mikudagur 22. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Liviligt
– Hetta er ein roynd at koma við nýggjum hugskotum um at gera tað liviligt í útjaðaranum, nú ongi tekin
eru til, at samgongan ætlar at gera nakað við trupulleikan, sigur Páll á Reynatúgvu
Fólk í útjaðaranum
skulu fáa skattalætta
SKATTALÆTTI Tey, sum búgva í útjaðaranum, skulu rinda lægri skatt enn tey í miðstaðarøkinum
Áki Bertholdsen
– Fólk í útjaðaranum eiga at
rinda minni í landsskatti enn
fólk í miðstaðarøkinum.
Tað heldur Páll á Reyna
túgvu, tingmaður fyri Tjóð
veldið.
Hann sigur, at tænastan,
tey, sum búgva í útjaðar
anum, fáa, er so nógv verri
enn tænastan, tey í mið
staðarøkinum fáa.
Tí er tað órættvíst, at øll
rinda tað sama í landsskatti,
sama hvar tey búgva.
Nógv dýrari
Tað, tingmaðurin av Sandi
hugsar mest um, er, at enn
hava 15% av føroyingum ikki
fast samband.
Samstundis noyðast bæði
vanlig ferðafólk og vinnulív
at rinda nógv í ferðaseðlum
og farmagjaldi fyri flutning
til og út økinum.
– Spurningurin er um
samgongan tekur hetta í
álvara. Men vísur samgongan
tað ikki í verki nú, eigur tað
eisini at síggjast aftur í skatt
inum, fólk rinda.
– Nú samgongan hevur
lagt skattaskipanina um, so
at øll rinda 20% í landsskatti,
haldi eg, at skatturin eigur
at lækka hjá teimum, sum
búgva í útjaðaranum.
– Tað er ikki rættvíst, at øll
rinda líka nógv í landsskatti,
tí tað er ein himmalvíður
munur á tænastunum.
Gera støðuna upp
Tingmaðurin fyri Tjóðveldi
sigur,
at
tískil
arbeiðir
hann við einum uppskoti,
sum hann fer at leggja
fyri løgtingið um at lækka
skattin hjá teimum, sum
búgva í útjaðaranum um
so er, at samgongan ikki
tekur ítøkilig stig nú fyri at
javntseta tænastustøðið í
øllum landinum.
– Nú má Løgtingið gera
støðuna upp og taka greiða
støðu til um hugsjónin um
at binda allar Føroyar saman
skal fullførast, ella um tað
skal steðgast her.
– Eg haldi, at allir føroy
ingar skulu rinda tann skatt,
teir eiga.
– Men skatturin skal
ásetast eftir tænastustøð
inum.
– Og ger Løgtingið av ikki
at halda fram við útbygging
unum, eigur tað ójavna tæn
astustøðið at endurspeglast í
skattatrýstinum, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Landsstýrið hevur fleiri
ferðir boðað frá, at útbygg
ingarnar skulu halda fram,
men tað ráðini eru ikki til tað
beint nú?
– Vit hava ikki ráð at bíða
so leingi afturat. Seinastu 25
árini er fólkatalið í Sandoy
minkað ein triðing og nú
eru vit bara 1.250 fólk eftir í
oynni. Og tað gongur ræðu
liga skjótt tann skeiva vegin,
so tað er onki at bíða við.
Fleiri prosent
Tað hevur áður verið frammi,
at tey í útjaðaranum skulu
rinda minni í skatti enn tey
í miðstaðarøkinum, men tá
var tað fyri at lokka fólk í út
jaðaran at búgva?
– Ja tað er so eitt annað
sjónarmið um sama mál.
Higartil sær ikki út til at
nøkur serlig orka verður
løgd í at bøta um korini hjá
útjaðaranum og uppskotið
um skattalækking er tískil
ein øðrvísi roynd at gera tað
liviligt kring landið.
Páll á Reynatúgvu hevur
ikki nakað ítøkiligt uppskot
beint nú um, hvussu nógv
kommunuskatturin í útjað
aranum skal lækkast.
– Men tað ber til at rokna
seg fram til tað. Tað ber til at
rokna seg fram til, hvussu
nógv tað vánaliga tænastu
støðið kostar fólki, men eg
ivist í øllum førum ikki í,
at talan er um fleiri skatta
prosent í lægri skatti.
– Í dag rinda fólk í útjað
aranum fullan skatt fyri eitt
nógv verri tænastustøði og
tað er ikki rættvíst.
Hvussu skal ein slíkur
skattalætti fíggjast?
– Tað er rætt at tað fer at
kosta landskassanum nakað
av pengum, men hetta eru
pengar, sum fólk í útjaðar
anum rinda av órøttum, tí
tey fáa ikki tænastu fyri
pengarnar.
Páll á Reynatúgvu heldur
tískil, at útvegir mugu finn
ast fyri tí. Hann er eisini
greiður yvir, at hetta er eitt
ógvuliga óvanligt uppskot.
– Hetta skal síggjast í ljós
inum av, at støðan í útjaðar
anum er hættislig og gongd
in, sum nú er, ber ikki til,
sigur tingmaðurin av Sandi.
aki@sosialurin.fo
Í dag rinda fólk
í útjaðaranum fullan
skatt fyri eitt nógv verri
tænastustøði