mánadagur 20. august 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin
Sætti sigurin á rað
Fótbóltur Heldur ikki føroyameistararnir fingu steðgað ÍF, sum í gjár vann sætta sigurin á
rað og nú av álvara andar EB/Streym í nakkan sum fremsti avbjóðarin til oddasessin
Hilmar Jan Hansen
Skalt tú vinna dystir, so er tað ofta
afturi í verjuni, at tað heila byrjar.
Megnar tú at halda tætt, so mót
støðuliðið ikki sleppur ígjøgnum,
gevur tað eitt sjálvsálit og eina
trúgv upp á tað, sum smittar allan
vegin frameftir. Soleiðis sær í øll
um førum út hjá ÍF í løtuni, nú
liðið í gjár við 2-0 sigrinum á B36 í
Gundadali fyri sættu ferð á rað fór
av vøllinum sum vinnari.
– Vit hava arbeitt nógv við verju
spælinum, og vandi var líkasum
ongantíð ordiliga á ferð í hesum
dystinum. Eg má rósa mínum
spælarum fyri at arbeiða skilagott í
verjuspælinum, samstundis sum vit
fingu tvey mál í júst røttu løtunum,
segði
ÍF-venjarin,
Flemming
Christensen, eftir dystin í Gunda
dali.
B36 slapp eisini at hava bóltin
nógv, men tað var so eisini alt. ÍF
bant væl fyri og syrgdi fyri, at B36
ikki kom til teir stóru kjansirnar,
og hinvegin sá heldur ikki út til,
at B36 hevði teir stóru trumfirnar
at leggja á borðið. Har lá líkasum
ongantíð ordiliga í luftini, at nú
fór B36 at fáa hol á, meðan vandin
í hinum endanum ofta eisini var
hálvavegna sjálvskaptur.
Dysturin koyrdi eitt sindur
aftur og fram í fyrra hálvleiki, men
spælið hjá ÍF bleiv meira miðvíst
og málsøkjandi, og har høvdu verið
fleiri »ordiligir« møguleikar, áðrenn
tað við einum innlærdum frísparki
eydnaðist at fáa hol á mitt í fyrra
hálvleiki.
Bogi Løkin trillaði bóltin til
Dánjal á Lakjuni, sum í høgru rann
ímóti baklinjuni og sendi innfyri,
har Meinhardt Joensen bleiv eitt
sindur fangaður og sendi bóltin
á egnan yvirliggjara, heldur enn
at rudda ordiliga burtur, og so var
Bartal Eliasen ein av fleiri reyðum,
ið bleiv leysur aftanfyri og kundi
koyra bóltin inn um strikuna til
1-0.
Stutt eftir var um reppið, at
Clayton Soares økti beinanvegin,
men Meinhardt Joensen fekk við
eini stórbjarging forðað fyri, at
tað kanska bleiv skrædl, tí løtuna
rundan um málið var yvirskotið hjá
fuglfirðingum altso rættiliga stórt.
Skaptu ov lítið
Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki gekk
eisini javnt á, men rættiliga skjótt
hevði B36 hug at seta seg á spælið
og koyra nógv runt við bóltinum.
Tá so Mikkjal Thomassen valdi at
satsa og setti Súna Olsen, Lukasz
Cieslewicz og Gunnar Zachariasen
inn í senn, bleiv yvirvágin í spæli
stór hjá heimaliðnum, men fram
vegis uttan at tað sást aftur í mál
kjansum.
Bara ta einu ferðina var av álvara
nær við, at B36 fekk nakað burturúr,
tá Atli Danielsen spældi bóltin fram
til Gunnar Zachariasen, ið bleiv
púra leysur ímóti Jákupi Mikkelsen
í ÍF-málinum. Men Jákup var
skjótur út at leggja trýst á Gunnar,
ið ikki ordiliga hevði møguleika at
fara út í aðra síðuna, og tí mátti
hann royna at lyfta bóltin upp um
útstormandi málverjan – og so fór
bólturin eisini upp um málið. Hetta
var einasti ordiligi kjansurin hjá
B36 í gjár.
– Vit skaptu ikki teir stóru og
opnu møguleikarnar, uttan tann, tá
Gunnar kom ein ímóti einum. Hin
vegin vóru fuglfirðingar effektivir,
so teir fingu mál burtur úr sínum
kjansum. Eg eri ótrúliga vónbrotin,
at vit ikki fingu meira burturúr at
hava bóltin nógv, men vit skaptu
altso ikki nóg nógvar kjansir, segði
B36-verjuspælarin, Jonas Flindt
Rasmussen.
Bara smáar tríggjar minuttir
eftir
nevnda
møguleika
hjá
Gunnari, lukkaði ÍF dystin við at
skora seinna málið. Clayton Soares
fekk bóltin beint framman fyri
miðjuna og setti ferð á frameftir,
áðrenn hann smekkaði til frá
brotsteigarmarkinum. Meinhardt
Joensen fekk hálvbjargað, men
bólturin støkk út til Nenad Saric, ið
kundi smekka til í tómt mál til 2-0.
Einfalt og effektivt!
Harvið er ÍF framvegis við heilt
har frammi og er bara tvey stig aftan
fyri EB/Streym á oddasessinum,
meðan B36 á sætta plássið í løtuni
er langt frá europeiskum fótbólti
næsta summar.
hilmarjan@sosialurin.fo
ÍF bant væl fyri og skoraði upp á sínar møguleikar, meðan B36 skapti mestsum einki, hóast liðið
hevði bóltin nógv. Tí er ÍF við í oddastríðnum og B36 enn langt frá europeiskum fótbólti
Myndir: Álvur Haraldsen