Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hvat tað verður. Tað, sum hevur størstan týdning er, at okkara íbúgvar hava fullan suverenitet yvir egnum landi.« Millum ES og USA Hvussu við ES, sum spælir stóran leiklut fyri fullveldið Dan­mark – og sjálvandi eisini fyri tykkara viðkomandi. Hvussu ímyndar tú tær, at Grøn­land - við sínum verandi sam­bandi við Danmark – verð­ur partur av ES á nøkr­ um økjum? »Vit eru partvís longu part­ur av ES; saman við limaskapinum hjá danska ríki­num. ES er ein frá­lík­ ur felagsskapur fyri evro­ pe­isku londini. Tað havi eg altíð sagt. Tað er ein góður felags­skapur fyri evropearar, men kanska ikki fyri hini. Vit eru jú ikki evropearar, hvørki landafrøðiliga ella mentanarliga. ES er okk­ara mest umráðandi sam­starvs­ felagi í altjóða høpi, bæði bú­ skap­ar­liga og politiskt.« Hevur ES størri týdning fyri tykkum enn USA? »Ja.« Hví? Eru pengarnir or­søk­ in? »Ja. Vit hava nógv tættari sam­vinnu, samhandil og pol­ it­iskt samstarv við ES.« Er tað gott? »Tað er eingin ivi um, at vit vilja fegin økja okkara sam­handil við bæði Kanada og USA. Tað hevur verið natúr­ligt.« Ymisk snið Tú segði, at okkum tørvar ikki at velja eitt skap fyri ríkis­felags­skapin, sum vit ken­na frammanundan. Tað snið­ið, vit hava í ríkis­felags­ skapi­num nú, er eitt ein­dømi. Tað hevur ment seg gjøg­num fleiri ár. Hava vit ikki lært sein­as­tu 50 árini, at Grund­ lógin er eitt smidligt amboð? Ein lóg, sum rúmar nógvar loysn­ir, um vit semjast um tær. Um tú skal taka hetta sum grundarlag, hvørji øki ímynd­ar tú tær skulu verða felags í ríkisfelagsskapinum? »Tað kundi verið verju­ poli­tikkurin, tildømis, sum skal fara fram á einum yvir­ skipaðum støði. Nato er eitt dømi. Verjupolitikkurin er eisini vorðið eitt sera víð­ fevnt hugtak, sum snýr seg um meira enn kanónir og kúl­ur. Tað skal umsitast á meira yvirskipaðum støði enn innanhýsis í ein­um ríki. Umhvørvismál sig­ur seg sjálvt. Tað er pína­doyð neyðugt við breiðum sam­ starvi á um­hvørvis­økinum.« Men tað er væl meira eitt altjóða mál, enn eitt mál fyri ríkisfelagsskapin? »Tað fevnir eisini um ríkis­felagsskapin. Danmark verður ein størri og størri part­ur av heiminum. Tað er tað, sum setir dám á mynd­ ina.« Gjaldoyra? »Eg vil helst ikki renna meg í ta støðuna, at Grøn­ land verður einasta landið í heiminum, sum hevur donsku krónuna. Uttan at gera okkara donsku sam­ gongu­felagar firtnar, haldi eg tað vera steinbýtt av Dan­ mark at velja evruna frá. Grønland hevði í øllum førum treyðugt staðið uttan fyri ein myntfelagsskap við Danmark? »Tað passar. Men um Danmark fór upp í evru­sam­ starvið, so hevði tað sjálvsagt eisini fjálgað um hjá okkum.« Innanfyri málsøkini, tit hava yvirtikið, samráðast tit longu sum sjálvstøðugt land sam­mett við aðrar millum­ tjóða­spælarar. Hvussu langt ætla tit tykkum? »Í grundini allan vegin. Um vit ímynda okkum, at vit fyrr ella seinni eru í einum samveldi, so mugu vit velja, hvørji øki og málsøki eru góð fyri allar partar at standa saman um. Tá tað snýr seg um fyrisiting av livandi ríki­dømi, hevði tað neyvan verið skilabest at deilt tað máls­ræðið við onnur. Allir partar høvdu havt tað best við suvereniteti á tí økinum. Vit kunnu kjakast um alt hitt. Í løtuni eru nakrar heilt ítøkiligar avmarkingar fyri okkara viðkomandi. Hvussu nógv fólk eru til at bera uppgávuna. Men í grundini ætla vit allan vegin.« Grønland í heiminum Tænir tað Grønlandi best at samstarva beinleiðis við Kina ella at stíga fram í al­ tjóða høpi í felagsskapi við Dan­mark? Og hvussu við amerikan­ar­um og við russ­ um? »Tað tænir okkum best at samstarva beinleiðis. Men vit vilja sera fegin hava danska uttanríkisráðið undir liðini, tí har eru amboð, sum kunnu greina og skriva – nakað, sum okkara lítla uttanríkisdeild ikki kann.« Tú hugsar ikki, at tað er betur at savna okkara til­ feingi í felagsskapinum, held­ur enn at býta okkum í tríggj­ar bólkar og samráðast við tey stóru hvør sær? »Tað hevði verið ein stak góður máti. Vit skulu bara hava virðing fyri, at vit eru trý sjálvstøðug fólk. Undir­ brotl­igheit, tann søgu­liga gongdin millum danska og grønlendska fólki, hevur bor­ ið við sær, at grøn­lend­ingar eru nú mátt­leysir og ósjálv­ støðugir og ikki førir fyri at standa á egnum beinum búskaparliga. Tað er eingin lættur vegur út úr hesum. Og eg hati, hati og hati, at alt verður krøkt upp á hesar 3,4 milliardir krónurnar, vit fáa í ríkisveiting um árið.