Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam »Løgmaður skyldar ikki MVG til landskassan, og hava hes­ ar skuldsetingarnar einki við veruleikan at gera og stan­di eg tí púra spyrjandi«. So­lei­ ð­is segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, við Vága­ portalin tann 30. mai. Dagin eftir var løgmaður sjálv­ur í Miðlahúsinum. Tá varð hann spurdur, um einki parta­ felag, sum hann varðaði av, skyldaði tí almenna nakað. Svar­ið var eitt klokkuklárt »nei«. Løgmaður segði seg held­ur ikki vitað nakað um, at nakað felag, ið hann hevði varðað av, hevði pá­ drig­ið nøkrum tap, tað verið seg tí almenna, privata ella nøkr­um virki, so segði løg­ maðu­r seg ikki vita um hetta. Spurdur um aftur, um hann ikki átti at vitað tað, tá hann hevði verið stjóri og nevndarformaður, svaraði løg­maður soleiðis: »Eg havi ongan kreditor­ lista, men eftir míni bestu sann­føring skyldaðu feløg­ ini ongum nakað. Alt er upp­ gjørt og hvør hevur fingið sítt«. Ábyrgd løgmans Síðani hevur Sosialurin víst á, at løgmaður hevur sagt ósatt um hesi viðurskifti. 3. august visti Sosialurin at siga, at Sp/F Sisero, har Kaj Leo Holm Johannesen var nevndar­formaður, hevði kostað tí almenna, tað vil siga Taks, 200.000 krónur. Men hetta fór løgmaður ógvu­liga lætt um, tá hann varð konfronteraður við hetta. Hann vildi ikki kennast við sína ábyrgd sum nevnd­ ar­for­maður. Hann segði bein­ leið­is, at hann onga ávirkan hevði á felagið, og at hann var minniluta partaeigari. Hann fór enn tá so langt sum at samanbera sína støðu í Sp/F Sisero, har hann altso var nevndarformaður og átti 16,6 prosent av fyritøkuni, við sína støðu sum smá­parta­ eigari í Eik! Hesa marg­hátt­ ligu samanbering gjørdi løg­ maður í bæði Sosialinum og Rás2. Ein ófatiliga arrogant ella óvitandi samanbering frá manninum, sum stýrir lan­di okkara! Sosialurin hevur síðani víst á, at tað er fullkomiliga líka­mikið, um hann var minni­luta­eigari. 10. august skriv­aði Sosialurin soleiðis um ábyrgd løgmans sum nevndarformaður í Sp/F Sisero og hinum fyri­tøku­ num, hann hevur stýrt. »Sum nevndarformaður hevur hann fulla ábyrgd av hesum felag – ein ábyrgd, sum hann eftir øllum at døma ikki hevur røkt, síðani hann sig­ ur seg einki hava havt við felagið at gjørt, hóast hann var nevndarformaður og skrivaði undir roknskapin«. Hetta varð skrivað við bein­ leiðis tilvísing til parta­ felags­lógina. Men Kaj Leo Holm Johanne­sen, løgmaður, vildi hó­ast hetta ikki kennast við sína ábyrgd! Tvørtur í móti hevur Kaj Leo Holm Johannesen frá byrjan sligið málið upp í glens. Hann hevur flutt fokus, skírt tað eina »per­ són­liga jagstran hjá blað­ stjóra­num« og beinleiðis sagt ósatt. Alt hetta heldur enn at taka í egnan barm og siga sum er – tað hevði verið munandi lættari og sømt seg betri. Álitið Longu áðrenn Sosialurin kom á gøturnar 3. august við for­síðu­ni um Sp/F Sisero og yvir­skriftini »Landið mist 200.000 krónur«, skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen so­leiðis á Facebook. »Góðan morg­un Tað er ikki hissini javn­a­ð­ar­blaðið Sosialurin er eftir løgmanni um alt millum himmal og jørð. Persón­lig jagstran síðan løgtings­valið er dagligdagur hjá bla­ð­stjóra­num«. Týsdagin 7. august skrivar løg­maður millum annað so­leiðis: »Blaðstjórin á Sosiali­num endurgevur ikki rætt, tilvitað ella ótilvitað í greinum um mín persón og um feløg sum eg havi átt parta­brøv í, eg havi og komi ongan­tíð at siga ósatt um nøk­ur viðurskifti«. Men løg­ mað­ur segði ósatt! 15. august helt løg­mað­ur áfram við at gera journali­ stikkin í Sosialinum til eitt persón­ligt stríð millum seg og Eirik Lindenskov, blað­stjóra: »Blaðstjórin á Javnaðarblaðnum Sosial­in­ um hevur fingið løgmann um skrúvuna, hevði okkurt verði rætt sum hann skrivaði, hevði tað verði stuttligari at lisið«. Men tað, sum hevur verið at lisið í Sosialinum um hetta mál, hevur verið rætt úr enda í annan. Tað einasta, sum ikki hevur verið satt, eru út­ sagn­ir løgmans í málinum og skuldsetingar hansara mót­ vegis Sosialinum. Fríggjakvøldið var tað lok­sins ein annar miðil, ið tók hetta álvarsmál upp. Í Degi & Viku høvdu tey fingið Kristinu Samuelsen, løg­ frøðing, at siga neyvt tað sama, sum Sosialurin hevur skriv­að um ábyrgd løgmans sum nevndarformaður. Tá var løgmaður so mikið at sær komin, at hann gav løg­frøð­inginum púra rætt, hóast tað, sum hon segði, Ábyrgd og álva POLITIKKUR Í Føroyum hava vit í dag ein floksformann og løgmann, sum hevur páført tí almenna tap, sigur ósatt um tað, slær tað upp í glens, tá fjølmiðlar varpa ljós á tað og annars arbeiðir í sjálvdrátti innanfloks – alt hetta uttan at tað fær avleiðingar ÓSATT Kaj Leo Holm Johannesen frá byrjan sligið málið upp í glens. Hann hevur flutt fokus, skírt tað eina »persónliga jagstran hjá blaðstjóranum« og beinleiðis sagt ósatt