mikudagur 22. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skrivstovuútbúnaðinum, gjørd
ist skjótt aftur heldur trongligt.
- Vit vóru komin hartil í
1987, at vit máttu taka eina
avgerð
um,
hvønn
veg
vit
vildu fara frameftir. Vit høvdu
víðkað
javnt
og
samt
um
skrivstovuútbúnaðin, so fólk
fingu sín tørv nøktaðan í so máta,
bæði hvat vørum og tænastum
viðvíkur, sigur Ólavur Olsen.
Men tíðin var komin hartil, at
leiðslan mátti velja hetta ella hatta.
- Tað var eitt sindur ørkym
landi í aðrari telefonini at selja
rosinur og blæður, og í hinari
kopimaskinur. So vit máttu velja,
og hóast kolonialvørurnar um
boðaðu 60% av umsetninginum,
valdu vit hetta frá, sigur Ólavur
Olsen.
Sum sagt so gjørt, og fyri
tøkan fór nú at leggja doyin á at
veita kundunum bestu tænastu
na og vørurnar innan skrivstovu
útbúnað.
- Hetta hendi stutt eftir, at eg
varð vorðin stjóri í 1983, men pápi
mín, Carl Herup Olsen, helt tó
fram í fyritøkuni, eftir 1983 sum
nevndarformaður, sigur Ólavur
Olsen.
Hann sigur, at pápin altíð var
ógvuliga varligur, og altíð sygrdi
fyri at gjalda kreditorunum sum
tað fyrsta.
- Eg haldi, at Farodane øll árini
hevur givið avlop. Pápi plagdi
altíð at siga, at »Den som betaler
sin gæld, øger sit bo«, og tað er
eisini tað, sum eg havi havt sum
mið, sigur Ólavur Olsen.
Menningin øgilig
Hann heldur, at ein tann størsta
menningin, hesi 50 árini hann
hevur starvast í Farodane-regi,
er samskiftið.
- Tá eg byrjaði fór bíleggingin
fram við brævi fyri tað mesta.
Tað vóru bara einar tríggjar
telefonlinjur til Danmarkar, og
tí mátti tú bíleggja eina samrøðu
um morgunin, skuldi tú hava
vónir um at sleppa ígjøgnum,
áðrenn skrivstovurnar lótu aftur
í Danmark um kvøldið, sigur
Ólavur Olsen.
Tjaldrið var bert í Føroyum 14.
hvønn dag, so við brævi tók tað
drúgva tíð at bíleggja vørur.
- Tað var tí talan um eina
kollvelting, tá ið telexið kom, og
ikki minni, tá telefaxini komu
fram. Nú kundi tú knappliga
senda eitt dokument, og løtu
seinni var tað í hondunum á
móttakaranum hvar sum helst
í heiminum, sigur Ólavur Olsen.
So hvørt sum menningin fór
fram, byrjaði Farodane eisini at
selja telduútgerð.
- Vit byrjaðu í 1992, og í 1993
yvirtóku vit T-Mac í Havn, og
harvið eisini kendu merkini
Canon og Apple-teldurnar, sigur
Ólavur Olsen.
Hann
sat
sum
stjóri
í
Farodane fram til 2003, tá eldri
sonurin, Rolf Olsen, tók við. Og
árið eftir doyr Carl Herup Olsen.
- Vit vóru nú aftur komin til
eitt vegamót, og høvdu aftur eina
stóra avgerð at taka, sigur Ólavur
Olsen.
Selja fyritøkuna
Umframt teir tríggjar brøðurnar
vóru eisini tvær systrar, og nú tey
byrja at koma upp í árini, byrjaði
tosið um at selja fyritøkuna.
- Øll vóru sjálvandi greið yvir,
at tað lá eitt ávíst virði í fyritøku
ni, og tí var eisini eitt ynski um at
realisera hetta virði, meðan enn
var góð tíð at njóta lívið, sigur
Ólavur Olsen.
Hann var tá vorðin nevndar
formaður í Farodane, og nú var
so farið undir at lodda dýpið um
møguligir keyparar funnust.
- Tað vísti seg, at Løkir hevði
áhuga í fyritøkuni, og tað endaði
við, at teir keyptu. Tað var tó tann
treyt við, at Rolf og eg framvegis
skuldu eiga 17% av fyritøkuni, og
at Rolf skuldi halda fram sum
stjóri saman við Christian Na
gata. Eisini lá tann treytin við,
at eg sjálvur skuldi halda fram í
fyritøkuni, sigur Ólavur Olsen.
Hesar treytir vórðu gingnar á
møti, og skjótt var Farodane lagt
saman við ComData og seinni
eisini við Sendistovuni. Og upp
aftur nøkur ár seinni eisini við
Atlantstøkni.
Upprunaliga Farodane finst
tó aftur í nýggja samtakinum,
Nema.
- Nema hevur partafelags
nummar 49, og tað er sama
nummar, sum Farodane hevði,
so á tann hátt kanst tú siga, at
Nema er Farodane – ella umvent,
sigur Ólavur Olsen.
Trívist
At Ólavur hevur verið kapping
armenniskja alt sítt lív sæst best
av, at hann í samfull 16 ár vardi
málið hjá besta liðnum í B36, og
hevur leikt fimm landsdystir.
Men hann hevur eisini verið við
til ein trend, sum í dag er eitt
must.
- HB og B36 hava altíð kappast,
og eg minnist, at Poul Michelsen
(gamla
HB-kempan,
red)
tá
arbeiddi hjá Kartna Winther.
Og tað var einaferð síðst í
70-árunum, at havnarfeløgini
sum tey fyrstu í landinum fóru
at bera lýsingar á búnunum. HB
lýsti við Araba-kaffi frá Kartna
Winther, meðan B36 lýsti við JP-
kaffi frá Farodane, sigur Ólavur
Olsen.
Men sponsoreringin var tó
avmarkað til, at fyritøkurnar
keypti eitt sett av leikarabúnum.
Seinnu árini hevur Ólavur
Olsen fingist við at designa inn
búgv til størri verkætlanir.
- Eisini har er ein menning
farin fram. Fyrr var hetta gjørt
í hond við millimetur pappíri,
meðan tað í dag fer fram við
teldu, sigur Ólavur Olsen.
Hann hevur soleiðis verið
avgerandi í at vinna tilboð um
innbúgv til eitt nú Fiskivinnu
skúlan í Vestmanna, skúlan í
Hovi, skúlan á Løgmannabreyt
og skúlan á Argjahamri. Og
stendur tað til hann, verða tað
fleiri verkætlanir aftrat.
- Mær dámar væl og eg eri væl
fyri. Eg føli, at eg framvegis kann
gera ein mun, og eg haldi í heila
tikið, at fyritøkur áttu at gjørt
meiri brúk av fólki við drúgvum
royndum. Tær áttu at sæð okkum
sum eitt tilfeingi heldur enn sum
eitt haft um beinið, sigur Ólavur
Olsen, nú hann kann hátíðar
halda sín 50 ára starvsdag.
leo@sosialurin.fo
í meldrinum