fríggjadagur 17. august 2012síða 72
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
28
vikutíðindi
Veðurgudarnir vóru sera blíðir við fyrireikararnar
av ovastevnuni hesaferð.
Tað gjørdist av allarbesta veðri sum tað leið
út á dagin, og summir mans gingu runt í berum
yvirkroppi, meðan aðrir lupu til sjós at svimja.
Tiltøkini vóru mong til bæði vaksin og børn, og
fólk hugnaðu sær óført.
Her á síðuni eru nakrar myndir frá ovastevnuni
2012, men tað sigur seg sjálvvt, at stevnan rúmaði
so øgiliga nógv meira enn her er pláss at vísa.
Myndir: Leo Poulsen
Ovastevna í fínasta veðri
KÍ kvinnur vunnu í
farnu viku størsta
føroyska sigurin í
altjóða fótbólti, tá
ið tær knústu al
banska mótstøðu í
Champions League
kapping á Kypros
KÍ er einasta felag, sum hevur luttikið
í øllum 12 Champions League kapp
ingunum fyri kvinnur. KÍ hevur vunnið
kvinnudeildina hvørt ár, síðani UEFA
gjørdi meistarakapping fyri kvinnulið,
og KÍ hevur eisini luttikið í kappingini
á hvørjum ári.
Í farnu viku var innleiðandi kapping
á Kypros, har KÍ spældi tríggjar dystir.
Fyrsti dysturin, sum var ímóti kyprot
isku gestunum í Apollon, endaði við
greiðum tapi.
Í øðrum dysti gekk munandi betur
hjá KÍ, sum spældi ímóti liði úr Ukraina.
KÍ legði seg á odda við máli, sum Sofia
Purkhús gjørdi, og tað var ikki fyrr enn
væl inn í seinna hálvleik, at ukrainska
liðið svaraði aftur. Fyrst vóru KÍ kvinn
urnar óhepnar at gera sjálvmál, og
løtu seinni skoraði Kharkov til 2-1,
sum gjørdist úrslitið av dystinum. KÍ
kvinnurnar vóru sera vónbrotnar eftir
dysturin, tí teirra framúr avrik rakk ikki
til nakað stig.
Í triðja og seinasta dystinum
spældi KÍ ímóti Ada Velipoje úr Al
bania. Albanska liðið hevði tapt stórt
í teimum báðum fyrru dystunum, og
liðið fekk eisini eina føroyska flongju
við sær heimaftur.
Fyrra hálvleikur var nakað rótutur,
og Ada Velipoje legði seg á odda 1-0
eftir 10 minuttir. KÍ svaraði tó aftur
við tveimum málum fyri hálvleiks
steðgin. Í seinna hálvleiki var talan
um avhøvling av albanska liðnum, og
føroysku kvinnurnar skoraðu 9 mál
afturat. Sofía Purkhús skoraði 5 mál,
Maria K. Thomsen 4 og Rannvá B.
Andreasen 2. Og so gjørdist úrslitið
11-1 til KÍ.
KÍ endaði bólkaspælið við trimum
stigum fyri tríggjar dystir og gjørdist
nummar 3 í bólkinum. Kvinnurnar
skrivaðu tó søgu við størsta føroyska
sigri í altjóða fótbólti.
KÍ liggur aftur í ár einsamalt á odda
í kvinnudeildini, og leygardagin spælir
KÍ steypafinalu ímóti B36.
KÍ kvinnur vunnu søguligan sigur
KÍ vann ein og tapti tveir dystir í Champions
League undankappingini á Kypros
Nógv var til børnini at hugna sær við. Her koyra nøkur í toki,
meðan onnur hugna sær við at sigla við modellskipum
Hendan lítla diddan eitur Diana
Victoria – eins og báturin hjá Ova
Sum forkvinna í Stuðulsnevndini fyri
Svimjihyl í Nólsoy er altíð nóg mikið at
gera hjá Unn Sørinardóttir Perdomo