Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 roynt at laga lóggávuna eftir roynd­unum. Vit hava tikið og stolið og avritað frá teimum, sum hava royndir við slíkum. Á umhvørvisøkinum er tað serliga Noreg, vit eygleiða. Heim­urin er nú skrúvaður so­leiðis saman, at tað er bæði lov og skilagott at hyggja kring seg, hvussu onnur hava gjørt, hvat hevur riggað og ikki.« Mangla útbúgvin fólk Eitt er at gera góðar avtalur, men fer hetta at skapa arbeiðs­pláss? Kunnu tit saman­tvinna tað? Kann tað bera við sær eina framgongd upp á tykkara treytir? »Nú skal eg ikki siga, hvørj­ ar grønlendsku treytirnar eru, tað er rættiliga torført at siga. Tað, sum tað serliga snýr seg um, og sum er sera týdningarmikið fyri at klára hesa framgongdina, eru útbúgvin fólk. Vantandi út­ búgvin fólk er ein sonn plága, tað er eitt haft um beinið, ein stórur veikleiki.« »Tað skal ikki skiljast sum, at grønlendarar ikki eru útbúnir til sína vinnu. Fisk­ar­ar og veiðumenn hava borið grønlendska búskapin fram, og tað broytist ikki næstu árini. Teir eru bara út­bún­ir øðrvísi enn at sita á skúla­beinki.« »Tað er somuleiðis ein trupul­leiki, at vit eru so fá fólk her. Arbeiðsloysið, vit stríð­ast við nú, verður skjótt av­loyst við trot á fólki.« Ímyndar tú tær eina stóra inn­flyting av gesta­arbeiðar­ um? »Tað er tað, vit beistast við í løtuni. Hvussu samskipa vit hetta? Vit vita ikki, um hes­ar stóru verkætlanirnar verða til nakað. Ella um vit skulu seta ferð á tað við út­ lend­skari arbeiðsmegi. Um tað verður so, skulu gesta­ arbeiðar­arnir ikki búgva í býun­um. Ikki í Nuuk. Uttan fyri Nuuk og uttan fyri Mani­ i­t­soq.« Hvussu fer tað at merkjast í Nuuk ella Maniitsoq, at tað koma vælløntir gesta­ar­ beiðar­ar í túsundtali? »So er vandi fyri einum ó­skipaðum býi. Ein stórur vági er, at alt verður kronglað sam­an. Um vit skapa 900 vællønt arbeiðiplass í Maniitsoq fyri útbúna ar­ beiðs­megi, tøma vit hinar býir­nar fyri timburmenn, elek­trik­arar, verkfrøðingar og arkitektar.« Ætla tit at skilja gesta­ar­ beiðar­arnar og grønlendska fólk­ið sundur? »Ein spurningur er, hvus­ su vit gera, tá onkur vil verða búgv­andi í Grønlandi ella vil fella inn í grønlendska sam­ felagið.« Hvussu stóran lut hava tit í verkætlanum, tildømis jarn­ námið í Godt­håbs­fjørðinum? »Vit hava just fingið eina umsókn um góðkenning at fáa burturav náminum. Størsti heildarspurningurin er at fáa inntøkur fyri at fáa verk­ætlanina upp at standa. Tað er galdandi fyri mest sum allar verkætlanirnar í Grøn­landi í dag.« Fer grønlendska heima­ stýr­ið at stuðla við pengum? »Tað er ikki sannlíkt.« Hava tit áhuga í, hvør ger íløgur, ella er tað óvið­kom­ andi, bara tit gera røttu av­ talur­n­ar? »Vit hava ta støðu, at handilin skal vera fríur. Vit kunnu ikki geva nøkrum ser­loyvi, bara tí tey hava sín uppruna her. Hvør veit annars, hvar kapitalurin kem­ur frá, um tað snýr seg um eina fyritøku úr Avstralia ella USA? Tað einasta, vit kunnu siga, er, at um ein fyri­tøka kemur úr Kina, so er tað kinesiskur kapitalur. Tað krev­ur eitt detekivarbeiði at fáa greiðu á, hvussu hes­ar fyritøkurnar verða fíggj­að­ ar. Fyritøkurnar flóta tvørt­ur um landamørk. Tað er veru­ leikin í dag.