Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 64

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 20 Bilar Vikutema CX-5 er fyrsti Mazda, sum er fram­ leiddur eftir nýggja Skyactiv-tøkn­ ini. Talan er um eitt nýtt kon­sept við løttum, tryggum og umhvørvis­vinar­ ligum bilum, sum eru ein uppliving at koyra. Allar útgávurnar hava t.d. nýggjar framkomnar motorar, gir­kass­ ar og undirvogn. Alt hetta gevur minni CO2-útlát, minni nýtslu av brennievni og tryggari koyring. Bilurin fær sera góða umtalu frá evro­peiskum motorjournalistum. Hann er rúmligur sum ein stationcar og øko­ nomiskur sum ein minibilur. Viðføris­ rúmið rúmar yvir 500 litrar, og við baksetrunum niðri verður vørurúmið tilsamans 1620 litrar. Innrættingin er liðilig og alt er gjørt í besta kvaliteti, sum Mazda eru kendir fyri. Hóast bilurin er lættur og økonomiskur er ikki spart upp á ljóð­ doyving og trygd. CX-5 fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Core, Vision og Optium, sum er tann best útgjørdi. Hvat koyrieginleikum viðvíkur virkar Mazda CX-5 sum ein størri bilur at koyra. Hann hevur gott vegfesti og er fullkomiliga tryggur at koyra við undir øllum koyriumstøðum. Reinir motorar Mazda CX-5 fæst við reinum og øko­ nomiskum bensin- og diesel­motorum. 2.0 bensinmotorurin hevur 160 hk og dieselmotorarnir eru: 2.0 við 150 hk og 2.2 við 175 hk. Bensinmotorin koyrir upp til 16,7 km/l og dieselmotorarnir koyra upp til 21,7 km/l við blandaðari koyr­ing. Snú­ningsmomentið á størra diesel­ motor­inum er heilar 420 Nm við 2.000 snún/min. Bilurin fæst bæði sum forhjólsdrivin og sum 4x4, eins og hann eisini fæst við automatiskum girum. CX-5 verður framleiddur hjá Mazda í Hiroshima. Við betri kvaliteti, flottari designi og mest effektivu og reinastu motorum í sínum klassa er nýggi BMW-3 eitt gott boð upp á ein modernaðan og ele­gantan bil við sportligum designi. Í mun til forgangaran er hesin nýggi bæði størri og rúmligari við størri aksilfrástøðu, sum hevur við sær, at plássið á baksetrunum er sum í eini limou­sinu. Hóast bilurin er størri, er hann munandi lættari enn for­gangarin. Bilurin færst í fleiri útgávum sum bæði bensin og diesel. Sum dømi kann nevnast BMW 320ED við 163 hk dieselmotori ið koyrir 24,4 km/l í miðal við blandaðari koyring. Talan er eum eina serliga Efficient Dynamic út­gávu við stopp/start og nýggja Eco- Pro skipanini, sum hjálpir bilføraranum at spara brennievni undir koyring. Koyrieginleikarnir eru nakað heilt fyri seg í besta BMW-stíli. Tað vil siga, at undirvognurin og fjaðraskipanin eru ein so at siga fullkomin eind. Hvat útgerð viðvíkur fæst bilurin útgávunum: Sport Line, Modern Line og Luxury Line, sum er tann fínasta út­gávan. BMW-300 fæst eisini við 8-trins automatgearkassa. Plettskot frá Mazda Sportligur og reinur BMW Mazda CX-5 er ein bilur sum bæði sær út av nøkrum og er nakað heilt serligt. CX-5 er ein nýggjur bilur, ið er bygdur upp eftir eini nýggjari framkomnari teknologi Nýggja 300-serian hjá BMW er komin á marknaðin sum ein størri og rúmligari bilur við flottum desigi og reinum, økonomiskum og kvikum motorum. Dieselútgávan koyrir upp til 24,4 km/l Vegurin Langi , FO-188 Hoyvík, tel. 359700, www.bilasolan.fo Smiðjugerði 4, FO-100 Tórshavn, tel. 308080, www.nordcar.fo Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík Prísur úr kr. 283.850,- Prísur úr kr. 369.000,- Nýggi BMW 300 má upplivast. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Nordcar í Smiðjugerði. nordcar