Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 58

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 14 Bilar Vikutema Síðan Chevrolet Cruze kom á markn­ aðin fyri trimum árum síðan, hevur sølan av bilinum rættuliga tikið dik á seg, bæði her um okkara leiðir og úti í heimi. Bilurin verður seldur kring um í heiminum, sum ein luksusbilur til vanliga fólkið. Nú verður Cruze eisini at fáa sum stationcar, sum er umleið 8 cm longri enn sedan og hevur 500 litrar stórt viðførisrúm, sum kann víðkast til 1.500 litrar við baksetrunum niðri. Talan er um ein rúmligan stationcar við góðum plássi til fimm persónar og teirra viðføri. Bilurin hevur stóra baklúku, og lessihæddin er lág. Nú Cruze eisini verður at fáa sum stationcar, eru nakrar designbroytingar gjørdar í hesum sambandi. Samstundis kemur Chevrolet við einum nýggjum 1,7-litra dieselmotori við 130 hk og automatiskari start-stop skipan. CO2- útlátið er einans 119 g/km. Koyrieginleikarnir eru heilt í topp. Undirvognur og fjaðraskipan geva bilinum gott og trygt vegtak undir øllum koyriumstøðum. Cruze hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum. Cruze er ein flottur bilur bæði uttan og innan. Instrumentborðið er smart designað við bláum ljósi í vísarum og kontaktum og alu-look panelum. Chevrolet Cruze er bygdur yvir ein nýggjan Opel plattform. Talan er um ein bil, sum veruliga sær út av nøkrum. Designið er smart og í evropeiskum stíli bæði uttan og innan. Eisini kvaliteturin er á sera høgum støði. Cruze Station Wagon kemur á marknaðin í heyst. Cruze – nú eisini sum stationcar Chevrolet Cruze, sum er kendur fyri sína umfatandi útgerð og góða kvalitet, verður nú eisini at fáa sum stationcar