mánadagur 20. august 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tað liggur á ljóði, at teir,
ið hava neytahald, eru
noyddir at halda uppat, tí
tað lønar seg ikki sum er.
Inntøkurnar strekkja ikki
til tær útreiðslur, ið eru,
og sostatt einki til sjálvan
bóndan.
Sum
skilst
hevur
hetta verið lagið í longri
tíð. Tá so er, er ikki nakað
at siga til, at hesir menn
missa mótið. Lítið er,
sum er, eftir úti á bygdu
num, skulu nú bøndurnir
hvørva eisini, so hoyrir
tað heila uppat. Landsins
myndugleikar hava eitt at
gera, tað er at lata mjólk
aframleiðararnar fáa ein
styrk upp á tvær krónur
fyri liturin frá byrjanini
av hesum ári.
Gerast
hesi
fólk
arbeiðsleys, er tá nakar
munur á tí, tey eiga í
arbeiðsloysisstuðuli
og
tað mjólkastudningurin
verður at kosta landi
num?
Smábygdirnar
hvørva so líðandi.
Vit eru brátt einans
gomul fólk eftir, ið her
balast. Ein uggi er, at
bøndurnir hava nógv
neyt, so teir sláa ein part
av tí grasi, ið annars
hevði
staðið
ósligið.
Verða
neytini
avtkin,
so doyr ein partur av tí
lívi, sum annars er eftir,
og tá er lítið vunnið. Tá
lønir kunnu koma upp á
millum 50.000 og 60.000
pr mánað, og fólk kunnu
ferðast lond og ríki runt
um ein part av knøtti
num, skuldi man trú, at
nakað var til tey, ið ikki
fáa endarnar at røkka
saman.
Tað er ikki nakað lætt
arbeiði at vera bóndi.
Tað er einans hugurin, ið
drívur verkið, So høgar
mánaðarlønir við teimum
tilleggum, ið hartil hoyra,
er næstan tað sama sum
ein einsamallur pension
istur fær fyri eitt heilt ár.
So sigast má, at manna
munurin er lítið broyttur,
hóast samfelagið er nógv
broytt.
Verða neytini avlívað,
er tað stór skomm. Tá
kunnu teir ráðandi siga
við salmistinum: Herre
jeg har handlet ilde.
Drepa
neytini
Palli Dalsgaard
Neyðugt við
skapandi vinnulívi
Jógvan Arge
Býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi
Íverksetanarráðstevnan
Nebula í Havn leygardagin
var áhugaverd og nógv fólk
møtti upp. Jógvan Arge, for
maður í mentamálanevndini
í Havn, setti ráðstevnuna við
hesi heilsan:
“Eg eri fegin um sum
umboð
fyri
Tórshavnar
kommunu at vera biðin at
seta Íverksetanarráðstevnu
na Nebula. Tað er ikki hissini
heiti ráðstevnan hevur fing
ið, og eg hugsi, at her kann
ikki annað, enn gott spyrjast
burturúr.
Heitið
Nebula
hevur
kosmiskan íblástur. Úr hesi
frumtokuni
varð
okkara
sólarskipan til, og hjá tí ný
byrjaða íverksetaranum man
vegurin frá hugskoti til spíra
til vinnu og avkast ikki so
sjáldan kunna samanberast
við eina skapandi ferð, har
tú ikki altíð veitst, hvar tú
endar.
Í vinnuætlanum og út
búgvingarætlanum
hjá
landi og kommunum er
hesi seinastu árini serlig
ur dentur lagdur á gransk
ing og nýskapan, og eisini
íverksetan. Skal vinnulív
okkara fjøltáttast, og skal
samfelagið hava búskapar
vøkstur, sum er fortreyt fyri
vælferð og fólkavøkstri, er
íverksetan ein týdningar-
mikil táttur.
Kemur ikki av sær sjálv-
um
Ikki tí, íverksetarar hava
altíð verið. Vit kunnu nevna
uppí rúgvur av dugnaligum
føroyskum
íverksetarum
bara síðstu fimmti árini inn
an nógvar vinnugreinar. Men
avgerandi er, at hvørt ættar
lið hevur hesa skapandi ella
íverksetandi drívmegi í sær.
Tað gamla orðatakið um,
at neyð lærir nakna kvinnu
at spinna, sigur nakað um
hesa drívmegi, men sigur
samstundis eisini nakað um,
at henda drívmegin kann
vikna – at vit kunnu gerast
dølsk. Og tað má ikki henda.
Tí er tað gott, at so stórur
dentur verður lagdur á íverk
setan serliga millum tey
ungu og í skúlunum. Eg ivist
ikki í, at hetta elvir til áræði
hjá teimum av okkara ungu,
sum vilja dyrka síni kreativu
evni, sum hava hugskot og
síggja nýggjar møguleikar
- eisini í tí, sum er kent
frammanundan.
