Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 60

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 16 Bilar Vikutema Sølan av persónbilum vaksin við 25 prosentum Hagtøl frá Akstovuni vísa tó, at saml­aða sølan av nýggjum akførum er vaks­in við 16,88 prosentum fyrstu sjey mán­að­ir­nar í ár í mun til sama tíð­ar­skeið í fjør. Tilsamans eru seldir 838 nýggj akfør í mun til 717, tað er eisini ein mun­ur upp á 121 akfør – ella sløk 17 pro­sent framgongd. Framrokna vit talið teir fyrstu sjey mán­að­ir­nar í ár, so verður sølan umleið 1450 per­són­bilar. Hetta er undir tí, sum rokn­að verð­ur sum eitt miðalár. Nát­úr­liga sølan eigur – sam­bært bila­søl­u­num ­– at liggja um 1700 bilar. Held­ur fram­gongd­ in í søl­uni fram næsta ár, so verð­ur bil­a­sølan í Føroyum á burðardyggum støði. Opel Adam og Adam Opel Opel hevur gjørt eina íløgu upp á um­leið 1,5 milliardir krónur í ein nýggjan bil, sum fær navnið Opel Adam. Bilurin er upp­ kal­l­að­ur eft­ir Ad­am Op­el, stovn­ara av verksmiðjuni. Bilurin hevur premieru á altjóða bil­fram­sýn­ingini í París, sum letur upp síðst í september, 150 ár eftir at Ad­am Opel stovnaði verðskiðjuna í Rüss­el­sheim í 1862. Opel Adam skal framleiðast á eini verk­smiðju í Eisenach í Týsklandi. Bilurin, sum er nakað minni enn Op­el Corsa, kemur á marknaðin fyrst í 2013. Adam Opel (1837 – 1895) Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu seldir 616 nýggir persónbilar, og tað eru 121 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ella ein vøkstur upp á 24,44 prosent Nýggjur Mazda premieru í Moskva Mazda sýna fram ein heilt nýggjan Mazda6 á altjóða bilaframsýningini, sum letur upp í Moskva tann 29. aug­ust. Hesin er annar Mazda, sum er fram­leidd­ur eftir nýggja Skyactiv- tøkn­ini. Talan er um eitt nýtt kon­sept við løttum, tryggum og um­hvørv­is­vin­ar­lig­um bilum. Nýggi Mazda6 verður sam­stund­is toppmodellið hjá Mazda. Mini Coupé við 211 hk Mini fæst í nógvum ymiskum útgávum. Her er ein Mini John Cooper Coupé við 211 hk. Hann koyrir frá 0-100 upp á 6,4 sekund og toppferðin er 240 km/t. Opel Adam kemur á marknaðin fyrst í 2013 Kia Ceed Næsta geratión av Kia Ceed verður ein smartur bilur við nýggja stílinum hjá Kia. Talan verður í fyrsta umfari um ein hatcback við fimm hurðum. Kia Ceed hevur verið ein væl umtóktur bilur, síðan hann kom á marknaðin, sum tann fyrsti familjubilurin við 7 ára garanti.