Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Sandagerð er serstakt Andrea Heindriksdóttir Ein kann freistast at trúgva, at í Sandagerði er bara fólk tá sólin skínur nakrar fáar dag­ ar um árið, men so er ikki. Alt árið er nógv fólk í Sandagerði, familjur og ein­ stak­lingar, sum gera sær dælt av teimum møgu­leik­ um sum Sandagerð hevur at bjóða, nýta høvið at spáka og njóta serstaka og frið­sæla umhvørvið niðri við sjóar­ málan. Svimjing á sjónum Í Sandágerði er aktivitetur á sjónum, alt árið runt. Tað eru nevniliga eitt stórt tal av ágrýtnum kvinnum sum hvønn einasta morgun, summ­ar sum vetur, nýta høv­ið at svimja á sjónum. Eisini er fólk í vátdraktum, bæði vaksin og børn, tíð­um at síggja á sjónum í Sanda­ gerði - kanska serliga undan kapp­ingum, men nøkur alt árið. At svimja á sjónum er gott fyri likam og sál - eisini er hett­ar góð verja móti sjúkum av ymsum slagi. Ein lítil brúgv er gjørd til svimjikonurnar í Sandá­gerði at brúka, men skifti­um­ støður­nar eru alt annað enn góð­ar, møguliga kundi eitt av neystunum sum liggur beint við verið tillagað til skifti­ rúm. Sjósavnið mennast Sjósavnið liggur eisini í Sandá­gerð, eitt frálíkt átak sum í nógv størri mun eigur at fáa rúm at mennast til nakað nógv meiri enn í dag. Sjósavnið er væl vitjað, eisini av børnum og skúla­ ung­dómi. Ríkidømi í havi­ num kring Føroyar og sannføringin um at fiski­vinn­ an er okkara høvuðsvinna, ger tað umráðandi at víðka um Sjósavnið, so tilboðið um vitan og undirvísing innan hett­ar økið alsamt veksur. At­komu­vegurin til Sjósavnið er góður, men tað eigur at bera til at ganga beinleiðis úr Sanda­gerði niðan í Sjósavnið, eisini við barnavogni ella koyristóli uttan at fara niðan á høvuðsvegin. Sandagerð - læruumhvørvið Sandagerð kann eisini, í ávísan mun, gerast til eitt um­hvørvið við læru fyri eyg­að, eitt stað har til ber hjá børnum og ungum at ogna sær vitan um fisk og tað sum hevur við sjógvin at gera. Eisini er upplagt at læra børn og ung at sigla við bát­um t.d. frá Sjósavninum yvir í neystini undir Sjúkra­ húsi­num. Einans við at menna kunn­leikan til tað, sum vit før­oy­ingar í øldir hava livað av og fingist við, kunnu vit geva hettar víðari til kom­ andi ættarliðið. Tí eigur Sjó­savnið at fáa nógv betri um­støður, eisini til annað virk­semi enn í dag, virksemi sum kann menna førleikan hjá komandi ættarliðnum til vitan og nýggjar hugsanir inn­an fisk og sjógvin annars. Gøtan niðan við Sandá Nógva staðir í Tórshavnar Kommunu, kanska serliga í újaðaranum, eru gøtur gjørd­ ar so til ber at ganga túrar, uttan at verða órógvað av ferðslu. Hettar er sera gott átak og við til at fleiri og fleiri fólk nýta høvið at ganga í vøkru náttúr­u­ni. Ein av hesum gøtum er gøtan niðan við Sandá. Ar­ beitt hevur verið við hesari gøtu­ni í eina tíð, men enn er ikki komið á mál. Nógvar trað­ir eru í Havnadali, og sjálv­andi skal slík gøta ger­ ast í samráð við tey sum eiga traðirnar, men eg vænti, at um arbeitt verður rætt, verð­ ur gøtan niðan við Sandá til gagns fyri okkum øll, og tí eig­ur gøtan at gerast liðug. Økið í Sandagerði eigur at mennast Økið kring Sandagerð er ser­ stakt og gevur borgar­unum í Kommununi og teimum sum koma aðrastaðni frá, eina góða og hugnaliga uppliving. Tá so nógv fólk njóta økið, so eiga vit at tillaga og víðka virk­semi, so tey sum brúka øk­ið, og tey sum vilja menna øk­ið við savni og øðrum, fáa bestu umstøður. Ein hjálpandi hond til heimaflotan Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Nú eru fiskidagarnir fyri komandi ár samtyktir. Spurn­ing­urin er, hvat skal so henda, skulu vit bara yppa øksl og vóna at nú er friður til fiskidagar aftur verða á skrá komandi ár, ella ber til at gera nakað meira so støð­ an hjá stovninum og flota­ num verður frægari kom­andi ár. Fiskidagar geva lítla mein­ing fyri heimaflotan Tosaði við ein, ið roynir at liva av fiskivinnuni, við­ kom­andi tók til :” er nøkur mein­ing í at stríðast um hvussu nógvir fiskidagar