mánadagur 20. august 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin
Jóannes Hansen
Eingin ivi er um, at FC Suðuroy
verður annað av liðunum, sum
næsta ár fer at spæla í næstbestu
og ikki í bestu deildini.
Hesa ferð noyddist FC Suðuroy
úr Runavík við 5-1 tapi, og nú eru sjey
umfør eftir hjá suðuroyingunum
at vinna fyrsta sigurin í ár. Síðani
landskappingin varð víðkað til
at fevna um 27 umfør, er tað ikki
komið fyri, at niðurflytari ikki
hevur vunnið í hvussu so er eina
ferð. Tað skal leitast heilt aftur til
1989 fyri at finna niðurflytara, sum
ikki megnaði at vinna eina ferð. Tað
árið flutti LÍF niður eftir at hava
spælt átjan dystir og vunnið trý
stig í trimum javnleikum.
Higartil hevur NSÍ verið við
í stríðnum fyri at sleppa undan
hinum
niðurflytingarplássinum.
Eftir trivaliga heimasigurin hesa
ferð er tað meiri luft hjá teimum
gulu til hóttanina av niðurflyting,
og nú skal endaspurturin hilnast
rættuliga illa, um tað næsta ár skal
verða leygardagsfótbóltur og eingin
sunnudagsfótbóltur við Løkin.
Kári Reynheim hevur eftir mið
víst og tógvið stríð samanspælt
lið. Hesa ferð vóru teir somu ellivu
á vøllinum alla tíðina, og tað var
merkisvert, at níggju av teimum
eru uppvaksnir í felagnum. Annar
av
sentralu
miðvallarunum
–
Magnus Olsen – er uppvaksin í B71,
og hin sentrali miðvallarin – Andras
Frederiksberg – er uppvaksin á
Skála.
Mest sum alla tíðina var heima
liðið leikliga omaná, og stóri pinnur
hevði verið fimm ferðir runt, tá ið
hol kom á. Jann Martin Mortensen
legði væl innfyri úr høgru, og Árni
Frederiksberg varð skrásettur sum
málskjútti, eftir at Stanislav Kuzma
hevði hálvbjargað royndini frá
Magnusi Olsen.
Stórsigurin læt bíða eftir sær.
NSÍ hevði bóltin nógv, men gestirnir
vóru væl skipaðir í verjupartinum,
og tað kom spenningur í, tá ið teir
eftir hálvan tíma gagnnýttu ein av
kontramøguleikunum. Eftir upp
spæl og innlegg úr høgru tveitti
miðvallarin í vinstru, David Asare,
seg fram og stútaði meistarliga til
1-1.
Útjavnandi málið tóktist skelka
heimaliðið, og næstu løtuna vóru
fleiri spentar støður frammanfyri
trygga Kristian Joensen í NSÍ mál
inum, men heimaliðið fótaði sær.
Kári Reynheim mundi í steðg
inum hava givið sínum monnum
boð um at seta meiri damp undir
ketlarnar, og so gekk tað fult og
heilt fyri seg eftir treytunum hjá
NSÍ, sum síðsta stóra hálva tíman
skoraði fýra mál.
Merkisvert var tað, at síðuspæl
ararnir – Árni Frederiksberg og
Jann Martin Mortensen – skoraðu
tvær ferðir í part, at miðvallarin
Magnus Olsen skoraði eitt mál, og
at toppskjúttin Klæmint A. Olsen
hesa ferð ikki taldist millum mál
skjúttarnar, hóast talan var um
trivaligan 5-1 sigur. Næst við at
skora var hann, tá ið hann stutt
eftir steðgin fyrst stútaði á stólpan
og lítla løtu seinni sendi bóltin
dygst framvið stólpanum.
Fótbóltur Í ein tíma helt FC Suðuroy tørn, áðrenn tað skrædnaði,
og so gekk skjótt hjá NSÍ, sum orduliga gjørdi bart
NSÍ er leyst av botninum
HB í meistarastíli í
undirhaldandi klassikara
Fótbóltur Tolið var stórt, tá ið HB við hugflogi og leikligum dygdum at enda tryggjaði sær øll stigini ímóti
KÍ, sum stríddist nógv, men ikki á sama hátt sum væl uppløgdu mótstøðumenninir megnaði samanspælið
Jóannes Hansen
Klassikarin yvir øllum er tann
millum KÍ og HB. Soleiðis hevur
ofta verið tikið til. Sannleikin í út
søgnini var størri tann tíð tað var,
enn hann hevur verið seinnu árini,
tá ið tað eru fleiri onnur, ið stríðast
um fremstu plássini.
Men sunnudagin var tað sum í
gomlum døgum, tá ið javnaldrarnir
hittust í fínum fótbóltslíkindum
í
Klaksvík.
Intensiteturin
var
øgiligur, og tað var gott fyri
bæði spenning og undirhald, at
tað
eftir
stóran
hálvan
tíma
eydnaðist heimaliðnum at seta
hol á:
Álopið byrjaði í høgru, har Álvur
F. Christiansen á mótstøðuhálvuni
vann bóltin av Símuni Samuelsen.
