mánadagur 20. august 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin
Rólant Waag Dam
Lat tað vera sagt beinanvegin. Fyri
fótbóltsføroyar er tað ein missur,
um aldursforsetin flytur niður aft
ur í næstbestu deildina við kapp
ingarársenda. TB er eitt frískt lot
á føroyska fótbóltspallinum. Eitt
lið mannað við legendum sum Óla
Johannesen, kempum sum Dmitrije
Jankovic, stríðsmonnum sum Dan
Mortensen, talentum sum Gilla
Sørensen og bóltsnillingum sum
Bojan Timic. Hesir hava saman við
liðfeløgunum givið mongum liði
skarpan gang.
Eisini í aðrar mátar hevur TB
verið við at sett sín dám á ársins
útgávu av Effodeildini. Herligi og
hittinorðaði Niels Petersen hevur
sett nýggjar (og øðrvísi) standardir
innanfyri útvarping av fótbólts
dystum í Føroyum, og tað sama
kann sigast um fjepparafelagið
Einherji. Hesin síðstnevndi bólkur
var fyri ógvuliga hvassum atfinn
ingum á heimasíðuni hjá B36, eftir
at meistararnir høvdu vitjað har
farna vikuskifti, tí Einherji gjørdi
líka so nógv burtur úr at rópa
eftir B36-leikarunum, og fólki, ið
annars hevði tey minstu sambond
við felagið. Slíkt skal sjálvandi ikki
koma fyri, at tað til dømis verður
rópt og sungið um unnustur hjá
leikarunum á mótstøðuliðnum.
Men líkt er til, at Einherji hevur
tikið atfinningarnar til sín, tí
skipaði fjepparabólkurin hjá TB var
fyrimyndarligur við Margáir. Hesi
róptu, sungu og stuðlaðu sínum
monnum dystin á tamb, og bindi
klubbakonurnar – ella bakkakórið,
sum onkur kallar tað – var ongantíð
at hoyra.
Tvær perlur
Farna vikuskiftið vitjaði hitt upp
flytaraliðið, FC Suðuroy, við Margáir
í Streymnesi. Tann dysturin endaði
eisini 3-2, og úrslitið og málini fullu
líka í dystunum báðum. Bojan
Timic legði TB á odda við einari
frísparksperlu, tá hálvur tími var
spældur. Nakað inn í seinna hálv
leik megnar EB/Streymur so at
javna. Levi Hanssen gerst leysur
í vinstru og frá baklinjuni finnur
hann Leif Niclasen heilt undir mál
inum, og norðskálamaðurin skorar
trygt. Nú hildu tey flestu, at EB/
Streymur fór at seta seg á dystin,
men TB fór eftir øllum og legði
seg aftur á odda, bara fimm min
uttir eftir at EB/Streymur hevði
javnað. Í samband við deyðbólt
var vælvaksni miðverjin Dmitrije
Jankovic sendur framvið. Tað var
eisini hann, sum longdi innleggið til
Ragnar Tausen við handaru stong.
Hesin fekk ikki reiðiligt skot á, men
bólturin endaði fyri føturnar á
Dmitrije, sum staddur í fimm-metr
inum ikki hevði trupulleikar við at
beina bóltin í netið.
Men eins og farna vikuskiftið
kom EB/Streymur aftur í aftur.
Útjavnandi málið stútaði innskifti
Arnbjørn Hansen í netið, eftir frá
líkt innlegg frá Paula G. Hansen.
Og fimm minuttir fyri leiklok
kom so tað, ið størsti, men mest
spakmælti parturin av fjøldini við
Margáir bíðaði eftir, tá Hans Pauli
Samuelsen við einum dreymaskotið
sendir bóltin í netið við handaru
stong, eftir at Leif Niclasen lat
honum bóltin. Ein perla av einum
máli.
TB vantar neyvleikan
Hóast EB/Streymur skoraði eitt
mál meiri enn TB, og harvið vann
dystin og tey trý stigini, so sást tað
á ongan hátt, at talan var um topp
í móti botni í bestu føroysku fót
bóltsdeildini.
– Innskiftingarnar av Arnbjørn
Hansen og Hans Paula Samuelsen
broyttu dystin, helt TB-útvarparin,
Niels Petersen fyri á Rás2 eftir
dystin. Ein beinrakin eygleiðing,
tí áðrenn teir báðir komu á vøllin
hevði
EB/Streymur
einki
mál
skotið – tíansheldur havt nakran
nevniverdan kjans. Áðrenn hetta
stóðu gestirnir ógvuliga væl, teir
vóru vælskipaðir og kvikir í kontra
spælinum. Tá var eisini talan um
ein javnan dyst.
Men hetta broyttu teir báðir
profilarnir hjá EB/Streymi, men
teir máttu saman við liðfeløgunum
brúka eina rúgvu av orku fyri at
koma so langt.
– Vit brúktu nógvar kreftir í
dag. Harumframt hava vit eisini
manglað fleiri spælarar seinastu
dystirnar, men eg haldi, at tað ikki
er so galið hóast alt, tí soleiðis fáa
vit brúkt fleiri leikarar, sum so eru
vanir at spæla og harvið klárir at
traðka til, tá brúk er fyri tí. Og at
koma til steypafinaluna við einum
sigri er bara at fegnast um, segði
matchvinnarin við Margáir í gjár,
Hans Pauli Samuelsen.
At tað gjørdist júst Hans Pauli,
sum skoraði seinasta málið í dyst
inum, var rættiliga tilvildarligt.
Bæði TB og EB/Streymur høvdu
eina rúgvu av kjansum, so dysturin
kundi tað sama talt nógv fleiri
mál.
rolant@sosialurin.fo
TB trýsti toppliðið
FÓTBÓLTUR Soleiðis sum TB spældi sunnudagin, so er tað at undrast yvir, at teir framvegis eru at finna
skeivu megin niðurflytingarmarkið. Hinvegin vísti EB/Streymur enn einaferð, at teir hava tað, ið skal til
Mynd: Sofus D. Johannesen