fríggjadagur 17. august 2012síða 74
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
30
vikuskemt / bát og bilur
Brimil enn einaferð á
Føroya Sjómannadegi
Manningini nýtist ikki at smæða seg við at vísa skipið fram,
og hetta hevur eisini verið gjørt við ymisk høvi
Vilmund Jacobsen
Brimil er eitt vakurt og sera vælhildið
skip og fólk, sum vitja umborð, undra
seg yvir, hvussu væl manningin er farin
um skipið hesi árini, tað hevur verið
partur av føroyska skipaflotanum.
Brimil hevur altíð riggað væl og
hevur roynst hollur til ymisku bjarg
ingar-og vaktaruppgávurnar, sum ver
ið hava á havinum síðan ár 2000.
Manningini nýtist ikki at smæða
seg við at vísa skipið fram, og hetta
hevur verið gjørt við ymisk høvi.
Nú Føroya Sjómannadagur var í
Klaksvík leygardagin, var Brimil eisini
við, og tað hevur hann eisini verið
onnur undanfarin ár.
Høvið hevur verið at vitjað um
borð, og eisini hevur Brimil luttikið í
vatnkríggi inni á vánni, sum børnini
elska.
Føroyingar kunnu vera errnir av at
eiga eitt slíkt skip sum Brimil, men ikki
minni errin eiga vit at vera av mann
ingini, sum øll árini síðan ár 2000 hev
ur tikið sær so væl av skipinum.
Brimil er sera væl hildin,
og seinasta leygardag var
hann partur av Føroya
Sjómannadegi í Klaksvík
Mynd: Dávur Winther
Fakta
Navn: Brimil (2000)
Smíðistaður/-ár:
Myklebust Mek.
Verksted, Noreg
Longd: 63,60 metrar
Breidd: 12,60 metrar
Maskina: Bergen
Diesel
Maskinorka:
5.452 HK
SKEMT
myndir
Bilurin hesa vikuna er ein Rambler
Classic árgang 1961 hjá Johannes
Berg. Bilurin er bláur við hvítum
taki og hevur nummarplátuna
Fø1288.
Hesin er ein stationcar til 7
ferðandi og koyrdi á bilstøðini
Auto. Fyrstu Rambler komu til
Føroyar í 1960. Rambler vórðu
framleiddir av American Motors
Corporation í USA.
Nógv er broytt á havnaøkinum í
Havn, síðan hendan myndin er tikin
av Molanum fyrst í 60-unum.
Rambler Classic frá 1961
Mynd: Poula Christiansen
Bilurin hesa vikuna
er fastur táttur í
Vikublaðnum: Lesarar
eru vælkomnir at senda
okkum gamlar myndir
saman við stuttum
teksti og upplýsingum
til adressuna:
maggi@sosialurin.fo