Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinnur Danbjørg Bjarni Djurholm Løgtingsmaður Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann við­ víkja­ndi at tryggja føroyska dansi­num dygga framtíð. 1. Hevur lands­stýris­mað­ ur­in ætlanir um at virka fyri at føroyski dansurin fær javn­bjóðis møguleikar við tey tón­leika- og mentanartilboð, sum eru á § 7 á fíggjarlógini? 2. Fer landsstýrismaðurin í eini umraðfesting av ment­ an­ar­tilboðunum at veita dansi­feløgunum í landinum ár­liga játtan, sum tryggjar før­oyska dansinum eina dygga framtíð? 3. Føroyski dansurin er eitt av okkara sereyðkennum, er mentanararvur. Fer lands­ stýris­maðurin at fylgja áset­ ing­unum hjá UNESCO, sum hev­ur álagt hvørjum landi at varð­veita sín tjóðararv? 4. Føroyski dansurin er einasti av sínum slagi, yvir­høvur. Fer lands­stýris­ maður­in at raðfesta játtanir soleiðis, at dansurin verður sjálv­sagd­ur partur avokkara mark­nað­ar­føring sum ferð­a­ manna­land? Viðmerkingar: Føroyski dansurin er aldar­ gamal og hevur sín uppruna í Suðureuropa í 1200 árunum. Sum tíðin er liðin er hesin aldargamli dansur burtur­ bli­v­in allastaðni uttan í Før­ oy­um, her hann gjørdist menta­n­ar­berin burturav, og man vera ein høvuðsorsøkin til, at føroyska málið ikki fán­ aði burtur. Sæð í søgunnar baksýni, so er føroyski dansurin ein­ asti av sínum slagi, sum er til. Tí hava vit ábyrgd av at varðveita og brúka hann. At gera umstøðurnar so­ leið­is, at føroyski dansurin framhaldandi kann vera ein av mentanarvitunum í sam­ felagnum, har kvæðini, vísur­ nar og dansispølini eggja ung­um sum eldri at njóta stev­ið og sosialu samveruna, tá kvøðið verður. Har fólk eru ak­tiv, lurta, læra og uppliva. At føroyski dansurin er part­ur av okkara samleika hev­ur eisini týdning í okkara tilvitan sum fólk. Tí er føroyski dansurin eisini sjálv­sagdur í okkara mark­ nað­ar­føring sum ferð­a-man­ na­land, har vit umvegis dans­in og dansispølini kunnu geva fremmandafólki ábend­ing um okkara ríka ment­an­ar­arv, sum ikki finst nak­ra aðrastaðni. At vit soleiðis í fram­ komna info­r­ma­tións­sam­ felag­num kunnu njóta og vísa fram henda dýrgripin av okk­ara mentan, gevur ríkar upp­livingar, sum fremm­ anda­fólk kunnu undrast yvir og fáa tokka til. Hóast dansurin so­leið­is er ein eyðsýndur ment­an­ar­ dýr­grip­ur og ein gluggi inn í føroysku sjálvsfatanina, so hevur hann ikki havt bes­tu korini at virka undir, og eru tað mestsum bert dansi­feløg­ ini, sum eiga æruna av, at før­ oyski dansurin framvegis er fólka­ogn. Yvirhøvur dáma flestu før­oy­ingum føroyska dansin og kenna samleika við kvæði, løg og stev, hóast tey ikki eru virk­in í dansifeløgunum Kortini tykist kunnleikin um føroyska dansin at vera av avmarkaður. Nakað, sum frálíður kann tálma neyðuga áhugan millum man­na at varðveita føroyska dans­in sum ein sjálvsagdan mentan­ ar­arv. Í fólkaskúlalógini er á­sett, at næmingarnir skulu læra føroysk kvæði. Kortini tyk­ist hetta ikki at vera nóg mik­ið, og eigur landsstýrið at uppraðfesta kvæðini og før­oyska dansin, so at hann verð­ur javntstillaður við onn­ur tónleika- og menta­ n­ar­tilboð, sum árliga verða játt­að á fíggjarlógini. Eisini kundi verið hugs­ andi, at fólkaskúlin í størri mun fær góðar kvøðaðar og dans­arar sum leiðbeinarar, skipar­ar og instruktørar til at hjálpa lærarum at kvøða og dansa við børnunum. Ein góður kvøðari dugir helst eini tvey-trý túsund ør­indi. Hann brúkar kanska