mánadagur 20. august 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
- Soleiðis, sum alt sær út hjá
okkum í dag, er neyðugt at
seta í verk. Vit mugu hava
eitt skapandi vinnulív sum
grundarlag undir framtíðar
vøkstrinum. Hendan ráð
stevnan er ein upplagdur
liður í hesi stremban, segði
Jógvan Arge, tá hann setti
íverksetanarráðstevnuna
Nebula í Havn í dag.
Nógv fólk møtti á ráð
stevnuni, sum tann ungi
Halgir
Winther
Nagata
skipaði fyri við fyrilestrar
haldarum frá Íverksetara
húsinum, Vinnuframa,TAKS
og
grannskoðarum.
Fólk
í ymsum aldri vístu ráð
stevnuni áhuga, og tey ungu
smæddust ikki burtur. Ráð
stevnan varð hildin í góðum
umhvørvi í húsunum hjá Før
oya Tele í Hoyvík
Jógvan Arge, formaður í
mentamálanevndini í Havn,
segði soleiðis, tá hann setti
íverksetarastevnuna:
“Eg eri fegin um sum um
boð fyri Tórshavnar kommu
nu at vera biðin um at siga
nøkur orð, nú tit eru komin
til Íverksetanarráðstevnuna
Nebula. Tað er ikki hissini
heiti ráðstevnan hevur fing
ið, og eg hugsi, at her kann
ikki annað, enn gott spyrjast
burturúr.
Heitið
Nebula
hevur
kosmiskan íblástur. Úr hesi
frumtokuni varð okkara sólar
skipan til, og hjá tí nýbyrjaða
íverksetaranum man vegurin
frá hugskoti til spíra til vinnu
og avkast ikki so sjáldan
kunna samanberast við eina
skapandi ferð, har tú ikki altíð
veitst, hvar tú endar.
Í vinnuætlanum og út
búgvingarætlanum
hjá
landi og kommunum er
hesi seinastu árini serlig
ur dentur lagdur á gransk
ing og nýskapan, og eisini
íverksetan. Skal vinnulív
okkara fjøltáttast, og skal
samfelagið hava búskapar
vøkstur, sum er fortreyt fyri
vælferð og fólkavøkstri, er
íverksetan ein týdningar
mikil táttur.
Kemur ikki av
sær sjálvum
Ikki tí, íverksetarar hava
altíð verið. Vit kunnu nevna
uppí rúgvur av dugnaligum
føroyskum
íverksetarum
bara síðstu fimmti árini inn
an nógvar vinnugreinar. Men
avgerandi er, at hvørt ættar
lið hevur hesa skapandi ella
íverksetandi drívmegi í sær.
Tað gamla orðatakið um,
at neyð lærir nakna kvinnu
at spinna, sigur nakað um
hesa drívmegi, men sigur
samstundis eisini nakað um,
at henda drívmegin kann
vikna – at vit kunnu gerast
dølsk. Og tað má ikki henda.
Tí er tað gott, at so stórur
dentur verður lagdur á íverk
setan serliga millum tey
ungu og í skúlunum. Eg ivist
ikki í, at hetta elvir til áræði
hjá teimum av okkara ungu,
sum vilja dyrka síni kreativu
evni, sum hava hugskot og
síggja nýggjar møguleikar
- eisini í tí, sum er kent
frammanundan.
Men tað kemur ikki av sær
sjálvum. Einki lið í tilgongdini
frá hugskoti til veruleika er
lætt. Tað er nógv at krevja av
einum íverkseta, at hann bæði
skal vera hugskotsmennari,
framleiðari, stjóri, bókhaldari,
sølumaður, íleggjari og mark
naðarleiðari. Og tað er ikki
nóg mikið, at vit sum samfelag
bara skulu halda, at hetta man
fara at ganga av sær sjálvum.
Neyðugt við
skapandi vinnulívi
Hendan ráðstevnan er ætlað
sum ein hjálp til nakað av
hesum. Til dømis: Hvussu
byrjar tú? Hvussu fært tú
fígging? Skal eg stovna fyri
tøku? Skal eg vera einsa
mallur um alt? Og so fram
vegis.
Tað frøir meg almikið,
at ungar kreftir taka stig
til slíkt átak sum hetta.
Fegnist eisini um, at vit í
mentamálanevnd
Tórs
havnar býráðs kundu taka
lut og stuðla hesum viðkom
andi átaki peningaliga.
