Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 70

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 26 vikutíðindi Leo Poulsen Mangt broytist á mansins ævi. Soleiðis sigur orðatakið, og tað er serstakliga rætt fyri Ólav Olsen. Tí tað er nógv vatn runnið í ánni, síðani pápi Ólav Olsen, Carl Herup Olsen, saman við Poul Als Jensen og B. Husted- Ander­sen stovnaðu heilsøluvirksemi í Bók­bindaragøtu 1. september 1950. Heilsølan fekk navnið Farodane, og fekst fyrstu tíðina við at innflyta mat­ vør­ur og útflyta fiskavørur. - Fyrstu árini var smátt við peningi, og tí var ofta goldið við fiskavørum, sig­ur Ólavur Olsen. Hann sigur, at pápin hevði verið so hygg­in, at keypa eitt grundstykki við Ting­hús­vegin, og í 1953 stóð nýggjur bygn­ing­ur liðugur har. - Bygningurin var í trimum hædd­ um, og vit búðu ovast, skrivstovuhøli vóru í miðhæddini, meðan goymslan var í niðastu hæddini, sigur Ólavur Olsen. Farodane seldi matvørur og ger­ andis­vørur sum heild, men longu í 1954 fekk fyritøkan umboð upp á VW bilar og seldi kenda merkið heilt fram til 1975. - Eisini heilt tíðliga vóru skrivi- og roknimaskinur millum úrvalið hjá heil­ søluni, sigur Ólavur Olsen. Varð hangandi Hann varð liðugur sum student í 1962, og tá hann kendi seg skúlatroyttan, og fót tí at arbeiða hjá Farodane. Hann fall sera væl til í arbeiðinum, og fyrsta árið rann skjótt. - Eg hjálpti til, har á stóð. Eg var á goymsluni, koyrdi vøru út, tók móti bíleggingum, var sølumaður og keypti inn. Tað stóð mær skjótt greitt, at hetta var akkurát eg, sigur Ólavur Olsen. Fólk vóru meira liðilig tá, og øll kundu gera alt. Men tað var ikki nakað lætt lív. - Tað var strævi, tí hølini á Tinghúsvegnum vórðu skjótt ov trong. Tað var so skjótt, at vit høvdu goymslu í einum fýra hølum kring um í býnum, umframt at frystivøran var úti á Fiskasentralinum. Og alt mátti handast, tí eingin trukkar vóru tá, sigur Ólavur Olsen. Úrslitið var, at hann blev hangandi í fyritøkuni, ikki heilt uttan orsøk. - Tað lá líka sum í luftni, at eg skuldi taka yvir, tá tann tíðin kom, sigur Ólavur Olsen. Nógv broytt Hølisviðurskiftini gjørdust eftirhondini so ótolandi, at leiðslan í 1979 tók avgerð um at byggja nýggj hølir uppi í Hoyvík. - Kommunan var tá byrjað at flyta heilsølur og aðrar fyritøkur av keiini niðan á Háls, og eftir drúgva umhugsan gjørdu vit av at byggja uppi í Hoyvík, sigur Ólavur Olsen. Teir høvdu lagt seg á rokni- og skrivimaskinur aftrat vanligu heilsøluvørunum, og í 1973 byrjaðu so kopimaskinurnar at koma fram. - Vit vóru við har eisini beinanvegin, og sum tíðin leið vaks úrvalið innan skrivstovuútbúnað. Tá bygningurin í Hoyvík stóð liðugur í 1980 varð mett, at hann var so ivaleysa stórur í mong ár fram í tíðina, men tað gingu bert nøkur fá ár, so stóðu vit á einum vegamóti, sigur Ólavur Olsen. Hann tók við sum stjóri eftir pápan í 1983, men pápin helt tó fram sum nevndarformaður. - Vit vórðu noyddir at taka eina støðu, tí plássið var alt ov lítið. Úrvalið innan skrivstovuútbúnað var støðugt vaksið, tí eftirspurningurin eftir øðrum enn rokni-, skrivi- og kopimaskinum var alsamt vaksandi. Og í 1987 var tíðin komin til at velja, sigur Ólavur Olsen. Valið stóð millum at halda fast um jupprunakonseptið sum vanlig kolonial heilsøla, ella at skera tann partin burtur og halda fram við skrivstovuútbúnaði burtur av. - Vit valdu skrivstovuútbúnaðin, hóast hetta merkti, at vit valdu 60% av umsetninginum frá. Men tað er ein avgerð, vit ongantíð angraðu, sigur Ólavur Olsen. Menning Eins og pápin hevði valt at lata stjórastarvið til Ólav í 1983, valdi Ólavur sjálvur at lata sonin taka yvir 20 ár seinni. - Eg legði frá mær sum stjóri í 2003 og læt eldra sonin, Rolf, taka yvir. Men eg helt kortini fram við at arbeiða í fyritøkuni og gjørdist eisini nevndarformaður, sigur Ólavur Olsen. Eftir at pápin, Carl Herup Olsen, doyði í 2004 samdust tey fimm systkini um, at selja fyritøkuna, og tað var íløgufelagið Løkir, sum í 2007 keypti Farodane. - Felagið legði Farodane og Com-Data saman, og seinni kom so Sendistovan upp í samtakið og nøkur ár seinni aftur Atlantstøkni. Men tú kanst siga, at Farodane framvegis á ein hátt er á lívi, tí upprunaliga hevði Farodane partafelagsnummar 49, og tað er júst hetta partafelagsnummar, sum Nema hevur, sigur Ólavur Olsen. Tað eru 62 ár síðani, at tríggir framskygnir menn stovnaðu Farodane, og í 50 av árunum, hevur Ólavur Olsen verið í starvið hjá fyritøkuni. Ólavur Olsen 50 ára starvsdag Komandi fríggjadag verður móttøka hjá Nema í sambandi við, at Ólavur Olsen hevur 50 ára starvsdag. Hann byrjaði í 1962 hjá Farodane, og er nú projektleiðari av stórinnbúgvi hjá Nema Fríggjadagin verður móttøka fyri Ólavi Olsen, sum hevur 50 ára starvsdag hjá Farodane og Nema Mynd: Leo Poulsen