trívist væl í starvinum.
Dagligu uppgávurnar hjá stjóranum
á Akstovuni eru í fyrsta lagi at leggja
arbeiði á stovninum til rættis, og hetta
verður gjørt saman við trimum dugna
ligum deildarleiðarum.
– Eg havi eftirlit við, at uppgáv
urnar verða framdar, og at tillutaðar
játtanir verða hildnar. Aðrar uppgávur
eru lógarfyrireikandi arbeiði á virkis
økinum hjá Akstovuni, at vera
sparringspartnari hjá leiðslu og
starvsfólki, og so fer ein partur av
tíðini til viðgerðir av kærum.
Trygd í ferðsluni
Hvussu sær so stovnurin – Akstovan
– út, og hvørjar eru uppgávur stovns
ins?
Her vísir Jákup Jacobsen fyrst á,
at Akstovan fekk nýtt navn, búmerki
og nýggjan samleika, sum tað verður
rópt, á heysti í 2005.
– Virkisvirði stovnsins eru trygd,
tænasta og trivnaður. Grundleggjandi
arbeiða vit fyri størri trygd í ferðsluni.
Samstundis ynskja vit at veita eina
skjóta, góða og rætta tænastu og at
skapa trivnað fyri starvsfólk okkara.
Á Akstovuni er nógv at gera, og
nógv viðskiftafólk koma á gátt hvønn
dag.
– Í meðal eru umleið 60 viðskifta
fólk í avgreiðsluni dagliga, umleið 40
fólk til sýn við bilinum dagliga og ein
rúgva av koyrinæmingum til teori
royndir og verkligar koyriroyndir.
Stjórin sigur, at uppgávurnar hjá
Akstovuni eru at fremja akfaraeftirlit,
at fremja akfaratøkniligar kanningar,
at umsita akfaraskráseting, at umsita
innkrevjing av vegskatti, umsita inn
krevjing av skrásetingargjøldum, stíla
fyri koyriroyndum, at útvega fólki koyri
kort, umsita skráseting av koyrikortum
– og at vera øðrum myndugleikum til
hjálpar í ferðslumálum.
– Vit hava høvuðsdeild í Havn,
deildir til bilsýn og koyriroyndir í
Klaksvík og á Tvøroyri og sýnshøll til
bilsýn í Saltangará og á Sandi, sigur
stjórin á Akstovuni, Jákup Jacobsen.
Fakta:
Navn: Jákup Jacobsen
Aldur: 57 ár
Hjúnarfelagi: Sunnva
Børn: Malan og Fríða
Starv: Stjóri á Akstovuni
Á Akstovuni
er nógv at gera, og
nógv viðskiftafólk
koma á gátt
hvønn dag