mikudagur 22. august 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein dreymur
vorðin veruleiki
Fótbóltsskúli Tað má metast sum ein rættilig kollvelting, at Tórshavnar
kommunuskúli hetta skúlaárið, ið júst er byrjað, er farið undir ein fótbólts
skúla. Hugskotseigarin, U17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen, trúði ikki, at
hetta fór at lata seg gera, men fegnast nú stórliga
Leo Poulsen
Tað er venjarin hjá U17 lands
liðnum, Áki Johansen, sum
er upprunin nýggja fótbólts
flokkin, sum nú er ein veru
leiki í Tórshavnar kommunu
skúla.
– Tað eru royndirnar í
altjóða fótbólti nú í nøkur ár
sum gera, at eg síggi, at vit
ikki flyta okkum nóg skjótt í
Føroyum í mun til uttanlands.
Í mínum starvi sum U17
landsliðsvenjari
havi
eg
vitjað nógv feløg uttanlands
og har fingið hugskotið til
ein fótbóltsskúla, sigur Áki
Johansen.
Hann hevu altíð hildið, at
hetta var ein gongd leið, og
hevur bjóðað skúlunum í
Føroyum at taka av hesi av
bjóðingini.
– Eg hevði ikki roknað við,
at nakar fór at taka við av
bjóðingini, men kom so at
tosa við skúlastjóran í Kom
munuskúlanum. Hann tók
meg upp á orðið og fekk
stáplað ein fótbóltsflokk upp
á beini eftir ongari tíð, so at
siga, sigur Áki Johansen.
Nú er tað so veruleiki, at
ein veruligur fótbóltsskúli er
settur á stovn, ein flokkur,
sum hevur fótbólt á tíma
talvuni.
– Dreingirnir koma úr so
at siga øllum landinum, og
tað merkir, at summir skulu
longu vera á fótum klokkan
seks um morgunin fyri at
koyra til Havnar. Havnar
dreingir hava tað so tað
lættari. Dagurin byrjar so við
trimum vanligum undirvís
ingartímum, og síðani verður
tveir tímar fótbóltsvenjing,
áðrenn farið verður aftur til
vanliga undirvísing eftir døg
urða, sigur Áki Johansen.
Ovfarin
Talan er um fyrsta fótbólts
skúla nakrantíð í Føroyum,
og talan er tí eisini um eina
royndarverkætlan.
– Dreingirnir eru ikki
valdir út sum so. Av tí at
talan er um eitt royndarár
hava vit latið boðini farið út
til venjarar hjá dreingjum í
hesum aldursbólkinum, og
teir hava so latið boðskapin
farið víðari til dreingirnar. So
hava eini 24-25 dreingir sent
inn umsókn um at verða við,
og allir, sum hava søkt, eru
slopnir við, sigur Áki Johan
sen.
Tað hevur tí ikki verið
talan um nakra úttøku í ár.
– Vóru umsóknirnar einar
50, so hevði verið neyðugt at
valt út, men soleiðis hevur so
ikki veirð hesaferð, sigur Áki
Johansen.
Hann eigur ikki bara hug
skotið, men er eisini bein
leiðis tengdur at verkætlan
ini.
– Eg havi altíð pástaðið
tað, at skúlarnir ikki fóru at
megna at fáa slíka verkætlan
upp at standa, so tá hon nú
er veruleiki, skal tað ikki
stranda á við venjarum, so eg
havi átikið mær tann leiklut,
at venja dreingirnar eina ferð
um vikuna, sigur Áki Johan
sen.
Talan er um eina rættiliga
spennandi núhugsan í Føroy
um.
– Eg vóni, at vit til deils
fáa betri næmingar, dreingir,
sum likamliga eru væl fyri.
Eg veit at fleiri av dreingj
unum hava ambitiónir um at
sleppa uttanlands at royna
seg, og vit vóna, at hetta
fyrireikar teir væl betri til
eitt uttanlands ævintýr, sigur
Áki Johansen.
Frískir
Hann heldur, at tað ofta
hevur veirð ein trupulleiki,
at dreingir, sum royna seg
uttanlands, koma heim aftur
skaddir.
– Vit vóna, at hetta kann
fyrireika teir eitt sindur betri
til tað, sum stendur fyri
framman, sigur Áki Johan
sen.
Hetta er júst árgangurin,
sum Áki Johansen arbeiðir
við sum U17 landsliðsvenjari.
– Nú er ikki talan um ein
úttiknan bólk, men tað eru
sjálvandi dreingir, ið brenna
fyri fótbólti, sum melda seg
til eina slíka verkætlan, so eg
rokni heilt vist við, at onkur
av teimum verður at síggja
á landsliðnum, sigur Áki
Johansen.
