Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Stockholm POP sáttmálin (Persistent Organic Pollu­t­ ants) fevndi upprunaliga um 12 evni, sum vórðu nevnd “skitna dusinið”, ið skuldu bannast ella avmarkast mest møguligt. Skitna dusinið fevn­ir um íðnaðarevnini PCB og HCB, umframt eina røð av skordýraeiturevnum sum DDT, Mirex klordanir, toksa­ fen og dioksin umframt fleiri onnur mannagjørd evni, ið eru seint niðurbrótilig, og sum upphópast í livandi ver­ um. Seinni er sáttmálin víðk­ aður til eisini at fevna um onnur evni. Hóast vit í Føroyum ikki framleiða ella brúka hesi evni, hevur tað týdning at vit nú hava tikið undir við sátt­ málanum, og fyrivarnið fyri Føroyar er avtikið. Eitur­ evnini finna vit aftur í mati úr havinum, sum er so týð­ andi fyri okkum, eitt nú fiski, fugli og grind. Tað er tí um­ ráðandi, at vit eru aktivur við­ spælari í sáttmálanum, sum sendir eini greið boð út til øll um, at hesi evni eru óynskt í umhvørvinum, og tí skulu bannast. Tað er at fegnast um, at vit nú, sum partur av sátt­ málanum, formelt eru við í arbeiðinum at avmarka útlát av hesum dálkandi og skaði­ ligu evnum, sum eru so torfør at fáa burtur úr aftur vist­ skipanini, tá tey fyrst eru komin. Tað er ein vanlukka um dálking skal avmarka okkara møguleika at gagn­ nýta ríkidømið í havinum. Sáttmálin hevur hjálpt Kanningar vísa, at innihaldið av eiturevnunum, sum sátt­ málin fevnir um, eru minkað munandi seinnu árini. Hetta vísir, at tað ikki er til fánýtis at seta tiltøk í verk, t.d. við at seta bann fyri nýtslu, fyri at avmarka dálking við hesum umhvørvisskaðiligu evnunum. Sjófuglur, sum til dømis teisti, fær sína føði úr sjónum og kann tí verða kannaður sum ein liður í at meta um dálking í sjónum. Innihaldið av PCB og øðrum kloreraðum lívrunnum dálkingarevnum hevur verið kannað í teista­ eggum úr Koltri og Skúvoy síðani 1999. Myndin niðanfyri vísir innihald av lívrunnum dálkingarevnum í teista­egg­ um. Á myndini er miðal­inni­ haldi av fýra ávísum dálking­ ar­evnum víst, sum umboða fýra av bólkunum av dálking­ arevnum við í Stockholm­ sáttmálanum. Gongdin í innihaldinum av PCB í teistaeggum sæst at vera fallandi hóast stór vari­ atión er millum árini. Tað er tó ov tíðliga at siga hag­ frøðiliga, um PCB í teista er minkandi, ella um broyt­ing­ arnar millum ár kunnu for­ klárast sum nátúrlig varia­ tión, møguliga orsakað av ymiskari føði. Føroyar nú partur av altjóða sáttmála Føroyar eru nú partur av altjóða sáttmálanum um seintniðurbrótilig organisk umhvørviseiturevni, vanliga nevndur Stockholmsáttmálin. Endamálið við sáttmálanum er at banna nýtslu av einum bólki av umhvørviseiturevnum, vanliga kallaður “skitna dusinið”, ið vórðu nógv brúkt í seksti- og sjeytiárunum, boðar Umhvørvisstovan frá Varðhalds­ fongslaður fyri drápsroynd Leo Poulsen Tann 32 ára gamli mað­ ur­in, sum í gjáramorg­ unin brúkti knív ímóti einum 40 ára gomlum manni í Plantasjuni í Havn, er eftir grundlóg­ ar­avhoyring í gjárkvøldið varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

 Talan er um skuld­set­ ingar eftir trimum grein­ um í revsilógini, tí mað­ urin er skuldsettur fyri harðskap eftir grein 244 í revsilógini, fyri hóttanir eftir grein 266 og fyri likam­ligan skaða eftir grein 245.

 Í grundlógaravhoyr­ ingini í Føroya rætti játt­ aði hann seg sekan í at hava sligið tann 40 ára gamla í høvdið og andlit­ ið, og at hava skorið hann í høkuna við einum knívi, hann hevði uppi á sær.

 Fjølmiðlarnir fingu annars forboð ímóti at referera annað enn skul­ dsetingina og longdina á fongslingini frá rættar­ fundinum, tí politiið enn ikki hevði avhoyrt eitt møguligt vitni í máli­num. Ein ungur maður brúkti sunnumorgunin knív móti einum 40 ára gomlum manni Tað hendir tíbetur ikki ofta, men sunnumorgunin hevði ein 32 ára gamal maður knív á lofti móti einum 40 ára gomlum Tilvildarlig mynd Viltust í mjørkanum Leo Poulsen Tey vóru farin gil gongu úr Bø til Gásadals, men vilgtust í mjørkanum. Tey fingu tó givið boð frá sær. Tær báðar vóru kom­nar fram at einum varða, sum enntá hevði staðar­navn fest á, »Á Skarði«, og tí bar væl til at fáa staðkendan mann eftir teimum báðum møðg­unum, sum komu aftur til Bíggjar í øllum góð­um. Annars hevur viku­skiftið verið rættiliga stræv­ið hjá pol­ itinum. Álv­arsamasta hend­ ingin var sjálvandi dráps­ roynd­in leygarkvøldið, men nógv herverk var í Klaks­vík á serliga bilar, og eis­ini varð onkur rút­ur brotin. Fýra bilførarar, tríggir í Havn og ein í Klaksvík, vórðu tiknir fyri rús­drekka­koyring, og í Klaks­vík var tað um reppið, at ein kamping­vognur fór á flog. Sunnunáttina um eitt-­tíð­ ina var ein maður skuld­sett­ur fyri brot á politi­við­tøkur­nar fyri ærumeiðandi mál­burð móti løgreglu­manni. So alt í alt eitt rímiliga strævi vikuskiftið hjá politi­ num. Tvey útlendsk ferðafólk, móðir og dóttir, vilsust leygardagin í mjørkanum Miðalinnihald av PCB, her víst sum CB 153, av DDT, her víst sum p,p’-DDE, av HCB og av toxafen, her víst sum parlar 50 í teistaeggum frá Koltri og Skúvoy Møðgurnar báðar vóru komnar fram á ein varða, ið enntá bar navnið »Á Skarði«. Tá kundi staðkendur maður lættliga leiða tær til Bíggjar aftur