« »Vit eru við í hesum orða­ skifti­num um Kina. Vit skifta orð við ES, sum heldur tað vera eitt umráðandi mál sam­mett við stratetisku rá­ vørur­nar. Vit tosa við USA, sum stríðist við Kina um at vera heimsins búskaparliga stór­veldið. Eg var á fundi við nakrar tingmenn í ES og um­ hvørvisfólk, sum spurdu, um Grønland vil útihýsa kapi­tal og luttøku úr Kina í grevsti­ num eftir sjáldsomum jørð­ artum í Grønlandi. Eg svaraði nei. Eg spurdi síðani: Vil ES? Nei, tað var eingin førur fyri. So­leiðis sær heimurin ikki út í dag.« Kvøldarkuldin er farin at merkj­ast. Nú er tíð at fara. Komu vit nærri avgerandi spurn­ingi­num um framtíðina í ríkis­felags­ skapinum? Kans­ka er boð­ skap­urin hjá lands­stýris­for­ manninum tekin um, at allir møgu­leikar kunnu troytast. At tað er eingin orsøk at fylgja einari ávísa skipan. At vit standa sjálvi við av­gerð­ ini. Tað merkir eisini, at vit standa við ábyrgdini. »Øll fáast við váðan. Tað hevur ræðið á øllum, tá umheimurin hyggur at Grøn­ landi og menningini, sum vit eru í holt við: Tit detta í føvn­ingini á stórveldunum. Fleir­tjóða fyritøkurnar snýta tykk­um, so tað stendur eftir í. Tit oyðileggja umhvørvið, og um tit fáa burturúr oljuni, oyði­leggja tit allan heimin, og so víðari. Vit kenna hand­ an sangin, og vit vita tað væl.« »Vit vilja eisini brúka hesar møguleikarnar, eins og øll onnur, fyri at betra lívs­ kor­ini, at uppi­halda okk­um – at vera heims­borg­ar­ar. Tú má minn­ast, at tað eru ikki nógv ár síðani, at Grønland trein inn á henda pallin. Tað er ikki langt síðan, at Grønland var ein hvítur blettur á heims­ korti­num. Nú eru vit eitt øki, har øll vilja vera.« Bo Lidegaard Blaðstjóri á Politiken, føddur 23. januar í 1958 í Nuuk, har pápi hansara var prestur. Hann er søgufrøðingur, dr. phil. Bo Lidegaard hevur verið skrivstovustjóri og sendimaður í Forsætis­mála­ráð­num og varav 26. apríl í 2001 útnevndur til ábyrgd­ar­blaðstjóra á Politiken eftir at Tøger Seidenfaden doyði. Bo Lidegaard er sonur Mads Lidegaard og Else Lidegaard, sum er journalistur og rithøvundur – hon hevur skrivað nógv um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, eitt nú bókina við brævaskifti teirra, sum kom út í fjør. Hann er beiggi Martin Lidegaard, sum er klima- og orkumálaráðharri fyri Radikala Vinstraflokkin í Danmark. Studentur í 1976 á Gentofte Statsskole. cand.phil í søgu frá Københavns Universitet í 1984. Í 1997 bleiv hann dr. phil upp á ein disputats um Henrik Kauffmann. Umframt arbeiði sum høvdundur hevur hann eisini starvast í Uttanríkisráðnum. Bo Lidegaard hevur – við uppvøkstri sínum í Grønlandi – stóran áhuga í Ríkisfelagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum hann heldur hevur alt ov lítlan áhuga og fær alt ov lítla umrøðu í Danmark.