Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógv fólk á Føroya Sjómannadegi Hóast himinin ikki var bláur, og Klaksvíkin soleiðis varð spard fyri sólina, var nógv fólk á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík leygardagin Vilmund Jacobsen Myndir: Dávur Winther Tað var lýtt og stilt í veðri­ num, men ælaði viðhvørt. Dávur Winther, mentanar­ leiðari hjá Klaksvíkar kom­ munu, sigur, at rættiliga nógv fólk var til ymisku tiltøkini í Klaksvík leygardagin. – Fólk komu úr øllum heraðshornum, heilt úr Suð­ uroy, Sandoy, Vágum og Tórs­ havn – og nógv komu úr Eysturoynni. Gott lag var á fólki, og fólk vóru sera væl nøgd við umstøðurnar kring Føroya Sjómannadagin, sigur Dávur Winther. Ein góður dagur Mentanarleiðarin leggur aftrat, at hann hitti ein eldri mann av Sandi, sum oftani hevur ætlað sær á Føroya Sjómannadag. – Hetta var fyrsta ferðin, at hann hevði verið her. Hann var ógvuliga fegin um at hava tikið seg saman at koma til Klaksvíkar. Hann segði seg hava notið hvørja løtu væl og hevði hitt nógv fólk, hann ikki hevði sæð í longri tíð. Dávur Winther heldur, at dagurin í Klaksvík var sera væl eydnaður - og ikki minst var dagurin sera væl vitjaður av fólki úr øllum landinum. – Hetta sást eisini aftur í teimum mongu handils­støð­ unum í Klaksvík - og tó at vegirnir vóru væl fyltir við bilum, gekk ferðslan hóvliga og væl, sigur hann. John Havn kvikastur Navnið John Havn er vorðið kent í Føroyum, tá ræður um at egna skjótt Vilmund Jacobsen Navnið hevur verið aftur­ ­vendandi á fleiri Sjó­ manna­døgum, og enn einaferð livdi hann upp til leiklutin sum favoritt­ ur at vinna egnikapp­ ingina. Tað vóru 10 luttakarar við í kappingini. John Havn gjørdist vinnari við tíðini 7.59.36, Leon Sólheyg endaði á øðrum plássi við tíðini 8.27.38 - og á triðja plássi kom Anfinn Hansen við tíðini 8.31.27. Róin Biskopstø vann trolbøting Vilmund Jacobsen Ikki færri enn 21 luttak­ arar vóru við í kappingini í trolbøting á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, og skjótastur gjørdist klaksvíkingurin, Róin Biskopstø. Honum á baki komu tveir viðingar, Ísak Petersen og Marner Siv­ ertsen. Róin hevði tíðina 3.11.82 minuttir, Ísak 3.13.03, og á triðja plássi Marner Sivertsen við tíðini 3.18.45. Nógv fólk fylgdi kapp­ ingini í trolbøting á palli­ num á Stangarbrúnni. Dómari og eftirlits­ maður aftur í ár var Sámal Olsen, sum er royndur í leikum á trol­ virkinum, Vónini. Aftur í ár var Dagny Christiansen við sum einasta kvinna. Tað eydnaðist henni ikki at blanda seg millum tríggjar teir kvikastu, men í fjør sóu vit, at hon var skjótari við nálini enn onkur skipari, sum tá var á pallinum saman við henni. Teir tríggir, sum gjørdist bestir í trolbøting á Føroya Sjómannadegi Mynd: Vilmund Jacobsen