fríggjadagur 17. august 2012síða 66
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
22
vikustólurin
Telefonin besta uppfinning
Eg haldi ikki, at
Føroyar er so
keðiligar, og veðrið
hevur sína sjarmu
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Glað, stuttlig og nokkso treisk.
Hvat merki er bilur tín?
Eg eigi ongan bil, men eg eigi eina
kula gula Raleigh súkklu.
Hvat merki er telefon tín?
Hvít iPhone 4s, sum eg eri ógvuliga glad fyri.
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Mær dámar sera væl Frakland. C’est
trés bien! Seinasti túrurin í Paris vid
lítlu familjuni var einki minni. Berlin í
farnu viku var nú eisini wunderschön.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Ja, bíða líka.
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Humor, og annars heildini.
Hvat er tað fyrsta tú
gert um morgunin?
Eg seti altíð vekjaran nóg tíðliga, so
eg kann leggja meg aftur nakrar ferðir,
áðrenn eg veki restina av húsinum.
Hvat stressar teg?
Stressandi fólk, ið halda at einki ber til.
Hvør er yndislitur tín?
Eg brúki nógv svart, men blátt
er altso yndisliturin
Hvat gleðir teg?
Børnini og tey rundan um meg.
Glað og positiv fólk
Nær feldi tú seinast eitt
tár, og í samband við hvat?
Seinast eg hugdi í sjónvarp,
felli tár alla tídina.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Í farnu viku, tá ein vinkona, gjørdi sítt
fyri at eg fekk seinasta bóltin Mads
Nørgaard hevdi gjørt í avmarkari nøgd.
Tey høvdu bert ein eftir, og hann lá
á takinum í uttandurabásinum hjá
Mads Nørgaard. Nú eigi eg hann
Hvar arbeiðir tú?
Kunningarstovuni í Havn
Hvar ert tú um 10 ár?
Tað er ein góður spurningur, og eg havi
nógvar dreymar, men eg taki ein dag í senn.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Eg fekk bjóðað starvið fyri nøkrum
árum síðani og havi trivist væl. Tad er
nakad heilt serligt at arbeiða innan
júst hetta økið. Eingin dagur er líka og
avbjóðingarnar eru sera ymiskar
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Hvør dagur hevur sína søgu, og um summarið
er tad serliga stuttligt. Seinasta stuttliga
upplivingin var, tá fimtan fólk stóðu
klár í baðikápum vid baðidjórum undir
arminum og spurdu eftir varmakelduni.
Hvat lag er
heimsins besta?
Eg havi so nógv yndisløg, og hvørja ferð
eg hoyri eitt av teimum, sigi eg: ”Eg elski
handan sangin!” Serliga eru tað løgini hjá
The Cure, ið eru var so heppin at hoyra
live i summar. Og Depche Mode og ...
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Okay meðni, eg viðgangi tad,
telefonin! Hon kann næstan alt
Hvat hevur tú í
lummunum beint nú?
Einki, men haraftur ímóti havi eg eina
stóra tasku vid øllum møguligum í.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Jogurt?! Jogurt kann brúkast til mangt
og hvat. Seinast eg brendi meg av
sólini og veruliga ikki hevði annað enn
jogurt í nærheitini, riggaði tað væl.
Hvat er keðiligast við
Føroyum og hví?
Eg haldi ikki, at Føroyar er so keðiligar,
og veðrið hevur sína sjarmu, men
um eg skal finna okkurt...shopping á
alnótini! Einaferð keypti eg mær einar
ballerinaskógvar fyri 999,- og tá eg fór í
skógvarnar kostaðu teir 1.499,-...arg!
Hvussu ofta
speglar tú tær?
Tá eg fari gjøgnum morgunritualini
áðrenn eg fari út, og annars tá
eg komi framvið eitt spegl.
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Ov sjáldan, eg geri tað sum oftast
sjálv, tá tíðin er búgvin.
Navn: Súsanna Sondum
Tilboðið er galdandi so leingi goymslan røkkur,
tó ikki longur enn til 31. august 2012.
Bygma Balslev · Vegurin Langi · tel 34 50 00 · balslev@balslev.fo
www.balslev.fo
Handverkarabúðin
Bygma IS T 1625 mPB
duSTSúgvarI
Ein einfaldur og kraftigur
industridustsúgvari.
Spar 50000
NÚ 349900
Bohle glaSlyfTarI
Við 3 súgvikoppum.
Kann lyfta upp til 80 kg.
Spar 35000
NÚ 59900
Byggibúðin
mán-hós .. 9:00 - 17:30
frí .............. 9:00 - 18:00
ley ............ 9:00 - 13:00
Timburdeildin
mán-frí .... 8:00 - 17:00
ley ............ 9:00 - 13:00
handverkarabúðin
mán-frí .... 8:00 - 17:00
ley ............ stongt
oPIð er SoleIðIS:
gólvdeildin
mán-frí .... 8:00 - 17.00
ley ............ 9:00 - 13.00