líka nógva tíð til at læra og min­ni seg aftur á kvæðini, sum ein góður tónleikari (á klav­er, gittara, violin, fagot o.s.fr.) áhaldandi brúkar at menna sínar førleikar. Kort­ ini man kvøðarin neyvan njóta somu virðing fyri sín dugna­skap. Tað er spell og ein missur fyri okkara mentanararv. Veru­liga skuldu góðir kvøðar­ar havt møguleikan fyri samsýning at ferðast runt skúlarnar og lært frá sær og dansa føroyskan dans við skúlabørnunum. UNESCO hevur álagt hvørj­um landi at varðveita sín tjóðararv. Føroyski dans­ ur­in er okkara, og átti tí sjálvsagt at havt størri rúmd í almenna mentan­ar­poli­ tikki­num og árligu játtanini á fíggjarlógini. Tí eigur landsstýrið á kom­andi fíggjarlógum at geva føroyska dansinum javn­bjóð­is møguleikar við tey tónleika- og ment­an­ ar­til­boð, sum eru á § 7 á fíggjar­lógini, og verður tí heitt á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at kanna hvussu føroyski dansurin - tvs. Sláið Ring, landsfelag før­oyskum dansi at frama - í eini umraðfesting av mentan­ar­tilboðunum, kann fáa árliga játtan, sum tryggj­ ar føroyska dansinum eina dygga og bjarta framtíð. Framtíðin hjá føroyska dansinum Úr bókini: Fra Moses til Pau­ lus eftir H.J. Falk og B.B. Lillelund (Gjellerup) kun­nu vit m.a. lesa niðan­fyri­stand­ andi: Søgnin um Syndaflóðina Orðið syndaflóð er ein mis­ s­kiljing av sintflod, sum merkir tað stóra yvir­svimji­ lsi. Vit hava eina baby­lons­ka frásøgn, sum nið­ur í minstu smálutir líkist tí bíbilsku. Um tann bíbilska frá­søgn­ in er eitt direkta lán frá Babel, ella um báðar hava felags keldu er undir­ordn­ að. Tað avgerandi er, at tað fremmanda tilfarið er sett ind í ein bíbilskan sam­an­ hang og gjørdur til tænara fyri tann bíbilska boðskapin. Annars hevur tann ens­ki arkæologurin Wooley í 1929 við útgrevstri í Ur kon­stat­ er­að, at har hevur verið eitt kata­stro­falt yvirsvimjilsi í hesum umráðnum fleiri ára­ túsund f.Kr., sum fer okkum at tonkja upp á mytir og sagn­ir, sum her sjálvandi er talan um. Ábraham kom jú úr Ur, so hann mann óivað hava hoyrt fortalt um nevn­ du sintflóð: tað stóra yvir­ svimj­i­lsi. Sodoma og Gomorra verða løgd í oyði Søgnin um Sodoma og Go­ morra roynir at prógva, hvussu Deyða Havið er vorð­ ið til: tað kom av einum guðs­ dómi yvir teir báðar nevndu ógudi­ligu býirnar. Geologisk týðir alt upp á, at Jordanáin í søguligari tíð al­tíð hevur runnið í Deyða Havið. Men tað er møguligt, at sunnari partur av havinum fyrst er vorðin til í eini seinri tíð við natúrkatastrofum, sum verandi søga rúmar eitt søgnlíknandi minni um. Arkæ­o­logiskar kanningar hava ikki givið nakað prógv fyri, at her einaferð lógu bló­ man­di býir í hesum lands­ parti. Søgnin um konu Lot er helst vorðin til sum frá­greið­ ing um, hví ein saltsoyla í hes­um ´forvitraða' fjalla­um­ r­áðið hevði skap eins og eitt mennis­kja. Í ein útsynning frá Deyða Havi­num kallar mann tann dag í dag eina uml. 12 m høga saltsoylu fyri "Lots dóttur". Umskapan av menniskjum til steinsoylur er annars eitt van­ligt sagnevni. Kanska kann eg við tíðini leggja fleiri sagnir og myt­ ir út í miðlarnar, men best hevði verið, um fleiri sjálv søktu sær kunnleika um, hvat ið er hvat, tí eisini í hes­ um førinum hoyra og síggja vit bert toppin av ísfjallinum, og mong hava sera stóran áhuga í, at vit ongantíð koma at síggja ella hoyra meira, tí so kunnu tey til eina og hvørja tíð stýra okkum, sum teim­um lystir. Vitan er makt. Mytir og sagnir (2)