« Tað er sjálvandi hesin ovur­stóri fílurin uppi á fjallinum… »Har er eingin stuttvegur. Vit noyðast ígjøgnum fræls­ is­gerð­ina. Aftaná kunnu vit siga, at vit vilja fegin vera saman við tykkum. Sama, um vit kunnu sjálv og hava full­veldi. Tú spyr, hvør ynski­støðan er. Tað er ynski­ støðan.« Um tit fara allan vegin og verða sjálvstøðugt land, heldur tú so ikki, at tað verður torført at fara hin vegin aftur? »Tað haldi eg ikki. Hygg bara at Danmark og ES. Her gevur Danmark eisini suvereni­te­tin frá sær hvønn dag eftir at hava verið sjálv­ støðugt ríki. Tað er tað sama. Har er eingin umvegur. Frælsis­gerðin er ein neyðug tilgongd.« Hvussu heldur tú, at Grøn­land handfer altjóða bú­skap­arliga áhugan á mest skynsaman hátt? Rá­vørur­ nar, tildømis. Tær hava tit tættari at tykkum enn hini í ríkis­felagsskapinum. Standa tit sterkast einsamøll, ella vilja tit hava okkum onnur við? »Vit duga best at røkja okkara egnu áhugamál. Vit hava lært av tí, sum er far­ið fram kring okkum við fleir­ tjóða fyritøkunum. Hesi 30 árini, vit hava samstarvað við stóru fyritøkurnar, hava royndirnar einamest ver­ ið góðar. Vit hava fremst av øllum samstarvað við donsku stjórnina og við dansk­ar myndugleikar, vit hava samstarvað við norsk­ ar stovnar, vit hava sam­ starv­að við kanadiskar stovn­ar. Hetta er fyri, at vit støðugt eru dagførd og fyri at læra av egnum roynd­um. Vit brúka altjóða ráð­gevara­ virkir, vit brúka altjóða sak­ førara­fyritøkur. Soleiðis er heim­urin í dag. Vit høvdu verið býttir, um vit hildu, at vit skulu uppfinna djúpa tallerk­in av nýggjum.« Sjálvstýrisrákið Um vit ímynda okkum, at Grønland við inntøkunum av rávørunum kann siga ríkis­ veitingina frá sær um 10 ella 15 ár, hvat hevði tað havt at týða fyri tykkum? »Vit nerta nú við ein spurn­ing, sum býr í øllum fólk­um. Vit eru eitt fólk, dansk­ar­ar eru eitt fólk, týskar­ar eru eitt fólk, før­ oy­inga­r eru eitt fólk. Sama, hvør politiska áskoðanin er, vilja fólk altíð vera seg sjálvi og eiga síni egnu hús. Tað er næstan onkur frummegi, sum rekur hesa kensluna. Heilt grundleggjandi ynskja vit at standa á egnum bein­ um og taka avgerðir, sum viðkoma okkum. Tað vil ikki siga, at vit ikki vilja sam­ starva. Vit kenna tað so, at vit eru løgd undir nakr­ ar meira ella minni løgnar avmarkingar, sum elva til samanbrestir. Fyri meg er spurningurin um eitt sjálv­stýri fullkomiliga uni­ versal­ur. Sama, at um vit eru grønlendarar, eitt fólk í Afrika ella aðrastaðni. Tú sær í øllum heiminum, at tað er ein fastgrógvin tørvur í fólki­num at vera sjálvstøðug. Sama, um tú er ríkur ella fá­ tæk­ur.« Sært tú stóra áhugan, sum heimsins valdsharrar sýna Grønlandi, Arktis, rá­ vøru­num, møguleikanum at sig­la landsnyrðingsleiðina sum eina hóttan, ella er tað ein styrki, ein menn­ing­ar­ møgu­leiki. Hvussu tulkar tú tað, at Grønland er vorðið ein mið­depil? »Tað er bæði ein hóttan og ein menningarmøguleiki. Henda støðan geva nógvar møgu­leikar, sum kunnu styr­kja okkara støðu mill­ um stórveldini. Áhugin, sum er fyri Arktis og fyri Grøn­landi, gevur eina rúgvu av møguleikum. Eg havi atgongd til ráð­harra­skriv­ stovur næstan allastaðni. Væl at merkja, um eg komi einsa­mallur. Tað er eisini eitt sind­ur stuttligt.« Samfelagið og rávørurnar Um tað eydnast at laga seg til stóra áhugan og fáa inn­tøkur burturúr, hvussu tryggja tit, at tað stimbrar und­ir eina menning, sum kast­ar av sær í Grønlandi? »Tað eitur burðardyggur bú­skap­ur í longdini. Vit hava Bláa bók Kuupik Vandersee Kleist Grønlendskur politikari og landsstýrisformaður. Føddur 31. mars í 1958 á oynni Qeqertarsuaq (da. Disko) í Vesturgrønlandi. Útbúgvin socionomur við Roskilde Universitet. Kleist hevur millum annað verið fyristøðumaður á journalistútbúgvingini í Nuuk 1988-91 og stjóri fyri uttanríkisskrivstovuna í heimastýrinum frá 1996-99. Landsstýrismaður fyri almenn arbeiði og ferðslu frá 1991-95, landstingsmaður fyri vinstrasinnaða flokkin Inuit Ataqatigiit (IA) 1995-96 og aftur frá 2002. Fólkatingsmaður fyri IA 2001-07. Limur í grønlendsk-donsku sjálvstýriskommissiónini frá 2004-08 Formaður í IA síðani 2007. IA vann landstingsvalið í 2009, tá flokkurin fekk 43,7 prosent av atkvøðunum, og Kleist gjørdist landsstýrisformaður. Research: Politikens Bibliotek