fríggjadagur 17. august 2012síða 71
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
27
lýsing
PAM
Offshore Service
www.mest.fo
Virksemið hjá PAM er økt nógv seinasta árið og tørvur er tískil á, at
styrkja um fyrisitingina hjá okkum. PAM er ein partur av MEST sam-
takinum og eru starvsfólkini í fyrisitingini tengd at báðum feløgunum.
Sostatt kemur tú at loysa uppgávur fyri bæði PAM og MEST.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
- Samskipan av ferða- og manningarætlanum hjá PAM starvsfólkum.
- Samskifta við starvsfólk og kundar hjá PAM.
- Halda skil á og dagføra allar skrásetingar og loyvir hjá starvsfólkum
hjá PAM.
- Bókhaldsuppgávur:
- Bóka bankar og bókhaldsskjøl
- Avstemma bankar og kreditorar
- Gjalda kreditorar
- Gera sølufakturar
- Telefonavgreiðsla.
- Skrásetingar og hagtalsgreiningar.
Førleikar og eginleikar
- Hevur hóskandi útbúgving ella royndir innan fyrisiting og bókhald.
- Góðar førleikar at samskifta á norðurlendskum í skrift og talu,
umframt førleikar í enskum.
- Góðan teldukunnleika í Microsoft Office-pakkanum (serliga Word,
Excel og Outlook).
- Navision kunnleiki er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
- Ert ágrýtin og hevur góðan røkjuskap.
- Klárar at arbeiða sjálvstøðugt.
- Hevur góð samstarvsevnir og góðan tænastuhugburð.
- Áhuga í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.
- Fús/ur at taka eyka tørn, eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Lønin verður eftir avtalu.
Spurningar um starvið kunnu stílast til:
Kaysten Rasmussen, fíggjarleiðara á tlf 791193,
teldupost: kaysten.rasmussen@mest.fo.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 29/8 2012.
Umsóknir við avritum av CV og viðkomandi
skjølum skulu sendast til:
P/F MEST
Viðv: Starvsumsókn til fyrisitingina
J.C. Svabosgøta 31
100 Tórshavn
ella sum teldupostur til:
kaysten.rasmussen@mest.fo.
Í MEST samtakinum, sum fevnir um MEST og PAM,
starvast í løtuni umleið 220 starvsfólk. Felagið hevur
deildir í Tórshavn, Runavík og á Skála. PAM veitir
man-power tænastur til skipa- og oljuvinnuna.
Virksemið fevnir um útleigan av royndum starvs-
fólkum, so sum elektrikarar, sveisarar, verkfrøðingar
og hjálparar, ið starvast í olju- & sjóvinnuni kring um
í heimi, bæði On- & Offshore og umborð á skipum.
Starvsfólk til fyrisitingina
hjá PAM Offshore Service
Vit sóknast eftir einum dugnaligum starvsfólki til fyrisitingina hjá PAM og MEST.
PAM Offshore Service er partur av MEST samtakinum.
Tann 24. august eru 50 ár, síðan Ólavur Herup Olsen settist við arbeiðs borðið hjá Farodane,
nú Nema. Heilt síðan at Bill Gates gekk í kon firmatiónsbuksum og Apple var ein frukt,
hevur hesin stillføri maður møblerað ta føroysku skrivstovuna við stólum og tólum, ið
siga spar tvey til dagsins tørv. Hevur fylgt við øllum, sum hevur rørt seg úti í heimi, og ført
tíðarinnar frambrot heim til Føroya. Frá einglablóði og karakterfullum skrivimaskinum til
pappírleysa samfelagið og ljóðleysar smoothies av teldum.
Virkin, vinaligur og vitugur. Hvønn dag í samfull 50 ár.
Fríggjadagin 24. august klokkan 15–17 bjóða vit til almenna móttøku hjá Nema á
Smyrilsvegi 5, har høvið verður at heilsa upp á Ólav.
Verið øll hjartaliga vælkomin.
Almenn móttøka
Ólavur
Herup Olsen
50 ára starvsdag