mánadagur 20. august 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Gøta
Saknurin í Finni Justinussen hev
ur verið eyðsýndur á liðnum hjá
Víkingi í ár, men í dystinum móti
B68 sást, at Jógvan Martin Olsen
hevur fleiri møguligar loysir í hóp
inum, sum hann kann brúka. Filip
Djordjevic, sum kom til Víking frá
KÍ í summarsteðginum, byrjaði sum
fremsti maður, meðan Hjartvard
Hansen, sum er umskúlaður til
framherja í ár, kom inn og skoraði
somuleiðis.
Hjartvard Hansen er toppskorari
hjá Víkingi við seks málum, men
hevur ikki spælt so nógv tveir teir
seinastu dystirnar vega millum
annað búkilsku.
Vátt og javnt
Tað regnaði illa náttina til leygar
dagin og leygarmorgunin. Tí var
vøllurin í Sarpugerði plaskvátur.
Tað gjørdi, at leikferðin var høg
og at bólturin gekk skjótt eftir
vøllinum. Hinvegin kom tað eisini
fyri, at menn mistu fótafesti, tá teir
skuldu gera knappar vendingar.
Somuleiðis var tað vónleyst at fáa
fatur á eini óneyvari avlevering.
Fyrri hálvleikur var javnur, men
tað vóru víkingar, ið komu fram
til teir flestu málmøguleikarnar.
Longu tíðliga í dystinum mátti
Hans Jørgensen bjarga væl úr
spískum og eftirfylgjandi skjeyt
Hanus Jacobsen, men ein B68 verju
leikari tveitti seg í leysa luft og fekk
bjargað á sjálvari málstrikuni.
Fyri toftamenn vóru tað serliga
deyðbóltsstøðurnar, ið vóru vanda
miklar. Hornaspørkini lógu heilt
tætt at málinum, men Geza Turi og
restin av verjuni hjá Víkingi megn
aðu at halda tætt.
B68 vil hava brotsspark
Mest umtalaða støðan í fyrra hálv
leiki mundi verða, tá ein toftamaður
fór um koll í brotsteiginum hjá
Víkingi. Eftir innkast úr høgru tekur
B68 leikari ímóti bóltinum, meðan
ein leikiari hjá Víkingi roynur at
sparka bóltin vekk, men toftamenn
vilja verða við, at víkingurin rakti
toftamann á skinnabeini.
– Vit eiga eitt klokkuklárt brots
spark í fyrra hálvleiki, segði Jann
Ingi Petersen eftir dystin.
Eiler Rasmussen dømdi annars
ein fínan dyst. Brotssparksstøðan
var tað einasta støðan, sum kann
nevnast. Tað var ógvuliga torført at
síggja um tað var kontakt millum
verjuleikara og áleypara.
Málini
Seks minuttir inn í seinna hálvleik
kemur
so
fyrsta
málið.
Filip
Djordjevic rekur framvið tveimum
og er um at missa bóltin, men vinn
ur taklingina. Staddur stutt innan
fyri brotsteigarmarkið skjýtur hann
bóltin í málið.
Málið var í nógvar mátar eitt
einmansavrik frá manninum, sum
allan dystin á tamb legði B68 verj
una undir stórt trýst.
Eitt lítið korter seinni økti inn
skifti Hjartvard Hansen til 2-0.
Evrard Ble var høvðusmaðurin
aftanfyri málið. Fyrst dregur hann
upp á tvørs av vøllinum og peikar
síðani greitt hvar Sølvi Vatnhamar
skal renna. Hann leggur síðani
bóltin inn um verjuna í høgru har
Sølvi Vanthamar lættliga kann
leggja bóltin tvørtur um til ein
púra leysan Hjartvard Hansen, sum
skorar.
Í Filip Djordjevic og Hjartvardi
Hansen hevur Jógvan Martin
Hansen tveir eitt sindur ótraditio
nellar framherjar, sum báðir hava
spælt á øðrum plássum fyrr. Filip
Djordjevic hevur millum annað
spælt á miðvøllinum hjá KÍ, meðan
Hjartvard Hansen hevur spælt á
bakkinum hjá Víkingi.
Báðir tveir leggja teir nógv fyri og
kunnu órógva ein verju í samfullar
90 minuttir. Tað er ikki vist at báðir
byrja inni í steypafinaluni móti EB/
Streymi, tí samansetingini við Sølva
Vatnhamar aftanfyri einsamalla
framherjan, og Hans Jørgen Djur
huus og Kaj Leo í Bartalsstovu á
hvør sínum vongi riggaði eisini
væl. Men her hevur Jógvan Martin
Olsen fleiri møguleikar at velja í
millum.
Liðskiparabandið
steyma fast
Atli Gregersen spældi sín fyrsta
dyst, eftir at hava sitið uttanfyri í
fýra dystir fyri at hava tveitt lið
skiparabandið eftir Dagfinni Forná
í dystinum móti HB. Hesa ferð var
Atli Gregersen á vøllinum allan
dystin og liðskiparabandið var
framvegis á arminum, tá dómarin
bríkslaði fyri seinastu ferð.
– Tað er seymað fast, helt Atli
Gregersen skemtiliga fyri eftir
dystin og legði afturat, at hann var
fegin um at sleppa á vøllin aftur.
Tveir teir undanfarnu dystirnar
er einki mál komið ígjøgnum í hjá
Víkingi. Tað gjørdi tað heldur ikki
við Atla Gregersen á liðnum.
– Eg eri sjálvandi fegin um at
teir hava hildið tætt, og tí skuldi
tað ikki verð á mínari vakt, at nakað
mál skuldi í gjøgnum, segði Atli
Gregersen.
Víkingur var betri og vann tí
uppiborið. Teir spældu betri og
skaptu fleiri møguleikar. Víkingur
kundi fingið fleiri mál, men serliga
Oddur Højgaard stóð stinnur í verj
uni hjá toftamonnum.
Víkingar eru nú klárir til steypa
finaluna.
trondur@sosialurin.fo
effo-deildin
Víkingur klárur til finaluna
Fótbóltur Einki var at síggja til álopstrupulleikarnar hjá Víkingi, tá teir leygardagin
vunnu 2-0 á B68. Bæði Filip Djordjevic og Hjartvard Hansen skoraðu góð mál og
víkingar tykjast nú til reiðar til steypafinaluna komandi vikuskiftið
Hans Jørgen Djurhuus kom drønandi úr kirkjuni og í skiftirúmið hjá
Víkingi undan dystinum. Hann og Hjørdis Fríða Gregersen blivu gift
stutt fyri fyrsta bríkslinum. Hans Jørgen Djurhuus spældi fyrstu 50
minuttirnar og fór so beint í sítt eygna brúdleyp í Leirvík.
Hans Jørgen Djurhuus giftur
Savnsmynd: Álvur Haraldsen