Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hevur tú eina føroyska heimasíðu, er møguleiki fyri, at ein altjóða bólkur av teldusníkum hevur hakk­að seg inn á síðuna. Bólk­urin, sum kallar seg Anony­mous, settu í nátt hol á eina her­ferð, har bólkurin fer eftir før­ oyskum heimasíðum. Or­søk­ in, til at Anonymous hakkar føroyskar heimasíður, er, at bólk­urin vil vísa sína ónøgd við at føroyingar drepa grind. - Hesir teldusníkarnir eru farnir inn á føroyskar heima­síður, hava funnið fram ymisk brúkaranavn og loyniorð, sum teir síðani hava lagt út á internetið til øll at síggja, sigur Poul Laust Christian­sen. Ymsar fyritøkur hakkaðar Sambært teldufrøðinginum eru eini 10 ymiskar heima­ síð­ur hjá føroyskum fyri­tøk­ um hakkaðar. Eitt nú Før­ oya Tele, Ven, Netavísin og Nordcar. Eisini gamla heima­ síðan hjá Rás2 hevur havt vitjan av óbodnu gestunum. - Teir hava funnið gomlu heima­síðuna hjá Rás2, sum annars ikki er sjónlig longur, og eru síðani farnir inn í lýsinga­skipanina. Her hava teir funnið brúkaranøvn og loyniorð hjá nøkrum av starvsfólkunum og lagt hesi á netið, soleiðis at øll kunnu síggja tað, greiðir Poul Laust Christiansen frá. Tað eru til­ vildarligar fyritøkur, ið hakk­ ar­arnir eru farnir eftir. - Tað eru ymiskar heima­ síð­ur, sum Anonymous hev­ ur hakkað seg inná. Tað ei­n­asta kravið sær út til at hava verið, at heimasíðurnar enda við .fo, sigur Poul Laust Christiansen, sum vísur á, at talan eru um ein bólk av teldusníkum, sum dugir fram­úr væl at sníkja seg ólóg­liga inn á heimasíður. - Eingin veit akkurát, hvørj­ir hesir teldusníkarnir eru, men eitt er sikkurt, og tað er, at teir duga væl at finna trygdarhol, sum teir so kunnu brúka fyri at hakka seg inn á heima­ síðuna, greiðir Poul Laus Christiansen frá. Bólkurin hev­ur áður víst, at hann kann gera ymiskt, sum eing­ in helt verða møguligt, eitt nú at sníkja seg inn á heima­ síður hjá stórum fyri­tøku­m sum til dømis Sony, PayPal og Wikileaks. Grindadráp orsøkin Tað, sum eyðkennir Anony­ mo­us, er, at teir gera slík­ar herferðir sum hesa fyri at vísa teirra ónøgd við eitt hvørt. Hesaferð fer Anony­ mous eftir før­oy­ing­um orsaka av grindadrápi. Á teimum heimasíðunum, sum bólkurin hevur hakkað, stendur at lesa á enskum, norskum og íslendskum, at bólkurin hevur hakkað síðu­na, tí teir ynskja, at før­ oyingar gevast at drepa grind. Eisini stendur í boðu­ num frá Anonymous, at hetta bert er byrjanin upp á herferðina móti grindadrápi, og at hetta ikki er tað sein­ asta, vit koma at frætta frá Anonymous. Boðini frá bólkinum liggja ikki neyð­tur­viliga á forsíðuni á heimasíðunum, og tískil kann vera trupult hjá fyri­ tøku­num at vita, um tær eru hakk­aðar. - Tað er ikki nakað, tú endiliga gerst varugur við beinan­veg, tú fert inn á tína heima­síðu, tí flestu staðni leggur bólkurin hesi boðini á onkra undirsíðu, sigur Poul Laust Christiansen, sum við­ mælir fólki at hyggja væl á allar undirsíður eisini, fyri at kanna um hakkararnir hava verið á síðuni. - Hetta er álvarsamt. Eitt er, at týdningarmikil brúkara­nøvn og loyniorð koma at liggja alment á inter­ neti­num, men eitt annað er, at tað er kostn­að­ar­mikið at rudda upp í telduskipanini, tá hesir teldusníkarnir hava gjørt um seg, greiðir Poul Laust Christiansen frá og leggur afturat, at fyri­tøk­ur kunnu ikki gera nógv annað enn at kanna, at eingi trygd­ ar­hol eru og síðani brúka meira orku upp á teldu­trygd- ina sum heild. Føroyingar álopnir av teldnusníkum Fleiri føroyskar heimasíður hava í nátt havt vitjan av óbodnum gestum. - Eg ivist ikki í, at heimasíður hjá fleiri fyritøkum eru hakkaðar, uttan tey vita av tí, og tað kann vera álvarsamt, sigur Poul Laust Christiansen, teldufrøðingur Boðini frá Anonymous: We have targeted your community because of the illegal whaling that goes on there. We want it STOPPED. For too long this has gone on, and day after day these poor innocent animals are slain for money and food. It´s a crime against nature to slaughter them in such a way, and it must END. These defacements are stage one of our operation, There is more to come.