Ofta verður havt á máli, at
næmingarnir eru troyttir, tá
teir koma úr skúlanum út á
seinnapartin, og tí kanska
ikki hava ta optimalu orkuna,
tá fótbóltsvenjing stendur á
skránni út á kvøldið.
– Tað er heilt vist ein tanki
við hesum fótbóltsskúlanum.
Her venja dreingirnir klokk
an 10 um morgunin, og eru tí
likamliga væl fyri, og hartiler
skipað soleiðis fyri, at dreing
irnir gera síni skúlating,
áðrenn teir fara heim úr
skúla, sigur Áki Johansen.
Tað merkir, at dreingirnir
kunnu slappa av, tá teir koma
heim, og soleiðis vera væl
fyri, tá teir fara at venja við
sínum egna felag um kvøld
ið.
Fegin
Talan verður tí um ein fyri
mun, bæði fyri dreingirnar,
men eisini fyri tey feløg, teir
leika í.
– Skúlin hevur eisini lagt
stóran dent á, at dreingirnir
skulu luttaka aktivt í tí felag,
har teir koma frá, so eg trúgvi
heilt vist, at feløgini eisini
fáa stóra gleði av tí, sigur Áki
Johansen.
U17 landsliðsvenjarin gleð
ir seg ómetaliga nógv at fara
í holt við hesa spennandi
verkætlanina.
– Kenslurnar er ógvuliga
stórar. Eg hevði ikki trúð, at
tað fór at bera til, so at síggja,
at dreingirnir eru úti og
venja, er stórt. Eg haldi eisini,
at vit skulu fegnast um, at
teir hava fingið Jan Dam til
venjara, tí hann hevur drúgv
ar royndir í fyrstaliðs fótbólti
í Føroyum og á landsliðnum.
Hartil hevur hann arbeitt í
menningardeildini hjá FCK í
fleiri ár, so dreingirnir hava
fingið tann besta venjaran,
teir kunnu fáa, sigur Áki
Johansen.
Skúlin byrjaði í gjár, og
sæð verður í spenningi fram
ímóti, hvussu árið fer.
– Tað er at fegnast um hjá
øllum, sum hava áhuga fyri
fótbólti, sigur Áki Johansen,
U17 landsliðsvenjari og upp
havsmaður at verkætlanini.
Hugskotseigarin til
fótbóltsskúlan, sum nú
er vorðin veruleiki, Áki
Johansen, U17 landsliðsvenjari,
fegnast um verkætlanina
Mynd: Álvur Haraldsen
Leggur
nógv fyri
Fótbóltsskúli Levi Jøkladal
er ein av teimum 25 dreingj
unum, sum nú gongur í fót
bóltsflokkinum, og hann
kemur allan tann langa veg úr
Fuglafirði, fyri at vera við
Leo Poulsen
– Eg helt, at tað ljóðaði
spennandi. Vit hava góð
ar venjarar og vit fáa út
búgving samstundis, so
tá eg fekk møguleikan at
vera við, tók eg av, sigur
Levi Jøkladal.
Hann heldur, at sjálvt
um tað er strævið, so
ræður bara um at koma
inn í rútmuna, so venist
hann við at koyra langa
vegin úr Fuglafirði til
Havnar.
Tað var ikki heilt av
tilvild, at fuglfirðingurin
fekk frænir av nýggja
fótbóltsflokkinum.
– Eg var og vandi við
U17 landsliðnum, tá venj
arin segði mær um hend
an flokkin, so eg fekk ein
faldara við, og meldaði
meg so til, sigur Levi
Jøkladal.
Hóast talan er um
fyrsta skúladag, teknar
tað til at blíva so, sum
U17
landsliðsleikarin
hevði væntað.
– Ja, hetta hevur verið
spennandi, og eg gleði
meg til at vera við, sigur
Levi Jøkladal.
Tímatalvan
fer
at
síggja soleiðis út, at van
lig skúlagongd verður
um morgunin, síðani
verður vant fyrrapart og
so aftur skúlagongd eftir
døgurða.
– Tað haldi eg er
fínasta slag, og vit fáa
matpakka aftaná. So tað
passar væl til, sigur Levi
Jøkladal.
Hóast ætlanin er at
koyra ímillum hvønn
dag, so kemur hann kort
ini ikki í neyð, skuldi tað
onkran dag ikki verið
koyrandi.
– Eg havi familju, sum
eg kann fara til, skuldi
tað blivið illveður. Men
annars fari eg at koyra
ímillum hvønn morgun
og hvørt kvøld, sigur
Levi Jøkladal, sum gleðir
seg til hetta royndar
árið.
Levi Jøkladal er ein av teimum 25
dreingjunum, sum verður partur av spennandi
royndarverkætlan við einum fótbóltsflokki