So varð spælt skjótt í hitt borðið,
har Heðin á Lakjuni, ið aftur hesa
ferð var millum teir eyðsýndastu
á heimaliðnum, yvirlappaði og
næstan av baklinjuni sendi flatt
ímóti nærra stólpa, har Santos
stýrdi bóltin á sín egna stólpa. Fleiri
stríddust um returbóltin, men tað
var Páll A. Klettskarð við stóra
máltevinum, sum var fyrstur á og
skoraði.
Fagnaðurin var øgiligur, og hóast
HB tað mesta av tíðini leikliga var
greitt omaná, so vóru møguleikar
fyri, at KÍ kundi økja um leiðsluna,
men tað hevði verið mest sum ov
nógv av tí góða fimm dagar undan
108 ára føðingardegnum!
HB liðið var ógvuliga væl skip
að, og tað kendist vera greiður
fyrimunur fyri avrikið, at tað hesa
ferð ikki varð fokuserað upp á
mótstøðuliðið, men heldur upp á
fínu fótbóltsdygdirnar, sum eru á
liðnum.
Fróði Benjaminsen og Hallur
Hansson vóru á sentrala miðvøll
inum í landsdystinum í Reykjavík
mikukvøldið. Altjóða avrikið darv
aði teimum ikki í Klaksvík. Heldur
var tað soleiðis, at teir kendust
hava størri íblástur, enn teir áður
hava havt. Teir stýrdu HB spæl
inum meistarliga – vóru altíð klárir
at hjálpa liðfeløgunum, dugdu væl
at taka bóltin til sín uttan mun
til í hvørji hædd og hvussu hann
varð sendur til teirra, og um eingin
av liðfeløgunum var leysur, so
vóru teir altíð førir fyri at sneiða
framvið
einum
ella
tveimum
mótstøðumonnum og harvið at
skapa yvirtalsstøðurnar, sum skulu
til.
Í verjupartinum var Rógvi Holm
sera avgjørdur og sannførandi, og
Jóhan Troest Davidsen stuðlaði
honum væl. KÍ legði nógv fyri at
spæla seg ígjøgnum í borðunum,
og har var tað ikki altíð so tætt,
men tað bilti ikki, og bæði Jógvan
Rói Davidsen og ikki minni Santos
vóru væl við í uppspælinum.
Konseptið var at spæla skjótt og
beinleiðis, og tilvitanin um at leggja
diagonalar sendingar til Christian
R. Mouritsen og Símun Samuelsen
var stór. Símun Samuelsen var
fleiri ferðir um reppið at gerast
púra leysur, men aftur hesa ferð
var tað fleiri ferðir soleiðis, at eitt
hálvt skritt ov lítið ella ov nógv var
á skránni.
Rókur Jespersen og Andrew av
Fløtum vóru á sentralu plássunum
í framrættaða partinum. Báðir eru
teir góðir við bóltinum, og teir lesa
spælið skjótt og væl. Men hvørg
in teirra er boksspælari, og at
einin sovorðin er á liðnum kend
ist sum størsti veikleikin hjá HB.
Liðið spældi seg til nógvar møgu
leikar, og tað var ein blanding av,
at heimamenninir ofraðu seg full
komuliga í verjupartinum og av, at
marginalirnir ikki vóru við, at tað
ikki var, fyrrenn tað restaði eitt
korter, at HB fekk hol á.
Fróði Benjaminsen stútaði eftir
hornasparksinnlegg á tvørtræið í 1.
hálvleiki, og klaksvíkingar bjargaðu
tvær ferðir, tá ið bólturin var á veg
í málið.
Eftir uppspæl í vinstru og inn
legg fluktaði Fróði Benjaminsen við
handara stólpa til 1-1, og fimm min
uttir undan leikloki tryggjaði HB
sær øll stigini. Santos legði innfyri
úr vinstru, bólturin brast í handara
stólpan og í høvdið á Gango, áðrenn
hann fór í málið.
HB málverjin Teitur M. Gestsson
noyddist skaddur av vøllinum í
2. hálvleiki. Símun Rógvi Hansen
loysti av, og hann stóð seg væl.
Haltaði í samanspælinum
Sjálvandi kendist tað vera stórt
vónbrot hjá KÍ, at tað ikki eydnaðist
at vinna úrtøku, tá ið talan var
um leiðslu, inntil tað restaði eitt
korter.
Hesa ferð var stórur dentur
lagdur á at vinna kropsliga stríðið.
John Hammer var fluttur úr mið
verjuni og á sentrala miðvøllin,
og Bárður J. Heinesen var fremsti
maður við tí setningi at órógva HB
miðverjuna, sum ikki altíð hevur
verið so sannførandi.
Tá ið tað herfyri eydnaðist at
koma afturíaftur og eftir 0-3 at
vinna seg upp á 3-3 ímóti Víkingi,
vóru tað ikki minst innskiftu og
rappfótaðu Ivan Joensen og Heðin
Klakstein, sum vóru kokkar. Hesa
ferð var Heðin Klakstein á bonk
inum alla tíðina, meðan Ivan
Joensen ikki var við. Tað eydn
aðist KÍ bara í løtum at vísa gott
fótbóltsspæl, og í síðsta enda vóru
fúsi stríðsandin og nærlagnið ikki
nóg mikið at vinna stig.
HB fór enn eina ferð úr Klaksvík
við øllum. Talan var um meistarligt
avrik. Um hildið verður fram í somu
øði, so verður úrtøkan stór!
joannes@sosialurin.fo