mánadagur 20. august 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðarrøð
26. mai:
Lesararbræv á Vágaportalinum, har sagt verður m. a.,
at løgmaður og Jørgen Niclasen gjøgnum verandi ella
likviderað feløg skylda TAKS mvg
30. mai:
Sosialurin endurgevur skuldsetingarnar og spyr, um nakað
man vera um málið.
31. mai:
Løgmaður avsannar á Vágaportalinum skuldsetingarnar,
sum hann einki kennir til – og stendur púra spyrjandi
1. juni:
Løgmaður avsannar skuldsetingarnar í Sosialinum: – Eg
havi ongan kreditorlista, men eftir míni bestu sannføring
skydaðu feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt, og hvør
hevur fingið sítt, segði hann
12. juni:
Sosialurin fær innlit í búroknskapin hjá Sp/F Sisero – tí at
felagið skyldar Sosialium pengar. Roynt verður at fáa innlit
í hini feløgini, tó uttan úrslit
Sosialurin leggur búroknskapin fyri løgmann,
sum ikki vil kennast við hann. Sigur seg bara vera
minnilutapartaeigara. Men hann er nevndarformaður
3. august:
Sosialurin prenta grein, har víst verður á, at løgmaður,
hóast hann hevur sagt nei, hevur givið tí almenna tap upp
á 200.000 krónur.
7. august:
Løgmaður sendir út tíðindaskriv, sum hann eisini kunnger
á Facebook, har hann sigur seg vera skeivt endurgivnan
í Sosialinum 1. juni – altso fyri næstan 10 vikum síðani.
Sigur tó einki um, at hann so eisini er skeivt endurgivin á
Vágaportalinum.
Løgmaður ber saman støðu sína í Sp/F Sisero við støðu
sína sum smápartaeigari í Eik, hóast tað er himmal víður
munur á at vera nevndarformaður og smápartaeigari
Sosialurin biður løgmann útflýggja búroknskapirnar, men
hesi umbøn sýtir løgmaður.
15. august:
Løgmaður leggur eftir blaðstjóranum á Sosialinum á
Facebook og sigur, at »... hevði okkurt verið rætt sum hann
skrivaði hevði tað verið suttligari at lisið«
17. august:
Løgmaður viðgongur blankt í Degi & Viku, at hann hevur
ført tí almenna tap.
vari, løgmaður
Fríggjakvøldið var tað
loksins ein annar miðil, ið tók
hetta álvarsmál upp. Í Degi &
Viku høvdu tey fingið Kristinu
Samuelsen, løgfrøðing, at siga
neyvt tað sama, sum Sosialurin
hevur skrivað um ábyrgd
løgmans sum nevndarformaður
Sæð í bakspeglinum, so
hevði eg gjørt nógv ting øðrvísi.
Eg hevði ikki fulla ávirkan,
men eg hevði fulla ábyrgd av
fyritøkunum, tað er púra rætt
Kaj Leo Holm Johannesen
upp á ongan máta var øðrvísi
enn tað, Sosialurin hevur
ført fram.
»Sæð
í
bakspeglinum,
so hevði eg gjørt nógv ting
øðrvísi. Eg hevði ikki fulla
ávirkan, men eg hevði fulla
ábyrgd av fyritøkunum, tað
er púra rætt. Tá eitt felag fer
av knóranum, so hevur tú
ikki røkt tínar skyldur nóg
væl«, segði løgmaður millum
annað í viðmerking til tað,
løgfrøðingurin førdi fram.
»Eftirfylgjandi dugi eg at
síggja, at eg ikki havi gjørt
nóg nógv til at seta meg inn
í fíggjarligu viðurskiftini. Eg
havi lært ein hóp av hesum
skeivu íløgum«, helt løgmað
ur fyri.
Sum landsins løgmaður
hevur Kaj Leo Holm Johan
nesen eisini eitt slag av
eftirlitsskyldu, eins og hann
hevði sum nevndarformaður.
Spurdur beinleiðis, um hann
tekur
eftirlitsskylduna
í
landsstýrinum í líka lítlum
álvara, sum hann gjørdi í
feløgunum, hann varðaði av,
svaraði løgmaður, at tað ger
hann ikki.
Til spurningin um hetta
málið hevur skalað trúvirði
hansara, svaraði løgmaður
millum annað soleiðis.
»Tað kann gott vera, og
tað skilji eg øgiliga væl. Men
tað kann eg sum so einki
gera við, eg kann bara gera
tað betri«
Eitt, sum løgmaður ikki
kann, men skal, til eina
aðru ferð, er at siga satt,
at fyrihalda seg til málið
og ikki flyta fokus, og taka
fjølmiðlarnar og sína egnu
ábyrgd í nóg stórum álvara.
Tað mugu vit kunna krevja
av landsins leiðara.
rolant@sosialurin.fo