leygardagur 20. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 56 - 20. mars 2004
Nr. 56 - 20. mars 2004
3
So endaði
Jósef
Hóskvøldið var stóri
endabresturin í Norð-
urlandahúsinum, tá
sangleikurin "Jósef og
ótrúliga litfagra
dreymakotið" fyri
seinastu ferð varð
sýndur, og tilsamans
hava 6450 fólk sæð
leikin. Lesið annars
reportagu og samrøð-
ur frá endabrestinum
í komandi týsdags-
blaði
JÓSEF
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir heili 17 sýningar sein-
astu tvær vikurnar er Jósef
nú ikki longur at síggja í
Norðurlandahúsinum, men
fer
hann
og
hansara
dreymakot tó leingi fram-
yvir at bleiktra á føroyska
stjørnuhimmalinum.
Stóri sangleikurin hevði
sín endabrest hóskvøldið,
og eftir 17 almennar sýn-
ingar hava 6450 fólk sæð
leikin. Ongantíð áður hevur
Norðurlandahúsið selt so
nógv
atgongumerki
so
stutta tíð, men nú er aftur
gerandisdagur hjá teimum
gott 100 fólkunum, sum
hava verið tengd at verk-
ætlanini.
Norðurlandahúsið
var
eins og áður stúgvandi fult
hóskvøldið, og fer leikurin í
søguna sum ein slóðbrót-
andi verkætlan við størstu
og skjótastu sølu nakrantíð,
har Studentaskúlin í Hoy-
dølum hevur verið stig-
takari, meðan Tórshavnar
Musikkskúli og Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúli
hava átt sína stóra leiklut í
frálíka sangleikinum.
Reportaga í næstu
útgávu
Sosialurin var til staðar
handan leiktjøldini undir
seinastu sýning hóskvøldið,
og vegna plásstrot verða
reportaga og samrøður at
lesa í týsdagsblaðnum við
viðmerkingum frá leikarum
og fyrireikarum.
"Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" hevði sín endabrest hóskvøldið við seinastu sýning. Meiri verður at lesa um hetta í týsdags-
blaðnum
Atle Dyregrov
fekk topp-
karakter
Eftir skeiðið um børn
og sorg, sum norski
sálarfrøðingurin Atle
Dyregrov helt hós-
dagin var eftirmeting
millum luttakararnar.
Skeiðshaldarin fekk
topp karakter frá
næstan øllum luttak-
arunum
BØRN OG SORG
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Á einum skala frá eitt til
seks fekk Atle Dyregrov
seks frá næstan øllum lut-
takarunum, tá ið ráddi um
innhald og framløgu á
skeiðinum, sigur Annika
Andreasen, sum er onnur í
felagnum Synergi, sum
skipaði fyri skeiðinum.
Samanumtikið var talan
um eitt sera áhugavert og
spennandi
skeið,
har
skeiðsleiðarin fangaði lut-
takararnar við søgum frá
sínum egna arbeiði saman-
tvinnað við mannagongd-
um, evnum og øðrum, sum
gera seg galdandi, tá børn
verða rakt av sorg.
Hann
tosaði
millum
annað um, hvussu týdning-
armikið tað er ikki at hava
ov nógvar loynidómar í
familjuni fyri børnunum. Tí
royndir vísa, at sannleik-
arnir ofta koma fram kort-
ini – um ikki annað aðra-
staðnis frá, og tað er sera
óheppið, um børnini hoyra
slíkt frá øðrum enn sínum
nærmastu.
Norðmaðurin kom til
landið mikudagin og sama
kvøld helt hann fyrilestur
fyri umleið 100 lesandi í
høllini á Føroya Lærara-
skúla.
Hósdagin var so sjálvt
skeiðið á Hotel Føroyum,
har um 120 luttakarar vóru
og lýddu á norska ser-
frøðingin.
Uppfylging
Annika Andreasen sigur, at
hetta skeiðið var so mikið
væleydnað, at tær hugsa
um at fara at skipa fyri upp-
fylgingarskeiðum einaferð í
heyst ella vetur.
– Tað var ikki nakar, sum
segði
seg
ikki
kunna
hugsað sær at hoyr Atle
Dyregrov aftur, greiðir hon
frá.
Slík uppfylgingarskeið
kundu verið eitt nú í til-
búgvingarætlanum í skúl-
um ella meiri nágreiniligt
um evnið sorg.
Tær hava ikki endaliga
avgjørt nakað, men Annika
sigur, at hetta er nakað, sum
tær avgjørt at fara at ar-
beiða fram ímóti.
Eisini arbeiða tær nú við
at fyriskipa aðrar fakfesti-
valar, sum tann um fjøl-
miðlar og onkra ráðstevnur,
men onki er endaliga
dagfest enn.
– Nú eru trý tey fyrstu
tiltøkini farin afturum, so
nú fara vit at velja okkum
nøkur ávís evni burtur úr tí,
sum vit arbeiða við, og so
verður meira at frætta um
komandi tiltøk seinni, sigur
Annika Andreasen.
Atle Dyregrov fór av aftur
landinum fríggjadagin, tí
honum dámar ikki at vera
ov longi burtur frá sínum
starvi í Noreg. Hann hevur
býtt sína viku í tvey. Tríggir
dagar fara til at arbeiða við
børnum á sínari klinikk, og
hinir báðir dagarnir fara til
ferðing.
Norski sálarfrøðingurin og
rithøvundurin Atle Dyregrov
fekk topp karakter frá
skeiðsluttakarunum á Hotel
Føroyum hósdagin
C
M
Y
K
3
2