Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 59

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 15 Bilar Vikutema Astra er teknaður og designaður á høvuðssætinum hjá Opel í Rüsselsheim í Týsklandi, har serliga nógv er gjørt burturúr at gera bilin aerodynamiskan við minst møguligari vindmótstøðu. Bilurin er designaður í sama stíli sum tann størri Opel Insignia. Designið er nútímans, einfalt og smart. Í fínastu útgávuni við allari útgerðini sær Astra út sum ein limousina við t.d. kromlistum og øðrum detaljum. Innan er bilurin smartur við flottum designi og alulook-panelum. Astra Sedan er størri enn hatchback og hevur munandi størri viðførisrúm. Undirvognurin er uppbygdur eftir einum framkomnum konsepti, soleiðis at bæði fjaðraskipan og koyrieginleikar eru á sera høgum støði. Astra Sedan fæst við fýra ymiskum benzinmotorum frá 100 til 180 hk og tveimum dieselmotorum við ávikavist 110 og 130 hk. Báðir dieselmotorarnir koyra 27 km/l við blandaðari koyring. Astra Sedan er ein bilur, sum tekur seg væl út í ferðsluni. Frá Auto Service verður sagt, at bilurin kemur á marknaðin um árskiftið. Opel Astra Sedan Nýggi Opel Astra, ið higartil hevur fingist sum hatchback og stationcar, kemur nú eisini sum sedan og líkist nógv tí størra Opel Insignia Bilasølurnar Autoservice og Reyni Service bjóða bilafígging, sum er munandi lagaligari, enn tann renta, sum peningastovnarnir bjóða. Auto Service og Reyni Service bjóða kund­um, sum keypa nýggjar bilar, at fíggja bilin við rentu, sum er 4,8 pro­sent. Hetta er munandi lagaligari fígging, enn føroysku peninga­ stovn­ar­nir bjóða. Her liggur rentan frá 6,5 til 7,25 prosent, alt eftir, um út­jaldið er úr 20 prosentum og upp til 40 prosent í útgjaldi. Bankarnir bjóða 0,25 prosent í avslátti, um tú hevur biltrygging, frá teirra tryggingarfelag. Við 4,8 prosentum í rentu bjóða bilasølurnar Autoservice og Reyniservice landsins nógv bíligastu bilfígging Bjóða bíligastu bilfígging