Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 65

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 21 vikutíðindi Hilmar Jan Hansen Eftir at ferðalagið var lent á flog­vølli­ num í Reykjavík við Airbus-flog­far­i­ num hjá Atlantsflogi, fór ferðalagið við bussi inn í býin, og blivu øll sett av nærhendis nýggja mentunarhúsið, Hörpu. Vit, sum vóru so heppin at vera í fylgi við Jógvani Arge, fingu bein­an­ vegin kósina setta yvir ímóti Tryggva­ g­øtu, har ein heilt serligur pylsu­ vognur stendur. Sjálvur gekk Jógvan á odda yvir til Bæjar­ins Beztu Pylsur og helt fram at diski­num, har hann bílegði eina pylsu við øllum – eins og hann nú hevur gjørt tað í júst 50 ár. Tann, sum hevur skriv­að hesar reglur, helt eitt sindur av há­tíð­ar­dámi vera yvir løtuni og bílegði sær eisini eina pylsu, so tað bleiv til eitt sindur av jubileumspylsuáti framm­an fyri eyðkenda reyða pylsu­ vogn­in. – Hetta við hesi pylsuni stavar frá túri­num, vit gjørdu við dreingjaliðnum hjá HB í Íslandi í 1962. Her hevur altíð verið hesin pylsuvognurin, sum eitur Bæjar­ins Beztu Pylsur, og hetta var eitt av okkara føstu tilhaldsstøðum, tá vit vóru henda túrin í Íslandi, greiðir Jógv­an frá. – Eitt annað stað var Hress­ing­ar­ skálinn, har vit fingu kaffi og pannu­ køkur, og so var tað hesin pylsu­vogn­ urin niðri við keiina, ið var eitt stað, har sum øll ung – og kanska eldri við – komu og keyptu sær pylsur. Hetta við at keypa eina pylsu her, hevur so verið ein siðvenja hjá mær síðani 1962, og hvørja ferð, eg eri í Reykjavík, skal eg fram­við hjá Bæjarins Beztu Pylsur at fáa hesa pylsuna. Ikki tal á dystunum Tað vóru ikki bara dreingirnir hjá HB, sum vóru í Íslandi hesa ferðina í 1962, tí eisini landsliðið var har yviri og skuldi spæla fyrsta dystin ímóti ís­ lendingum í Íslandi. So nú Jógvan aft­ ur var í Reykjavík mikudagin, var tað eisini í so máta ein rundur dagur, tí júst 50 ár eru liðin, síðani fyrsti lands­ dysturin millum grannatjóðirnar báðar á Laugardalsvøllinum varð spældur. – Landsliðið fekk ein avsmurning upp á 10-0, men tað hjálpti upp á tað, at dreingjaliðið hjá okkum hevði góð úrslit, so vit komu vælnøgdir heim­ aftur, eftir at hava verið runt um í Ís­landi í tríggjar vikur, sigur kendasti út­v­arpsmaður okkara. Dysturin mikukvøldið, sum ís­lend­ ingar vunnu 2-0, var nummar 24 í røð­ini, og Jógvan hevur verið mangar ferð­ir í Íslandi í fótbóltsørindum. Tó hev­ur hann ikki upp á standandi fót tal á, hvussu nógvar av landsdystunum mill­um Føroyar og Ísland, hann hevur sæð, men veit, at teir eru nógvir. – Men eg veit ikki, hvussu nógvar dystir, eg havi sæð, men teir munnu hava verið nakað nógvir, sjálvt um onkr­ir duttu burturímillum í 80-un­ um, tá Magni fór avstað í staðin. Men eg sá annars eisini tann fyrsta mill­um Føroyar og Ísland yvirhøvur, sum var í Gundadali í 1959. Tá vunnu íslend­ ingar 5-2, men vit hildu tá, at vit klár­aðu okkum bara heilt væl, greiðir Jógv­an frá. – Eg var so fyrstu ferð sum 20 ára gamal og varpaði landsdyst út í Ís­ landi í 1967, tá eg enntá kom at sita til borðs saman við útvarpsstjóranum og tónleikastjóranum í íslendska út­ varpi­num, ið bóru meg á lógvum. Eisini eri eg komin at kenna eina rúgvu av tekn­ikk­arum og øðrum góðum fólki, og altíð tóku teir okkum føroyingar fram um aðrar, tá kapping var um at slep­pa fram at teknikkinum. hilmarjan@sosialurin.fo Besta pylsa í býnum Tá landsliðið mikudagin var í Reykjavík, var Jógvan Arge – sum ikki einaferð – við í ferðini, og hann er uttan síðustykki tann, ið hevur sæð flestar dystir millum Føroyar og Ísland gjøgnum árini. Men fyrst á skránni í Reykjavík er altíð ein serlig pylsa! Tað eru 50 ár, síðani Jógvan Arge fyrstu ferð stóð við pylsuvognin Bæjarins Beztu Pylsur í Reykjavík, so pylsan mikukvøldið má sigast at vera eitt slag av jubileumspylsu Mynd: Hilmar Jan Hansen Mýggja­ biti ger av við fólk í USA Tað er undantaksstøða í býnum Dallas í Texas, nú eitt slag av mýggjabita hevur tikið lívið av í minsta lagi 14 fólkum higartil í ár. Tað skrivar BBC Mýggjabitin er av slagnum, culex quinquefasciatus, sum neyv­ an sigur vanligum føroyingi ser­liga nógv. Virusið, sum hann gevur av sær, gongur undir navni­num, West Nile Virus - og stavar frá fugli. Virusið verður flutt yvir á mýggja­bita av nevnda slagi, sum síðan førir tað víðari yvir á menni­ skju. Higartil í ár eru 700 dømir úr USA um, at smitta er borin yvir á menniskju. Hetta er størsta tal síðan 2004. Býurin Dallas upplivir í løtuni eina stóra útbreiðslu av virusi­ num, sum verður borið av mýggjabitanum, culex quinque­ fascia­tus. West Nile-virusið fer helst at elva til fleiri sjúk fólk - og vænt­andi eisini deyðsføll - aftrat. Fólk í Dallas er biðin um ikki at vera úti í sólarrisi – og sólsetri, og tey vera biðin um at brúka nógv mýggja­bitaspreið. Myndugleikarnir í Dallas royna eisini at brúka okkurt slag av luft­ spreiði í royndini at drepa fongdu mýggjabitarnar. Tiltøk eru eisini sett í verk í øðr­ um pørtum av USA, eitt nú í New York og Sakramento. Úr heili 42 statum í USA eru frá­boðanir komnar um fongdar fuglar, mýggjabitar og menniskju, og 80% av fráboðanum eru kom­ nar úr Texas, Mississippi og Oakla­ homa. Myndugleikarnir vita ikki við vissu, hvør orsøkin er til brádligu út­breiðsluna, men teir halda, at hetta kanska hevur samband við ein mildan vetur og eitt vátt vár. Sjúkueyðkennini eru høgur fepur, viknandi sjón – og lamni. Í øðrum førum, har har minni sæst til eyðkennini, er talan um høvuð­ pínu og útslett.