mánadagur 20. august 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Stóru fótbóltsdeildirnar í Evropa
eru nú farnar í gongd aftur, og um
vikuskiftið byrjaði eisini spanska La
Liga. Meistararnir úr Real Madrid
fingu ikki trý stig í fyrsta dystinum,
sum teir helst høvdu ætlað sær.
Heima á Santiago Bernabeu fingu
teir 1-1-javnleik ímóti Valencia.
Real Madrid fekk annars eina
flúgvandi byrjan, tá ið Gonzalo
Higuain eftir bara níggju min
uttum legði teir á odda 1-0. Stutt
fyri hálvleik javnaði Jonas fyri
Valencia, tá ið hann stútaði eitt
frísparksinnlegg í málið. Hóast
Real Madrid hevði eitt stórt trýst
í seinna hálvleiki, so megnaðu teir
ikki at fáa mál og teir máttu taka til
takkar við eina stiginum umvegis
ein 1-1-javnleik.
Á heimavølli fekk FC Barcelona
eina dreymabyrjan upp á kapp
ingarárið. Teir vunnu 5-1 ímóti
Real Sociedad. Carles Puyol legði
FC Barcelona á odda, men Real
Sociedad javnaði stutt eftir. Við
tveimum
málum
sendi
Lionel
Messi tó FC Barcelona á sigurskós
longu tá ið eitt korter var farið.
Pedro og David Villa staðfestu ein
5-1-stórsigur til FC Barcelona, sum
tískil má sigast at hava fingið eina
dreymabyrjan upp á La Liga.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur Sponsku meistararnir
fingu bara 1-1-javnleik ímóti Valencia
í fyrsta dystinum í La Liga, meðan
FC Barcelona vann stórsigur
Real Madrid kom illa frá landi
Pætur Albinus
Tað gongur ikki væl hjá Christiani
Lamhauge Holst og teimum úr
Silkeborg. Eftir seks dystir hevur
Silkeborg nú framvegis bara trý
stig, og er tað nokk til at teir eru
undir niðurflytingarstrikuni og á
næstaftasta plássi.
Um vikuskiftið høvdu teir vitjan
av uppflytarunum úr Randers FC,
og eiheldur hesaferð fekk Silkeborg
stig burturúr. Randers FC vann
nevniliga dystin 1-0 við máli, sum
Alexander Fischer skeyt eitt korter
fyri leiklok.
Uppflytararnir úr Randers FC
hava fingið eina góða byrjan upp
á kappingarárið og eru á einum
øðrum plássi í Superliguni. Teir eru
tvey stig aftanfyri oddaliðið FCK.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Hann hevur longu fingið sínar
fyrstu minuttir á besta liðnum
hjá Brøndby og hevur javnan
verið úttikin til dystirnar hjá
Brøndby,
men
leygarkvøldið
kundi René S. Joensen fingið
eina uppliving av teimum stóru,
tá ið arvauppgerð var ímillum
FCK og Brøndby. Tað fekk hann
tó ikki. Hóast René var úttikin
til upprunaliga hópin, so varð
hann skilaður frá til at sita á
beinkinum.
Tískil
kundi
hann
bara
hyggja at dystinum, og sá hann
liðfelagar sínar fáa 1-1-javnleik.
Nicolai Jørgensen legði FCK á
odda átta minuttir inn í seinna
hálvleik, men seks minuttir
áðrenn leiklok javnaði Clarence
Goodson fyri Brøndby. 1-1 gjørd
ist eisini endaliga úrslitið.
FCK er framvegis á odda í
Superliguni við 14 stigum fyri
seks dystir. Brøndby hevur ein
ans fýra stig og er á triðaftasta
plássi.
albinus@sosialurin.fo
Superligaen
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
FC København
6
4
2
0
14 - 5
14
2
Randers FC
6
4
0
2
7 - 9
12
3
FC Nordsjælland
6
3
2
1
14 - 6
11
4
AaB
6
3
2
1
11 - 7
11
5
SønderjyskE
5
3
1
1
10 - 5
10
6
OB
5
3
1
1
5 - 3
10
7
AC Horsens
6
2
2
2
7 - 10
8
8
FC Midtjylland
6
2
1
3
10 - 13
7
9
AGF
6
1
2
3
5 - 8
5
10 Brøndby IF
6
1
1
4
5 - 9
4
11 Silkeborg
6
1
0
5
5 - 14
3
12 Esbjerg fB
6
0
2
4
4 - 8
2
Fótbóltur René S. Joensen var ikki
við Brøndby, tá felagið leygarkvøldið
fekk 1-1-javnleik ímóti FCK í Parkini
René ikki
við í Parkini
Fótbóltur Christian Lamhauge H olst og teir úr Silkeborg eru nú
undir niðurflytingarstrikuni eftir 0-1-tap fyri Randers leygardagin
Niðurflyting
hóttir Holst