mánadagur 20. august 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru eldsálir ið gera
sjómannadagin møguligan
– Fiskivinnan verður bulurin í føroyska búskapinum í mong, mong ár í tíðum sum koma. Mangur hevur havt á orði,
at fiskivinnan er ein váðakend vinna, tí náttúrugrundarlagið er einstáttað og broytingarnar stórar. Tað finnast
neyvan nøkur vinnuumboð í øllum heiminum, sum eins og tey føroysku hava evnini at tillaga seg broytt viðurskifti,
eins og at gagnnýta tilfeingið á ymiskan hátt, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti Føroya Sjómannadag
Vilmund Jacobsen
Tað var Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í fiskivinnu
málum, sum setti Føroya Sjó
mannadag í Klaksvík leygar
morgunin.
– Tiltøkini av ymisku slagi
í okkara landi eru mong og
margfeldið er vítt. Tó vil eg
ásanna, at sjómannadagurin
í størri mun enn onnur tiltøk
er egin og fevnir um eitt øki,
ið onnur tiltøk ikki fevna um.
Hesin dagur umboðar ein
yrkisbólk, men bindur tó øll
okkum saman um yrki hjá
hesum bólki. Á sjómanna
degnum fáa fleiri okkara
innlit í yrki ”fiskivinna og
sjómansskapur” á annan hátt
enn í tí dagliga.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at dagurin bindur farna tíð
at nútíðini og er ein saman
renning millum vinnu, sið
søgu og mentan, eins og hann
knýtir komandi ættarlið at
yrkinum.
– Føroya Sjómannadagur
er eitt samfingið tiltak, ið
byggir á álvara, kæti og gleim
– eitt tiltak, har kappingar
elementið eisini er við.
Jacob Vestergaard segði,
at dagurin umboðar eina
vinnu, ið hevur havt sín
serstaka lut í okkara samfelag
seinastu stívliga 100 árini.
– Søguliga er fiskivinnan
vaksin støðugt, og á tann
hátt hevur hon havt ein
týðandi leiklut í tí vøkstri,
sum
samfelagið
annars
hevur havt. Í fimmti-, seksti-
og sjeytiárunum varð fiski
vinnan vinnugreinin, ið átti
tað størsta plássið á okkara
arbeiðsmarknaði – og innan
hendan geiran vóru eisini tey
flestu nýggju arbeiðsplássini
sprottin.
Hann legði aftrat, at í nú
tíð og framtíð verða vónandi
nýggir vinnugeirar mentir,
soleiðis at plássið hjá fiski
vinnuni á arbeiðsmarknaði
num minkar.
– Tó broytir hetta ikki ta
sannroynd, at fiskivinnan
verður bulurin í føroyska
búskapinum í mong, mong ár
í tíðum sum koma. Í so máta
eru seinastu hagtølini um
vøkstur innan búskap og arb
eiðsmarknað okkara besta
dømi, tí beinleiðis samband
er millum menning innan
fiskivinnuna
og
nevnda
vøkstur.
Jacob Vestergaard vísti á,
at mangur hevur havt á orði,
at fiskivinnan er ein váða
kend vinna, tí náttúrugrund
arlagið
er
einstáttað
og
broytingarnar stórar.
– Men júst á hesum øki
hava tit, sum umboða okkara
vinnu, víst sera góð evni at
tillaga seg hesi viðurskifti.
Tað finnast neyvan nøkur
vinnuumboð í øllum heimi
num, sum eins og tey før
oysku hava evnini at tillaga
seg broytt viðurskifti, eins og
at gagnnýta tilfeingið á
ymiskan hátt.
Váðafýsnar
avbjóðingar
Landsstýrismaðurin
segði,
at dømini um tillaging í
fiskiflotanum eru mong, men
júst evnini hjá vinnulívsfólki
okkara at gagnnýta nýggjar
møguleikar og við váðafýsni
at taka ímóti nýggjum av
bjóðingum hava givið tað
úrslit, at vit á øðrum økjum
kunnu vísa menning og
framburð, tá tað sansaði at í
ávísum vinnum.
Hann vísti á, hvar tað
hevur sansað at, samstundis
sum hann vísti á, at alivinnan
í løtuni tryggjar okkum so
stóra úrtøku sum ongantíð
áður,
at
gulllaksavinnan
heldur tørn, at upsavinnan
gevur størri úrtøku – og at
uppsjóvarvinnan áhaldandi
mennist.
– Hóast úrtøkan soleiðis
hevur verið svikalig á summ
um økjum, hevur hon verið
blómandi á øðrum økjum.
Hetta vísir, at gerast trongar
á ávísum økjum, finnast
møguleikar aðrastaðni.
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at ein avgerandi treyt
fyri gagnnýtslu av nýggjum
møguleikum er, at Føroyar
verða skipaðar soleiðis, at
vítt rásarúm og virðing verð
ur fyri vinnulívsfólki við
trúgv og áræði – og ein
týðandi táttur hjá politiska
myndugleikanum er júst at
tryggja nevnda rásarúm.
– Tit, sum kenna tykkum
at vera í einum aldudali í dag,
skulu vita, at tíðirnar broyt
ast sera skjótt – og er ein
treiskur og knáur, kann leik
luturin ovast á aldukambi
num aftur gerast veruleiki.
Tey, sum hinvegin ríða á
framburðinum, eiga eisini at
vita, at svikalig úrtøka aftur
kann gerast veruleiki. Tí er
læran um ”tær breiðu herð
arnar, ið skulu bera tær góðu
tíðirnar”,
sanniliga
eisini
galdandi fyri okkara vinnu,
soleiðis at vit hava nakað at
standa ímóti við,tá trongar
tíðir aftur krevja tað.
Fyriskipandi eldsálir
Landsstýrismaðurin
segði,
at Føroya Sjómannadagur
2012 gjørdist veruleiki, tí
norðoyingar hava eldsálir
og fyriskiparar, ið aftur hava
boðið seg fram at taka takið.
– Tað eiga tit fyriskiparar
stóra tøkk fyri. Eg ynski
øllum ein góðan sjómanna
dag. Ynski øllum góðan byrð
– og lat Guðs hond vera yvir
yrki tykkara í tíðum sum
koma, segði Jacob Vester
gaard, tá hann setti Føroya
Sjómannadag
í
Klaksvík
leygarmorgunin.
- Tit, sum kenna tykkum at vera í einum
aldudali í dag, skulu vita, at tíðirnar broytast
sera skjótt – og er ein treiskur og knáur, kann
leikluturin ovast á aldukambinum aftur
gerast veruleiki, segði Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður, sum hevur hevur konu
sína, Sólfríð Vesturgaard, við sína lið
Mynd: Vilmund Jacobsen
... Sjómannadagurin
er eitt samfingið tiltak,
ið byggir á álvara, kæti
og gleim - eitt tiltak,
har kappingarelementið
eisini er við...