Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Týdningurin av Sjómanna- degnum er ikki minkaður - Hjartans tøkk til fyrireikararnar av Føroya Sjómannadegi, sum á hvørjum ári sjálvbodnir skipa fyri hesum einastandandi og viðkomandi tiltaki. Tykkara ótroyttiliga og stóra arbeiði er við til at seta høvuðsvinnuna á tað pláss, hon hevur uppiborið, segði Gunvá við Keldu, tá hon beyð vælkomin í Klaksvík leygarmorgunin Vilmund Jacobsen Tá borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu beyð vælkomin á Føroya Sjómannadegi leygar­ morgunin, endurgav hon í byrjanini av røðu síni úr bókini hjá J. Símun Hansen, sála – Havið og vit 1. »Í Føroyum eins og í øllum øðrum londum eru tað líkindini hjá vinnulívinum, sum fyrst og fremst avgera, hvussu nógv fólk kunnu liva í landinum, og hvussu væl tey kunnu liva. Við sínari legu mitt í Norðuratlantshavi høvdu Føroyar ein náttúr­ ligan fyrimun fram um mong onnur lond til at reka fiski­ vinnu, men hesin fyrimunur mundi verið lítið verdur, um landið ikki átti framskygdar menn, sum við áræði dugdu at fáa nakað burtur úr hon­ um...« Gunvá helt fram við sín­ um endurgevingum úr Havið og vit 1: »Mitt í 1800-talinum verða Føroyar drignar inn í tann útvikling í vinnulívsmálum – eisini í fiskiskapi við­víkj­ andi, sum fór fram í granna­ londunum – og úrslitið verð­ ur, at fornu búskaparlíkind­ini, sum ikki kundu føða meiri enn 5000-6000 sálir, fara at hvørva; í staðin fáa vit fiski­ vinnuna, sum hevur skapað nógv betri livikor fyri nógv fleiri fólkum...« Alstóran týdning Borgarstjórin vísti á, at fiski- og sjóvinnan, sum hesin farni mentamaður soleiðis umrøddi í 1960, framvegis er okkara høvuðsvinna og hevur enn í dag alstóran týdning fyri land og fólk okkara. – Tað er hesa vinnu og ta mentan og umhvørvi, sum hoyrir til hana – og tey fram­ skygdu sjófólk, sum vit tí­ betur eisini í dag eiga fleiri av – sum Føroya Sjómannadagur vil heiðra og seta í mið­depil­ in. Hon helt, at higartil hevur hesin frálíki hátíðardagur eydn­ast væl. – Tað er mær ein gleði og framíhjárættur at bjóða øll­ um vælkomnum á Føroya Sjó­mannadag. Gunvá vísti á, at hugskotið til dagin – henni fortalt – er kveikt úr íslendska sjó­ manna­degnum, sum verður hildin fyrsta vikuskifti í juni. – Í Íslandi eru skipini ikki til fiskiskap hendan dagin, tí hetta er ein frídagur hjá sjó­ fólki. Borgarstjórin helt fyri, at tørvurin á Føroya Sjó­manna­ degi er ikki minkaður. – Tað er so umráðandi, at vit, sum eitt fólk og ein tjóð, verða mint á týdningin og virðið í høvuðsvinnu okkara. Hetta er dagurin, tá sjó­mað­ urin og høvuðsvinna okkara á ymiskan hátt er í mið­ deplinum, bæði til gamans og álvara. Hetta er eisini dag­ur­ in, har familjan – og ser­ stakliga sjómansfamiljan – er í miðdeplinum. Gunvá við Keldu vísti á, at Føroya Sjómannadagur er øðrvísi enn aðrir dagar og aðrar stevnur. – Dagurin byggir á tann sjálvbodna hugburðin í stað­ in fyri tann handilsliga, har atgongdin til øll tiltøk er ókeypis. Soleiðis er sjó­ manna­dagurin ein familju­ dagur burturav – ein dagur, sum við sínum átta árum á baki hevur fingið eitt væl­ kent skap, ið vit sum gestir kenna og gleða okkum til. Hetta er dagurin við stutt­ ligum og lærandi tiltøkum fyri ung sum eldri. Framhaldandi menning Í síni røðu endurgav Gunvá við Keldu eisini yrking eftir Mikkjal Dánjalsson á Ryggi um áttamannafarið, sum í øldir var høvuðsamboðið til fiskiskap føroyinga, áðrenn menningin av fiskivinnuni av álvara tók dik á seg í seinna helmingi av 19. øld. »Í vanda hann vardi mangt dýrabart lív; og sigraði hann stormin so strangan, tá førdi hann menn heim til smábørn og vív og mettaði mangan ein svangan...” – Nógv er broytt síðan tá, og vónandi fer menningin av fiskivinnuni at halda fram – til frama fyri land og fólk okkara. Framvegis er tað galdandi, at fiskivinnan er høvuðsvinna okkara. Tað er hesa týdningarmikla vinnu og sjómannin, sum Føroya Sjómannadagur vil heiðra og seta í miðdepilin. Vegna Klaksvíkar býráð bar Gunvá við Keldu eina hjartans tøkk til fyrireik­ar­ar­ nar, sum á hvørjum ári sjálv­ bodnir skipa fyri hesum eina­standandi og viðkomandi tiltaki. – Tykkara ótroyttiliga og stóra arbeiði er við til at seta høvuðsvinnu okkara á tað pláss, hon hevur uppiborið. Tykkara arbeiði er eisini við til at varðveita og fjálga um ta serligu mentan, sum hong­ ur óloysiliga saman við før­ oyska sjómanninum, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tá hon leygarmorgunin bað vælkomin á Føroya Sjó­manna­ ­degi. – Tað er so umráðandi, at vit, sum fólk og tjóð, verða mint á týdningin og virðið í høvuðsvinnu okkara, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tá hon beyð vælkomin á Føroya Sjómanna­degi Mynd: Vilmund Jacobsen Føroya Sjómannadagur byggir á tann sjálvbodna hugburðin í staðin fyri tann handilsliga, har atgongdin til øll tiltøk er ókeypis Mynd: Dávur Winther ... Sjómannadagurin er øðrvísi enn aðrir dagar og aðrar stevnur...