Hetta er í fullum samsvari
við tær visjónir, býráðið hev
ur lagt fyri menningina av
hesum býi og landi. Vóni,
at ráðstevnan Nebula fer
at geva tykkum komandi
íverksetarum
og
øðrum
áhugaðum íblástur og svar
svar upp á teir spurningr,
sum tit tráa eftir at fáa svar
aðar.
Soleiðis, sum alt sær út
hjá okkum í hesum tíðum,
so er neyðugt at seta í verk,
skula vit taka okkum fram
á leið. Tað er neyðugt hjá
okkum at hava eitt skapandi
vinnulív sum grundarlag
undir framtíðar vøkstrinum,
og hendan ráðstevnan er
ein upplagdur liður í hesi
stremban.
Við hesum orðum fari eg
at seta ráðstevnuna og ynsk
ja tykkum ein góðan dag og
hepna hond í framtíðini.”
Neyðugt við
skapandi vinnulívi
Jógvan Arge
Fíggjarætlanin 2013 hjá
Tórshavnar Kommunu –
skattaprosentið 1% niður
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu
- Sambandsflokkurin
Skattatrýstið niður
Skattaprosentið í sambandi
við fíggjarætlanina fyri 2013
hjá
Tórshavnar
Kommu
nu eigur at setast niður á
19,75%. Tað er okkara skylda
sum
politikarar
at
reka
kommununa bíligt og effek
tivt, og harvið gera tað bílig
ari hjá okkara borgarum at
liva og virka í kommununi.
Við at seta skattapro
sentið niður, fáa fólk meira
pening at ráða yvir og har
við
verður
vinnulívið
í
býnum stimbrað, og skapt
verða eisini arbeiðspláss í
høvuðstaði okkara. Haraftur
at kann ein skattalækking
viðvirka til at steðga fráflyt
ing og heldur trekkja fólk til
býin.
Fígging av skattalætta
Vit hava góðar møguleikar at
fíggja ein skattalætta við td.
at rationalisera og effektiv
sera okkara umsiting og
strekkja íløgurnar út yvir
eitt sindur longri tíðarskeið.
Ein skattalækking skal
kortini undir ongum um
støðum ganga útyvir tænast
urnar til at tryggja kjarnu
vælferðina í kommununi - og
harvið sosiala og heilsuliga
trivnaðin.
Langtíðarætlan
Vit eiga í hesum sambandi
at gera eina langtíðarætlan
2020 fyri rakstur og íløgur,
har vit framhaldandi kunnu
útbyggja okkara høvuðsstað,
og gera tær neyðugu íløgur
nar, sum borgarin fær gagn
av. Ein langtíðarætlan skal
verða við til at skapa tryggar,
støðugar og líka umstøður
hjá borgarunum at búgva
kommununi/høvuðstaðnum,
og har kravið má verða
menning
og
framburður
komandi árini.
Ein
týðandi
fortreyt
fyri at lækka skattatrýstið
og halda tað støðugt er, at
arbeitt verður við langtíðar
ætlanum fyri rakstur og
íløgur, sum fevna yvir tíðar
skeið sum 5-8 ár. Í løtuni
verður ikki arbeitt langt-sikt
að og tí verða serliga íløgur
nar ikki raðfestar rætt og
arbeitt verður frá sak til sak
og við panikkloysnum.
Avleiðingarnar av verandi
búskaparstýring hjá Tórs
havnar Kommunu kenna vit
- ov nógvar feilíløgur verða
gjørdar ella íløgur, sum ikki
verða gjørdar lidnar (skuffu
verkætlanir og onki nyttu
virðið).
Harafturat
verða
settar á árligu fíggjarætlan
ina so nógvar íløgur, at tað
als ikki er orka og tíð til at
gjøgnumføra íløgurnar.
Lykilin til at tryggja eitt
lægri skattatrýst og sam
stundis fremja mennandi
íløgur, so sum skúlar, hall
ir, útbyggingar, langhyl o.a.
er ein langtíðarætlan fyri
rakstur og íløgur. Ein lang
tíðarætlan
er
lykilin
til
menning, vøkstur og stabili
tet, og fyri yvirhøvur at
kunna fremja politisku vi
sjónirnar og mennandi verk
ætlanirnar.
Veljarin avgerð, um hetta
kann setast í verk ella ikki,
tá hesin aftur skal velja
nýggj umboð í Tórshavnar
Býráð – eg vil arbeiða fyri,
at borgarin, longu í 2013, fær
eitt størri fíggjarligt handli
frælsi.
Tórshavnn 17. august 2012