Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið premier league Tróndur Arge Fyrsta umfarið í Premier League varð hendingaríkt og spennandi. Manchester City var enn eina ferð aftanfyri á heimavølli móti einum uppflytara, men megnaði at vinna 3-2. Chelsea fekk somuleiðis eina góða byrjan, har Eden Hazard var dagsins maður. Í Newcastle heldur góða lívið fram. Teir vunnu á André Villas- Boas og Tottenham. Michael Laudrup vann 5-0 í fyrstu royndini sum venjari hjá Swansea, meðan Liver­pool, sum fór avstað við Swansea venjaranum frá í fjør, fekk eina sera vánaliga byrjan. Í kvøld skulu so Manchester United og Robin van Persie í eldin móti Everton. Seiansta nýggja er, at Sir Alex Ferguson kundi hugsað sær Kaka frá Real Madrid. City endurtók søguna Manchester City endaði kapp­ingar­ árið í fjør við at vinna 3-2 á einum uppflytara á heimavølli aftaná at hava verið aftanfyri. Ta ferðina var tað Queens Park Rangers, sum var mótstøðuliðið. Í gjár var søgan tann sama, tá Southampton kom á vitjan á Etihad leikvøllinum. Tað er ikki tann heilt stóra koll­ veltingin farin fram í Manchester City í summar. Roberto Mancini hevur fingið ein nýggja sáttmála og einsta keypið er Jack Rodwell frá Everton. Roberto Mancini leitar framvegis eftir einum miðverja at spæla undir liðini á Vincent Kompany. Fremstur á listanum er danski miðverjin hjá Liverpool, Daniel Agger. Manchester City kom annars á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men upp á bara nakrar fáa minuttir vendið Southampton dystinum á høvdið. Men við málum frá Edin Dzeko og Samir Nasri eydnaðist ensku meistarunum at vinna fyrsta dystin í árinum. Tað kom illa við hjá Manchester City, at Sergio Aguero mátti fara skaddur av vøllinum. Hann hevur fingið ein skaða í knæið, men roknað verður við, at hann verður klárur aftur um nakrar vikur. Hazard dagsins maður Eden Hazard kom í summar til Chelsea frá franska Lille. Hann var ávegis til bæði Manchester United og Manchester City, men tá saman umkom, so var tað Chelsea, ið fekk belgiska bóltsnillingin. Tað fegnast tey um í bláa partinum av London í dag. Eden Hazard var nevniliga dags­ins maður í útidystinum móti Wigan sunnudagin. Longu aftaná fimm minuttir hevði hann lagt upp til 1-0 málið hjá Branislav Ivanovic og upphavsmaðurin til brots­sparkið, sum Frank Lampard um­setti til 2-0. Eden Hazard vísti góðan bólt­ før­leika og serliga vóru tað knøppu vendingarnar, ið gjørdu lívið torført fyri Wigan leikararnar. Helst skuldi Wigan fingið eitt reytt kort, fyri eina vemmiliga takling aftanifrá móti júst Eden Hazard. Heldur Eden Hazard at spæla sum hann gjørdi í gjár, so verður hetta eina spennandi ár fyri Chelsea viðhaldsfólk. Ba og Arfa koppaðu Tottenham Tottenham hevði munin á New­ castle í fjør, men tað gav ikki eitt at­gongumerkið til Champions League, tí Chelsea vann kappingina og sleppur tí at verja heitið í ár. Totten­ham var uttan Luka Modric, sum líkist meiri og meira einum Real Madrid leikara. Newcastle er sum eitt nýtt felag eftir niðurflytingina. Felagið hevur í summar megnað at hildið fast í stjørnuleikarunum sum Demba Ba. Søgan sigur, at tað stendur í sátt­málanum hjá honum, at um eitt felag bjóðar 75 milliónir krónur fyri hann, so hevur hann frítt at fara. Newcastle vann dystin 2-1 við málinum frá Demba Ba og Hatem Ben Arfa. Tað seinna var brots­spark. Fleiri eru ivasom um veruligu styrkina hjá Newcastle, men sigurin á Tottenham bendur á, at Newcastle aftur í ár verður at síggja millum tey fremstu. Stórsigur til Laudrup Danska heimsstjørnan, Michael Laudrup, er nýggjur venjari hjá Swansea, sum í fjør tók øll á bóli við góða og tekniska fótbóltinum, ið liðið spældi. Hetta vildu eigarnir í Liver­pool hava sín lut í og hava ognað sær venjaran, Brendan Rodgers, og miðvallaran Joe Allen. Men Michael Laudrup hevur gjørt okkurt rætt, tí Swansea vann ikki minni enn 5-0 á Loftus Road móti QPR. Fótbóltsspælið var tað sam eyðkenda við góðum tekn­ iskum fótbólti. Liverpool hevur goldið áleið 150 milliónir krónur fyri Joe Allen, so Michael Laudrup hevur pengar at brúka áðrenn flytingargluggin letur aftur. Vánalig byrjan hjá Liverpool Fyri Brendan Rodgers og Joe Allen gekk tó nógv verri. Liverpool var á vitjan hjá West Bromwich Albion, sum hevur Steve Clarke sum venj­ ara. Hann var hjálparvenjari hjá Kenny Dalglish, sum í summar varð koyrdur sum venjari hjá Liverpool. Fyrri hálvleikur var javnur, men Manchester City byrja har teir sleptu Fótbóltur Um vikuskiftið kundu øll tey fótbóltsáhugaðu aftur anda róliga. Tí nú bæði EM og OL fótbólturin er komið at enda, so byrjaði enska Premier League og tað við einum brakið. Seinasti dysturin í fyrsta umfari verður í kvøld