mikudagur 22. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Fótbóltsskúlin hevur fingið
besta venjaran gjørligt, sigur
U17 landsliðsvenjarin, og Jan
Dam hevur drúgvar royndir.
– Eg havi verið niðri í
Danmark nú í nøkur ár, og
havi verið so heppin at hava
verið við í ungdómsarbeiði
hjá Keypmannahavn í ár
ganginum 1997-98, júst sum
hesir dreingirnir eru. So tað
hóskar ógvuliga væl saman,
at eg kann geva nakað til teir,
sum eg havi lært, sigur Jan
Dam.
Hann sigur, at hann ikki
hevur havt nakað við verk
ætlanina at gera sum so, men
hevur fingið starv sum lærari
í Kommunuskúlanum, og
tann vegin er komin við í
verkætlanina.
– Eg søkti og fekk starv
sum lærari, og tá so Hanus
Joensen greiddi frá, at teir
arbeiddu við einari verkætlan
um ein fótbóltsflokk, og at
hann helt, at eg var rætti
persónurin at taka mær av tí,
passaði tað væl, sigur Jan
Dam.
Hann er fegin um avbjóð
ingina.
– Tað merkir, at eg fái
nakað nýtt at arbeiða við. Eg
fái eyka motivering, at fara
til arbeiðis, tí eitt av mínum
stóru frítíðar ítrivum er
fótbóltur, og nú er tað eisini
mítt arbeiði, so tað er ógvu
liga motiverandi, sigur Jan
Dam.
Vónandi afturvendandi
Tað hevur fleiri fyrimunir,
at skújlin nú hevur ein fót
bóltsflokk.
– Fyrimunurin er tann, at
hugsa vit um at menna spæl
arar og at gerast betur, so
haldi eg hetta er tað rætta, tí
at hyggja vit at londunum
rundan um okkum er hetta
partur av gerandisdegnum,
at fótbóltur er á tímatalvuni,
sigur Jan Dam
Møguleikin verður hjá
leikarunum at nema við bólt
nógv fleiri ferðir um vikuna.
– Og tað er vónandi nakað,
sum fer at síggjast aftur upp
á longri sikt, sigur Jan Dam.
Fleiri at næmingunum
koma langvegis frá, og skulu
ógvuliga tíðliga upp á morgni,
fyri at kunna møta til tíðina
í skúlanum í Havn.
– Tað sigur alt um áhugan.
Hesi dreingir hava gingið í
skúla í átta ár og siga nú
farvæl við barnavinir fyri at
vera við í hesari verkætlanini,
tað eru dreingir, ið veruliga
vilja fótbólt, sigur Jan Dam.
Og hann hevði einki havt
ímóti, at hesin fótbóltsskúlin
gjørdist eitt afturvendandi
tiltak.
– Vónandi tað. Vit vilja,
sum lærarar og venjarar, gera
alt fyri, at hetta er komið fyri
at vera. Og eg ivist ikki í, at
nógvir dreingir, sum í dag
ganga í 8. Flokki hugsa, at
hetta er nakað, teir vilja
verða við til næsta ár, sigur
Jan Dam, venjari hjá fót
bóltsflokkinum í Tórshavnar
kommunuskúla.
Royndir frá FCK til dreingirnar
FÓTBÓLTSSKÚLI Tað verður ógvuliga passandi Jan Dam, sum kemur at standa fyri dagligu venjingini hjá teimum
25 næmingunum í fótbóltsflokkinum í Tórshavnar kommunuskúla
Jan Dam er ein fongur
fyri fótbóltsskúlan hjá
Tórshavnar kommunuskúla,
eru bæði skúlastjórin og U17
landsliðsvenjarin samdir um
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta er ein gamal tanki
FÓTBÓLTSSKÚLI Tað var ein vælnøgdur skúlastjóri, sum í gjáramorgunin var við til at skjóta eina nýggja og
spennandi verkætlan um ein fótbóltsflokk í gongd, sum hetta fyrsta árið verður ein royndarverkætlan
Leo Poulsen
Hanus Joensen, skúlastjóri í
Kommunuskúlanum,
var
skjótur at lofta hugskotinum
um ein fótbóltsflokk.
– Hugskotið kom frá græs
rótunum innan fótbóltin, og
vit hava bara loftað hesum
hugskotinnum og sett hetta
tilboðið saman soleiðis, at
fótbólturin verður í fokus.
Fólkaskúlatilboðið eru so
annars smb. lógum landsins,
sigur Hanus Joensen.
Fótbóltsparturin av verk
ætlanini er sera fegin um, at
hesin fótbóltsflokkur er fing
in á beinini, og eisini skúla
stjórin er positivur.
– Jú, eg haldi, at øll kring
hetta eru positiv. Fólk eru
áhugað og glað fyri, at hetta
er komið upp at standa.
Hetta er jú ein heilt gamal
tanki, sum hevur verið mill
um fótbóltsáhugað, og vit
hava so bara gjørt eitt tilboð
burtur úr hesum. Talan er
um eitt royndarár, sigur
Hanus Joensen.
Skúlastjórin
vónar,
at
verkætlanin fer at ganga væl,
og hevur heldur ikki orsøk til
at vænta annað.
– Vit hava verið ógvuliga
heppin at fáa venjarar, ser
stakliga Jan Dam, sum hevur
verið
menningarvenjari
í
FCK nú í nøkur ár. Hann er
nýliga heimkomin og er
dagførdur í so máta, og síðani
hava vit fingið tilsøgn frá
venjarum kring landið at
hjálpa til við hesi verkætlan
ini. Tað gleðir okkum nógv og
gevur okkum góðar vónir
um, at hetta fer at hepnast,
sigur Hanus Joensen.
Draga sama veg
Tímatalvan er sett saman
partvís út frá egnum tonk
um, men eisini við at skeita
at líknandi flokkum uttan
lands.
– Hesir dreingirnir møta
nakað fyrr, um hálvgum átta
tíðina, og eru allar dagar í
skújla inntil klokkan 15, so
tað er strævið hjá teimum,
men teir eru ógvuliga hug
aðir, sigur Hanus Joensen.
Fótbólturin er sjálvandi
tað, sum dregu hjá dreingj
unum.
– Okkara vón er so, at tað
ídni og nærlagni, sum teir
hava í fótbóltinum, eisini
verður flutt yvir í skúlan. Og
tað eru teir námsfrøðiligu
tankarnar, vit gleða okkum
nógv til, og at hvørt treytar
hitt, sigur Hanus Joensen.
Hann vónar og væntar, at
hesi bæði far at draga sama
veg.
– Tað vanliga er, at ítrivini
hava hug at draga frá skúla
num. Fótbóltsspælararnir,
sum brúka so nógva tíð til
fótbóltin, at vit sum skúla
fólk halda, at tað er í meira
lagi, so tað gerst eitt sindur
av einum tvídrátti í tí. Í
hesum tilboðnum er tað lagt
í eitt, og vónin er, at tað skal
menna bæði, sigur Hanus
Joensen.
Úr øllum landinum
Tórshavnar Kommunuskúli
er ein skúli í Tórshavnar
kommunu, eins og heitið
sigur, men kortini koma
næmingar úr at kalla øllum
Føroyum.
– Ja, eg dugi ikki heilt at
siga hví tað er. Tað eru tey
fótbóltsfólkini, sum standa
aftan fyri hetta, sum hava
latið tað seyrað út til feløgini
og teir venjarar, sum eru í
hesi deildini, og soleiðis er
hesin hópurin samansettur,
sigur Hanus Joensen.
Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, hevur framman
undan ein tónleikaflokk, og nú eisini ein fótbóltsflokk