Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Seinni í hesi vikuni fer Skrá­ seting Føroya at biðja skifti­ rættin avtaka ein hóp av før­ oysk­um fyritøkum. Hetta eru fyritøkur, sum ikki hava latið roknskapin fyri 2011 inn til tíðina. Kristin Balle, fulltrúi á skrá­setingini sigur, at hon ikki hevur nágreiniliga talið fyri, hvussu nógvar fyritøkur verða sendar skiftirættinum til tvingsilsavtøku í hesum um­fari. Men hon væntar at talan verð­ur um einar 100 fyri­tøk­ ur. 3000 fyritøkur Freistin at lata roknskapirnir inn til Skrásetingina var 1. juli. Tilsamans eru slakar 3000 fyri­tøk­ur í landinum, sum hava skyldu at lata roknskap inn, men tá ið freistin fór, mangl­aði Skráseting Føroya rokn­skapin frá heili 965 virkj­um og fyritøkum, sigur Kristin Balle. Sostatt er tað ein heilur trið­ing­ur av føroyskum virkjum og fyritøkum, sum ikki lata roknskapin inn til tíð­ina. Hon hevur áður sagt við Por­tal­in, at hetta er sum tað plag­a­r at vera, tó at hetta er eitt stórt tal av fyritøkum, sum ikki halda sínar skyldur á hesum øki. Kristin Balle sigur kort­ ini, at síðani 1. juli eru fleiri roknskapir lætnir inn aftur­ at, tí Skrásetingin fær rokn­ skap­ir hvønn dag. Skrásetingin hevur heim­ ild at senda virki og fyritøkur, sum ikki lótu roknskapin inn til tíðina, í skiftirættin við tí enda­máli at avtaka tey. Tey hava hugsað um, at besta feriutíð er í juli og tískil hava tey ikki gjørt álvara av áheita­n­ini enn. Men enn manglar Skrá­ set­ingin at fáa roknskapir frá 192 fyritøkum og tær fyri­tøkur, sum ikki hava lat­ ið roknskap, tá ið hendan vikan er farin, verða sendar í skiftirættin. Púra vanligt Útfrá teimum royndum tey hava, vænta tey, at slakir 100 roknskapir verða lætnir inn afturat og at tað sostatt verða einar 100 fyritøkur eftir, sum verða tiknar av. - Hvørt ár hava vit avtikið frá knøppum 100 til einar 130 fyritøkur um árið av tí at roknskapirnir ikki verða hava verið lætnir inn. Í so máta er árið í ár eitt púra van­ligt ár, sigur Kristin Balle. Hon sigur, at talan er um alt slag av fyritøkum. - Tær flestu eru smáar, men onkrar stórar eru eisini ímill­um, sigur hon. Hon sigur, at í onkrum fyri­tøkum er virksemið hild­ ið uppat og eigararnir brúka so hendan mátan at fáa felag­ið tikið av. Men í øðrum fyritøkum er virksemi og tey fáa so tríggjar mánaðir afturat at endur­reisa felagið aftur. - Men tað er eitt meiri um­fat­andi arbeiði, tí so skulu feløgini skrásetast av nýggj­um og tað kostar 5000 krón­ur og harumframt skulu nógv fleiri skjøl latast inn enn bara roknskapurin, sigur full­trúin á Skrásetingini. Tað vanliga er, at einar 10- 20 fyritøkur brúka hendan møgu­leik­an á hvørjum ári. 100 føroyskar fyritøkur á heysin AVTØKUR Skráseting Føroya fer nú at biða skiftirættin avtaka einar 100 føroyskar fyritøkur, sum ikki hava latið roknskap inn Enn manglar Skrásetingin at fáa roknskapir frá 192 fyritøkum Talan er um alt slag av fyritøkum Á Húsagang Hvørt ár eru tað einar 900-1000 føroyskar fyritøkur sum ikki senda roknskapin inn til tíðina og nú verða einar 100 av teimum avtiknar og steðgaðar. Myndin er heilt tilvildarlig