verða komandi ár, tá ið ongin fiskur er ” Hetta eru bæði vís og sonn orð. Tað má kennast mein­ ings­leyst hjá teimum ið eru í fiskivinnuni, serliga í heimaflotanum, at stríð stend­ur um hvussu nógvir dag­ar skulu lutast út kom­ andi ár, tá ið tað ikki loysir seg at loysa frá landið, tí úrtøkan er so lítil. Tølini frá Fiski­veiði­eftir­ liti­num vísa hesa støðu a­v­ bera væl, tá ið 3 vikur vóru eft­ir av fiskiárinum 2011/2012 var 4 hvør dagur ikki brúktur, serliga hjá útróðarbátunum eru nógvir dagar eftir. Hetta er ikki fyrsta árið at tað er so, støðan hevur verið tann sama nú í fleiri ár. Tonsa­talið av toski og hýsu, ið kemur uppá land siga tað sama, hýsuveiðan er undir 3.000 tons og toskaveiðan und­ir 10.000 tons. So hættis­ lig hevur støðan ikki verið í nógv ár. Hvat gera vit so Samgongan letur standa til, og ynskir óbroytt dagatal og alt við tað gamla. Tað undr­ar, at somu menn róptu um deyðan í durinum, tá ið sama dagatal var ásett í fjør. Meintu teir nakað við dóma­dags­prædikuna í fjør, so hækkaðu teir dagatali aft­ur, nú teir hava valdið. At teir ikki gera tað, er tekin um, at teir ikki makta nakað ella innast inni vistu, at hetta var neyðugt at gera í fjør. Teir róptu bara upp fyri at tekkj­ast ávísum veljarum. Sama dagatal fyri komandi ár, uttan at onnur stig verða tik­in, merkir, í besta føri, at sama vánaliga støða kemur at valda í eitt ár aftrat. Javnaðarflokkurin ynskir at bøta um støðuna hjá heimaflotanum Tað er júst hesa vána­ligu støðu, ið vit í Javn­að­ar­ flokki­num, saman við rest­ ini av andstøðuni, vilja gera nakað við. Vit ásanna, at ikki ber til at gera sum sam­ gong­an, at standa sum ryssa yvir deyðum fyli og als ikki hava nakað boð uppá, ella taka nøkur stig, til at bøta um støðuna fyri tey, ið liva av útróðri. Tað stóð ikki á, at geva línuflotanum eina makrel­kvotu, ið teir ikki kunnu fiska. Lands­stýris­ maðurin segði at hetta kom væl við hjá teimum illa staddu familjunum, ið liva av úr­tøku­ni hjá línuflotanum. Javn­að­ar­flokkurin heldur, at vit eisini eiga at hugsa um tær familjurnar, ið royna at liva av útróðri. Onnur rættindi í umbýti við fiskidagarnir Javnaðarflokkurin at­kvøddi fyri óbroyttum fiski­døg­ um komandi ár. Or­søk­in er, at vit hava lagt upp­skot á ting um, at geva lands­ stýris­manninum heimild at geva heimaflotanum onnur veiði­rætt­indi í býtið við fiski­dag­ar. Hetta skal verða ein tíðar­av­markað skipan, í fyrsta lagi í 1 ár. Við at leggja fisk­i­dagar stillar, minkar trýst­ið á botnfiskin undir Før­oy­um, samstundis sum vit ikki reka heimaflotan á húsa­gang. Ongin skal ivast, vit standa við málinum um at okkara fiskiveiða skal verða lívfrøðiliga burðar­ dygg í 2015, sum tað er ásett í uppskotinum til um­sit­ ingar­ætlan. Men vit ásannað eisini, at vit kunnu ikki halda fram bert at skerja fiskidagar og lata allar tær familjur, ið liva av útróðri, upp til skutils. Vit mugu taka atlit til bæði fiskastovn og tey ið liva av fiskinum. Lunka samgonga Nú okkara uppskot hevur verið til 1 viðgerð, má eg tí­ verri ásanna, at samgongan er sera lunka og tykist ikki at vilja taka neyðugu stigini at hjálpa heimaflotanum. Hó­ast allir samgongulimir grótu krokodillutár um, at útróðr­ar­flotin ikki fær sama møgu­leika at fáa nakr­ar krón­ur burturúr makrel­ kvotu­ni sum línuflotin, so vístu hesi fólkini ongan vilja til at gera nakað munagott. Um­ber­ing­ar­nar trutu ikki, hví viðgerða hetta beint nú með­an ein nevnd endur­ skoð­ar lóggávuna var ein um­ber­ing, ein onnur var, at næsta ár burdi man givið útróðrarflotanum somu rættindi viðvíkjandi makreli­num sum línuflotin fær, ein triðja umbering var at upp­skotið ger ongan mun, tí so fáir fiskidagar verða brúkt­ir. Eg kundi hild­ ið fram at ramsa um­ber­ ing­ar­nar frá sam­gongu­ni upp, men eg velji at gevast her, sam­stund­is sum eg má taka tað niðurstøðu at sam­ gong­an vil ikki, royna alt ið roynast kann, fyri at út­vega heimaflotanum fleiri rætt­ indi, nú øll vinnan er á fall­ andi fóti.