Men
tað
kemur
ikki
av sær sjálvum. Einki lið
í tilgongdini frá hugskoti
til veruleika er lætt. Tað er
nógv at krevja av einum
íverkseta, at hann bæði skal
vera hugskotsmennari, fram
leiðari, stjóri, bókhaldari,
sølumaður,
íleggjari
og
marknaðarleiðari. Og tað er
ikki nóg mikið, at vit sum
samfelag bara skulu halda,
at hetta man fara at ganga
av sær sjálvum.
Neyðugt við
skapandi vinnulívi
Hendan ráðstevnan er ætlað
sum ein hjálp til nakað av
hesum. Til dømis: Hvussu
byrjar tú? Hvussu fært tú
fígging? Skal eg stovna fyri
tøku? Skal eg vera einsamall
ur um alt? Og so framvegis.
Tað frøir meg almikið, at
ungar kreftir taka stig til
slíkt átak sum hetta. Fegnist
eisini um, at vit í mentamála-
nevnd Tórshavnar býráðs
kundu taka lut og stuðla
hesum við-komandi átaki
peningaliga.
Hetta er í fullum samsvari
við tær visjónir, býráðið
hevur lagt fyri menningina
av hesum býi og landi. Vóni,
at ráðstevnan Nebula fer at
geva tykkum komandi íverk
setarum og øðrum áhugað
um íblástur og svar svar upp
á teir spurningr, sum tit tráa
eftir at fáa svaraðar.
Soleiðis, sum alt sær út
hjá okkum í hesum tíðum,
so er neyðugt at seta í verk,
skula vit taka okkum fram
á leið. Tað er neyðugt hjá
okkum at hava eitt skapandi
vinnulív sum grundarlag
undir framtíðar vøkstrinum,
og hendan ráðstevnan er
ein upplagdur liður í hesi
stremban.
Við hesum orðum fari eg
at seta ráðstevnuna og ynsk
ja tykkum ein góðan dag og
hepna hond í framtíðini.”
Tað er altíð við stórum áhu
ga eg lesi tínar greiðu og væl
undirbygdu greinar, og ser
stakliga tær, sum viðvíkja
okkara fiskidagaskipan, har
eg sum oftast eri samdur við
teim-um sjónarmiðum, sum
tú kemur við.
Út frá hesum holdningi til
tína skriving, loyvi eg mær
at koma við rætting til grein
tína “Vinnunevndin leggur
eftir útróðraflotanum eina
ferð enn”, har ið teksturin
kann skiljast soleiðis, at tað
er verandi Vinnunevnd, sum
mælti til at skerja fiskidag
arnar í fjør við 10% hjá øllum
skipabólkum, og fyri útróð
arflotan við heili 20 %. Men
soleiðis er veruleikin ikki.
§ 25 nevnd í 2011
Tá ið fiskidagarnir vóru
ásettir seinasta ár, høvdu
vit eitt minniluta landsstýri,
sum fekk stuðul frá Tjóð
veldi og Framsókn, og tá
fiskidagarnir
skuldu
við
gerðast, bleiv ein serlig §
25 nevnd vald, har ið Poul
Michelsen
úr
Framsókn
gjørdist formaður.
Meirilutin í hesi § 25
nevnd (Tjóðveldi, Javnað
arflokkurin, Framsókn og
Sjálvstyrisflokkurin) mælti
til í áliti sínum at skerja fiski
dagarnar hjá útróðraflotan
um við 20 % og hjá restini av
flotanum við 10 %.
Tilmælið frá § 25 nevndini
varð endaliga samtykt við 16
atkvøðum fyri, 14 ímóti og
ein var blonk.
Eg atkvøddi ímóti
Sjálvur atkvøddi eg ímóti hesi
atsókn móti fiskidagaskipan
ini, og móti skerjingunum av
fiskidøgum til skipini og ser
stakliga skerjingunum hjá
útróðraflotanum. Somuleiðis
var eg ein av teimum, sum
mótmæltu teimum grund
leysu
friðingunum
fram
við landi, sum serliga rakti
útróðrarflotan, sum eg síðani
havi roynt at fingið broytt
aftur.
Verandi Vinnunevnd
Veruleikin í dag er, at tann
parturin av verandi Vinnu
nevnd, sum tíverri leggur
eftir fiskiskipunum og út-
róðrarflotanum
einaferð
enn, er Tjóðveldið og Fram
sókn, sum mæla til at skerja
dagarnar fyri komandi ár við
10 %.
Fleiri greinar
Kjartan Hoydal, hóast hesar
rættingar, so vóni eg fram
haldandi, at vit koma at
síggja fleiri greinar frá tíni
hond í komandi tíðum.
Rætting til grein hjá
Kjartan Hoydal
Alfred Olsen
Formaður í
Vinnunevndini